Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 244 - 18. desember 2008 milliardir Nýtslan hjá føroysku húsarhaldunum hevur seinastu tíðina verið minkandi. Hetta ger kreppuna størri og hevur við sær, at arbeiðsloysið veksur, sambært landsbankastjóranum. Hetta fer, sambært Sigurði Poulsen, eisini at hava við sær, at ein ávís fráflyting verður Sambært Sigurði Poulsen, landsbankastjóra, verður helst tørvur á at læna tíggju milliardir krónur næstu fimm árini fyri at halda stýr á væntaða búskaparliga hallinum hjá føroyska samfelagnum sum heild Nú skulu fólk ikki long­ur í karantenu í fýra vikur, tá tey fara úr fiskavirkisskipan­ ini til arbeiðsloysis­ skipanina. Frá fyrsta deg­i í komandi ári er hetta søg­a. Ing­eborg­ Vinther er feg­in um broyting­ina Arbeiðsloysi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 1. januar 2009 kemur nýggj kunngerð í gildi, har karantenan áljóðandi fýra vikur, ið fyrr hevur verið galdandi frá tí, at fólk fara úr fiskavirkisskipanini til tey sleppa í arbeiðsloysis­ skipanina, verður avtikin. Hetta skal eftir øllum at døma geva eina smidligari skipan, í mun til ta, ið var frammanundan. Hetta hevur nógv at siga fyri limirnar hjá Føroya Arbeiðarafelag, sambært Ingeborg Vinther, forkvinnu í fakfelagnum. ­ Sum støðan hevur verið, og verður fram til 1. januar, hevur tað verið soleiðis, at fólk, ið ikki hava arbeitt í fýra vikur, og síðani hava sagt upp, er komin í eina karantenu. Tá hava fólkini longu verið í karantenu, tí tað, sum kemur úr fiska­ virkisskipanin er so ónáttúr­ liga lítið, at mann ikki kann nýta tað til nakað sum helst. Tá mann so koyrir fólk í karantenu, hevur tað verið ein katastrofa fyri limirnar hjá okkum. Bíðað leingi Sambært forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag, er hetta eitt mál felagið hevur arbeitt leingi fyri at fáa upp á pláss. ­ Hetta hevur so ómetaliga nógv at siga fyri limirnar hjá okkum. Vit hava stríðst fyri hesum leingi, og hetta er eitt langt fet rætta vegin, hóast nógv enn restar í, sig­ ur Ingeborg Vinther. Hon leggur afturat, at arbeið­ gevarar kring landið veru­ liga hava nýtt skipanina á ein hátt, ið ikki er góður fyri arbeiðsfólkið. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er sera fegin um, at arbeiðsloysisskipanin frá 1. januar 2009 verður ein smidligari skipan, ið fær goldið limum hennara meiri pening ALS gerst betri Absalon framsýning í Vági Í dag, hósdagin 18. desember, letur ein málningaframsýning hjá Absalon Absalonsen upp í handilshølunum hjá Mariu Vilhelm á Vágsvegi 74 í Vági. Á framsýningini, sum er opin hendan mánaðin, eru 17 akrylmálningar, har myndevnini eru mest bygdir og landsløg umframt onkrir málningar við skipum.