Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2008 3 w w w . h a v s b r u n . f o Vit sóknast eftir góðsku- umhvørvisleiðara Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og einum umsetningi uppá uml. 600 mill. Kr. Árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á mjøldeildini, og alifóður á fóðurdeildini. Vit koma í nærmastu framtíð at hava brúk fyri einum góðsku- umhvørvisleiðara og vilja hervið eggja áhugaðum at søkja hettar starv. Arbeiðsuppgávur: • At umsita góðskukervi á øllum virkinum. • At umsita samskiftið við mynduleikar á ymiskum økjum. • At samskipa og leiða umhvørvisarbeiði hjá virkinum. • Verða leiðari fyri innanhýsis starvstovuna. Vit rokna við at tú hevur: • Fyrisitingarligt hegni. • Áhuga fyri góðsku- umhvørvismálum. • Dugir at tillaga arbeiðsdagin, ið kann verða skiftandi. • Eldhuga og ágrýtni. Tú skal tola ymiskar tillagingar í arbeiðsuppgávum eins og nýggjar uppgávur kunnu koma afturat. Lønina tosa vit um. Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur skjótt og avbjóðingarnar broytast alla tíðina. Hevur hettar tín áhuga, so send eina umsókn so skjótt sum gjørligt. Tó seinast 01. Jan. 2009. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í smb. við Harvig Joensen, deildarleiðara ella senda ein teldupost. pf Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf 41 44 00 Fax 41 44 01 E-mail: haj@havsbrun.fo Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo Móttøka í nýggju hølunum hjá Reyni Service Fríggjadagin 19. desember kl. 14 – 17 verður móttøka í nýggju hølunum hjá Reyni Service í Hoyvík Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja okkara nýggja byggning. Eisini verður høvi at heilsa uppá verkføraran Heðin Hansen, ið hevði 25 ára starvsdag herfyri. Skráin fyri dagin er: 13: 55 Bet You Are William spæla. 14:15 Eivind av Reyni bjóðar vælkomin. 14:23 Laila av Reyni syngur. 14:30 Bjarni Djúrholm heldur røðu. 14:40 Bet You Are William spæla. 15:00 Laila av Reyni syngur. Eisini verður ein framsýning av brúðarkjólum hjá Sp/f Larey: www.larey.fo