Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 244 - 18. desember 2008 80 børn sungu í jólabýi Børn í Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt vitjaðu jólabýin í miðbýnum í Havn fyrradagin. Hóast tað regnaði, var fitt av fólki savnað at hoyra tey á leið 80 hoyvíksbørnini syngja jólasangir. Millum smátturnar er lívd og úr tí einu smáttuni, ið selur vaflur, er so góður angi. Tí er tað javnan, at børn úr skúlum og frítíðarskúlum í kommununi vitja jólabýin. Meiri kann lesast um jólabýin á torshavn.fo. Talið av navigatørum í fiskiflotanum mink­ ar. Føroya Skipara­ og Navigatørfelag hevur staðfest, at fleiri navigatørar eru farnir úr fiskiflotanum og yvir í frálanda­og farmaskipavinnu Navigatørar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sjálvt um nøkur fiskiskip eru farin á húsagang, og onnur eru løgd, tí raksturin ikki fekst at hanga saman við høgum oljuprísum, er ikki líkt til, at nógvir naviga­ tørar ganga hond í lumma. Eyðstein Djurhuus, for­ maður í Føroya Skipara­og Navigatørfelag (FSN), sig­ ur, at tølini yvir limagjøld hjá limum hansara í ár eru minni enn árið fyri, men tey als ikki minkaði so nógv, sum inntøkurnar hjá fiski­ flotanum eru minkaðar. ­ Limatalið hjá okkum er lítið broytt, men vit hava eina minking í limagjøldum í ár upp á eini 5%, sam­ stundis sum sagt verður, at inntøkurnar hjá fiskiflotan­ um sum heild eru minkaðar eini 20%, sigur hann. Fleiri uttanlands FSN hevur eisini staðfest, at meðan inntøkurnar frá limagjøldum í fiskiflotanum minka, eru limagjøldini frá limum, sum sigla undir før­ oyskum flaggi í frálanda­og farmaskipavinnu veksandi. – Tað, at vit ikki hava merkt nakað serligt til, at nav­ igatørar eru arbeiðsleysir, samstundis sum inntøkurnar úr uttanlandssigling veksa, merkir, at navigatørar eru rímiliga mobilir – eisini í tíð­ um sum hesum, nú tað sansar at í einum parti av flotanum. Eyðstein sigur, at FSN bert fær limagjald frá navigatørum, sum sigla und­ ir føroyskum flaggi – og ikki teimum, sum eru búsit­ andi í Føroyum, men sigla undir fremmandum flaggi. ­ Líkt er tí ikki til, at nav­ igatørar, sum gerast arbeiðs­ leysir, steðga leingi á. Hesir eins og onnur hava brúk fyri at hava eina fasta inntøku, og tíðin at bíða eftir skipin­ um, sum er farið undir ham­ aran, kann gerast ov long – og óviss. Tí leita teir sær hýru í frálanda­og farma­ skipavinnuni, sigur hann. Vil hjálpa Fleiri av navigatørunum, sum fara av landinum og í onnur lond at sigla undir fremmandum flaggi, hava áður verið limir í Føroya Skipara­og Navigatørfelag. Men tá hesir ikki sigla undir føroyskum flaggi longur, er tað heldur ikki FSN, sum hevur sáttmála fyri teir. ­ Vit mæla teimum tá til at gerast limir í felag í landinum, har skipini hoyra heima. Eyðstein sigur, at tað eru eisini fólk, sum soleiðis sigla undir hentleikaflaggi, og tá kunnu umstøðurnar í onkrum føri vera ivingarsamar. ­ Vit ætla okkum undir eitt átak, har vit fara at bjóða okkum at umboða naviga­ tørar, sum sigla undir fremm­ andum flaggi og hava bústað í Føroyum, sigur hann. 600 limir Føroya Skipara­og Naviga­ tørfelag hevur umleið 600 virknar limir og umleið sama tal av hvílandi limum. ­ Hvílandi limir eru ofta fólk, sum hava verið aktivir limir hjá okkum, men sum eru farnir aðrar vegir at sigla ella í onnur størv. Hetta kunnu eisini vera pensjóneraðir limir, sigur Eyðstein Djurhuus. Nakrir fáir limir hjá FSN eru ikki­siglandi fólk. Hetta eru eitt nú havnameistarar, sum eru einir 12 í tali. Havnameistarar kunnu nevniliga velja, um teir vilja vera limir í Starvsmanna­ felagum ella í Føroya Skipara­ og Navigatørfelag. Navigatørar úr fiskiflota í frálandavinnu Ein stórur partur av heimaflotanum er í trupulleikum, men lækkaðu oljuprís­ irnir fara vónandi at bøta um vánaligu gongdina. FSN sær møguleikar við broyttu FAS­skipan­ ini, sum vónandi fer at geva nakað av sær aðalfuNdur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tvey av manningarfeløgun­ um, sum halda sínar reglu­ ligu aðalfundir og lands­ fundir millum jóla og nýggj­ árs, eru Føroya Fiskimanna­ felag og Føroya Skipara­og Navigatørfelag (FSN). Fel­ agið hjá føroyskum fiski­ monnum uttanlands plagar eisini at halda sín aðalfund millum høgtíðirnar. Eyðstein Djurhuus, for­ maður í FSN, sigur, at hann fer at leggja fram eina gjøgnumgongd av tí, sum felagið hevur fingist við í hesum árinum. ­ Eg fari í fyrsta lagi at røða um mál, sum eru fevnd av okkara sáttmálaøki. FSN hevði eisini sín leiklut í málinum um stóra verksmiðjutrolaran Topas, og hetta mál tekur formað­ urin eisini upp í síni ársfrá­ greiðing. ­ Eitt annað og áhugavert mál er broytta FAS­skipan­ in, sum vónandi fer at geva føroyskum navigatørum og sjófólki annars fleiri møgu­ leikar við fleiri frálanda­og farmaskipum undir føroysk­ um flaggi. Eyðstein Djurhuus sigur, at felagið hevur stórar vónir um broyttu FAS­skipanina. ­ Tað, sum er broytt í skip­ anini, er, at reiðaríini fara at fáa eina enn størri afturber­ ing, sum nú verður 35%. Haraftrat kemur tann broyt­ ing í gildi 1. januar, at inn­ tøkur undir FAS­skipanini nú skulu gjalda 35% í skatti í staðin fyri, at hesar inntøk­ ur hava fingið sjómansfrá­ drátt og síðan vanligan skatt av restini, sigur hann. Útlit frameftir Formaðurin í FSN heldur tað vera torført at meta um útlitini hjá hansara limum fyri komandi ár. ­ Ein stórur partur av heimaflotanum er í trupullei­ kum, men lækkaðu oljuprís­ irnir fara vónandi at bøta um vánaligu gongdina. Hinvegin sær Eyðstein Djurhuus møguleikar við broyttu FAS­skipanini, sum hann vónar fer at geva nakað av sær. ­ Tað er altíð ilt at spáa um tað, sum liggur fyri framman, men vit noyðast at taka tað, sum tað kemur – og vónandi fer árið at laga seg hampiligt, sigur formað­ urin í Føroya Skipara­og Navigatørfelag. – Vit mugu taka tað sum tað kemur Inntøkurnar hjá fiskiflotanum eru minkaðar munandi meira enn inntøkurnar frá limagjaldi hjá eitt nú navigatørum Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit síggja stórar møguleikar í broyttu FAS-skipanini, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag