hósdagur 18. desember 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 244 - 18. desember 2008
Millum søgupolitisku
sporini úti á Tinga
nesi eru mong eisini
eftir sjómonnum og
lossingarmonnnum,
sum hava stytt sær
stundir við at skava
graffiti niður í
helluna, metir Rolf
Guttesen, geografur,
sum júst hevur givið
út bókina Spor í
Tinganesi
Útgáva
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Tey flestu munnu kenna so
nevnda Sólurið, ið er rist
niður í helluna úti á Tinga
nesi. At Sólurið í veruleik
anum er ein kumpass er ein
søga fyri seg og bara ein
av søgunum um tey fleiri
enn 100 merkini úti á Tinga
nesi, sum geografurin Rolf
Guttesen greinar og tulkar í
nýggju bókini Spor í Tinga
nesi.
Á samkomu í Skansa
pakkhúsinum í gjár greiddi
Rolf Guttsen frá arbeiðinum
við bókini, sum so smátt
byrjaði fyri 15 árum síðani.
Hesi árini havi eg gingið
ella rættari kropið harúti á
hellunum og kannað og filo
soferað og tikið fleiri enn
1000 myndir av ymsu merkj
unum. Nú helt eg meg hava
savnað so mikið av tilfari,
at tað kundi koma út í bók,
sum onnur kunnu fáa gleði
av, segði Rolf Guttesen og
legði skemtandi afturat
Fyri meg verður tað eis
ini ein lætti at kunna ganga
upprættur og hyggja upp,
næstu ferð eg fari ein túr út
á Tinganes.
Livandi dramatikkur
Arbeiðið við mongu merkj
unum hevur tikið Rolf
Guttesen gjøgnum fleiri
broytilig stig í síni uppfatan
av, hvat ið var at síggja.
Summatíðir bleiv eg
kanska dekan og spekula
tivur, tá hvør riva og skøva
kundi blíva til hvat sum
helst. Aðrar tíðir superkrit
iskur, tá næstan alt bleiv
kasserað sum frí fantasi og
heilaspuni, sigur hann.
Rolf Guttesen leggur aft
urat, at meðan mong av
merkjunum siga týðandi
søgur um okkara politisku
fortíð, stava eisini fleiri
mest sannlíkt frá sjómonn
um og lossingarmonnum,
sum hava stytt sær stundir
við at skava niður í hell
una.
Hetta ger tó ikki bókina
minni dramatiska, heldur
Andras Mortensen á for
lagnum Fróðskapur, sum
gevur Spor í Tinganesi út.
Slík graffiti siga ikki
minni áhugaverdar og liv
andi søgur um kærleikslív,
dreymar og visjónir hjá
ungum havnamonnum fyrr
í tíðini, sigur Andras Mort
ensen, sum fegnast um bók
ina, ið eftir hansara tykki er
eitt dygdarverk í allar
mátar.
Felags minni
og fortíð
Eisini løgmaður Kaj Leo
Johannesen heldur Spor í
Tinganesi vera ein fong hjá
føroyingum ikki minst í
mátanum,
bókin
nemir
bæði við okkara felags
minni og fortið.
Eins og flest onnur, havi
eg eisini sum smádrongur
verið út á Nesinum og hugt
at gandakenda Sólurinum.
Men líka so hugtakandi
ævintýrkenda urið var tá,
líka so hugtakandi er neyva
vitanin, sum Rolf Guttesen
nú letur okkum fáa lut í
eftir at hava vent og kannað
hvønn stein úti á Tinganesi.
Løgmaður leggur afturat,
at í gerandisdegnum hugsa
vit nokk ikki so nógv um,
hvussu stóran týdning tað
hevur at lýsa, granska og
varðveita fornfrøðilig tekin
og spor – spor, ið kunnu
vera við at lýsa, hvørji vit
eru og úr hvørjum uppruna
– spor, ið lýsa ein týðandi
part av okkara samleika.
Kaj Leo Johannesen ivast
heldur ikki í, at bókin verð
ur eitt týðandi íkast til verk
ætlanina, har arbeitt verður
við at fáa Tinganes á eitt
støði, har bæði fyrisiting,
ferðavinna og fornminni,
sum mynda okkara søgu og
tjóðarsamleika, koma til sín
rætt.
Tøkk
Øllum tykkum sum sýndu okkum ta
virðing, at minnast okkum á 30- ára
stovningardegnum, takka vit
hjartaliga, við ynski um eini gleðilig
jól og Harrans signing í komandi ári.
Graffiti frá fortíðini
Spor í
Tinganesi
Við bókini Spor í Tinga
nesi verður ein gongutúrur
á hellunum har ein upp
lýsandi ferð aftur í tíðina
fram við sjónligum spor
um og merkjum, sum øll
eru gjørd av menniskjum í
onkrari merking.
Sjálvur lýsir høvundur
in og geografurin, Rolf
Guttesen, innihaldið í bók
ini soleiðis:
”Um búmerkir, kum
passir, sólur, monogramm
ir, kongakrónur, skjøldrar,
krossar, árstøl, bókstavir,
høggmerkir,
slitmerkir,
graffiti og annað meira og
minni sjónligt, og nakað
um tað, sum ikki er ... í
hellunum í Tinganesi, men
eisini á Skinnaraskeri, á
Reyni, í Krókabrekku,
Amtmansbrekku
og
í
Sandagerði”
Í bókin greinar Rolf
Guttesen hesi merki nærri
við myndum og tilhoyr
andi teksti. Bókin er
skipað soleiðis, at fyrst er
ein
yvirlitsmynd,
sum
vísir allan lokalitetin; síð
an ein mynd av steininum;
og so ein nærmynd av
merkinum. Soleiðis skuldi
tað verið møguligt hjá
øllum við bókini í hondini
at funnið øll sjónlig merk
ir, sum eru meira enn 100
í tali.
Rolf Guttesen er føddur
í 1943 og uppvaksin í
Havn. Hann las geografi
og nátúrsøgu við Køben
havns Universitet og skriv
aði speciali í kulturgeo
grafi um fólkaflytingar í
Føroyum. Frá 1971 til
2005 arbeiddi hann sum
granskari og undirvísari á
geografisk institut í Keyp
mannahavn.
Seinnu árini hevur hann
arbeitt við søguligari geo
grafi og kannað, hvussu
gomul skjøl sum tíggj
undalistar og sýslumans
frágreiðingar, kunnu brúk
ast til at rekonstruera veð
urlagið og til at meta um
fólkatalið fyrr
Tað er forlagið Fróð
skapur sum gevur út bók
ina Spor í Tinganesi í sam
starvi við Løgmansskriv
stovuna.
BMW 316 ti CoMpaCt
BMW 316 ti Compact 1,8 frá desember 2001
til sølu.Sera væl hildin. Sýnaður í oktober
2007. Svartur, 2 hurðar, nýggj dekk.
tlf 213199
Rolf Guttesen, rithøvundur og geografur, signerar eitt eintak av »Spor í Tinganesi« til fyrrverandi landsantikvarin Arna
Thorsteinsson
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, helt tað vera sera hugtakandi umsíðir at fáa neyva
vitan um annars heldur ævintýrkendu sporini í Tinganesi
Í bókini ”Spor í Tinga
nesi” verða meir enn 100
sjónlig merki úti á Tinga
nesi lýst nærri