hósdagur 18. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 244 - 18. desember 2008
Stutt Sagt
Russar royna
tolið hjá
Obama
Ein embætismaður í amer
ikanska uttanríkisráðnum
sigur, at russisku myndug
leikarnir ætla sær at royna
tolið hjá Barrack Obama,
tá hann tekur við forseta
embætinum.
Sambært
embætismanninum
ætla
rossar at herða mótstøðuna
ímóti amerikonsku rakett
verjuskipanini fyri at vita,
hvat Obama fer at svara.
Russar eru serliga illir
um, at partar av rakett
verjuskipanini skulu set
ast upp í Póllandi og
Kekkia, og teir hava hótt
við at seta rakettir upp í
Kaliningrad sum svar.
Embætismaðurin í utt
anríkisráðnum í Washing
ton sigur, at russar taka
eingi stig ímóti rakett
verjuætlanini, fyrr enn
Obama hevur tikið við
sum forseti. Tað avgerandi
er, hvussu Obama fer at
svara, tá russar hvessa
orðalagið, sigur hann.
Mótmælis-
menn
deyðadømdir
Í Kina hevur ein dómstólur
felt dóm í málinum ímóti
tveimum monnum, sum
rendu ein ruskbil inn í eitt
fylgi av løgreglumonnum,
sum vandu í býnum Kash
gar fyri fýra mánaðum síð
ani. Atsóknin kostaði 17
løgreglumonnum lívið, og
15 fingu skaða. Dómstól
urin var eisini eirindaleys
ur og dømdi báðar menn
inar til deyða, skrivar AP.
Kashgar er í landspartin
um Xinjiang, og har hava
leingi verið vápnaðir sam
anbrestir
millum
víð
gongdar muslimar og kin
esisku myndugleikarnar.
Uighurminnilutin, sum
býr í landspartinum, vil
vera við, at kinesisku
myndugleikarnir kúga tey,
og at tey tí seta seg upp
ímóti teimum. Myndug
leikarnir siga haraftur
ímóti, at tað eru yvirgangs
menn, sum herurin og
løgreglan stríðast við.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Hóast vantandi royndir, løgið navn, rasuskilnað og sterkt
mótvalevni gjørdist Obama 44. amerikanski forsetin
(Time)
útlond
Russland er blivið meiri
ágangandi á sjónum og í
luftini í seinastuni
Mynd: AP
Umfatandi nýgerð á
samferðsluøkinum
og aðrar almennar
íløgur skulu halda
amerikonsku
hjólunum malandi
Um ein mánað tekur Bar
rack Obama við sum amer
ikanskur forseti, og vælvit
andi keldur siga nú, at hann
tá fer at koma við einum
risastórum
kreppupakka,
sum skal fáa ferð aftur á
amerikanska búskapin.
Í morgun kom fram, at
kanska vera 850 milliardir
dollarar ella 4,5 billiónir
krónur í pakkanum hjá
Obama. Tað hevur ljóðað,
at hansara búskaparráðgevar
høvdu upprunaliga mælt til
at koyra 600 milliardir doll
arar í pakkan, men at teir
seinni hava skotið upp at
fara heilt upp í 850 milliard
ir dollarar. Vælvitandi keld
ur siga, at ráðgevarnir hava
longu givið Kongressini
ábendingar
um,
hvussu
nógv verður í pakkanum.
Búskaparfrøðingar siga,
at skattalættin, sum Bush
stjórnin kom við í vár, er
einki aftur ímóti pakkanum
hjá Obama, sum kann sam
anberast við tiltøkini, sum
táverandi stjórnin setti í
verk í kreppuárunum í
1930unum.
Samferðslukervið
Ætlanin hjá Obama er at
brúka ein stóran part av
kreppupakkanum
til
at
útbyggja og nútímansgera
tað amerikanska samferðslu
kervið. Ætlanin umfatar
millum annað nýggjar veg
ir og nýggjar jarnbreytir.
Harumframt ætlar hann
at brúka nógvar pengar til
at umbyggja almennar bygn
ingar, so teir skulu brúka
minni orku enn nú. Nógvir
skúlar skulu umbyggjast og
nútímansgerast, og eisini
her verður miðað eftir at
skerja orkunýtsluna.
Politiskir viðmerkjarar í
Washington siga, at saman
við kreppupakkanum kemur
eitt uppskot um skattalætta,
tí Obama veit, at tað kann
vera trupult at fáa Kongress
ina at samtykkja ein kreppu
pakka uttan at egna við onkr
um so sum einum skattalætta.
Her verður helst talan um at
lækka skattin á lág og með
alinntøkum, uttan at tey
múgvandi skulu gjalda
meiri skatt.
Umframt kreppupakkan
og skattalætta fer Obama
væntandi at biðja Kongress
ina um eykajáttan til verk
ætlanir, sum skulu hjálpa
teimum, sum koma í neyð
orsakað av arbeiðsloysi.
Ársins navn
Tíðarritið Time velur á
hvørjum ári ársins navn, og
í morgun bleiv kunngjørt,
at valið í ár er fallið á Bar
rack Obama.
Time vísir á, at fyri tveim
um árum síðani hevði helm
ingurin
av
amerikanska
fólkinum ongantíð hoyrt
navn hansara, men at í dag
taka flestu amerikanarar tað
sum eina sjálvfylgju, at ein
mynd av honum er á forsíð
uni í bløðunum.
Kreppupakki við
4,5 billiónum krónum
Barrack Obama er í ferð við at fyrireika ein stóran kreppupakka til amerikanararnar
Mynd: AP
Pakistanski forsetin
heldur uppá, at menn
inir, sum framdu
yvirgangin í indiska
býnum Mumbai, ikki
komu úr Pakistan
Asif Ata Zardari, forseti vís
ir aftur indisku tíðindunum
um, at yvirgangsmenninir
komu úr Pakistan. Hann sig
ur, at tað finnast eingi
prógv, sum knýta yvirgangs
menninar at Pakistan.
Í samrøðu við bretska
kringvarpið
BBC
sigur
Zardari, at myndugleikarnir
eru ikki lidnir at kanna
Mumbaimálið, og tí vil
hann ikki geva nakað boð
uppá, hvør ella hvørjir teir
seku er.
Indiska stjórnin heldur
fast um, at tað vóru kreftir í
Pakistan, sum løgdu atsókn
ina at Mumbai til rættis, og
bretsku
myndugleikarnir
hava eisini sagt, at yvir
gangsmenninir vóru úr pak
istanska bólkinum Lashkar
eTaiba.
Pakistanski forsetin sigur
við BBC, at Pakistan er til
reiðar at hjálpa indisku
myndugleikunum við Mum
baimálinum, og Pakistan er
eisini sinnað at lata indisku
myndugleikunum fregnartæ
nastuupplýsingar í sambandi
við málið, sigur hann.
Mumbai-yvirgangsmenninir
komu ikki úr Pakistan
Pakistanski forsetin Asif Ali
Zardari
Mynd: AP