Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 244 - 18. desember 2008 Kórkonsert í Fuglafirði Ein yndislig, stutt jólakonsert, har øll eru við í einum litríkum jólaljómi. Soleiðis ljóðar innbjóðingini til eina kórkonsert í Fuglafjarðar kirkju, sum verður komandi sunnukvøld klokkan 21. Øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin, verður sagt úr Fuglafirði. Næstan alt nýtt virk­ semið, sum ætlanin var at seta í verk næsta ár, verður strikað, men íløgur skulu gerast kring landið fyri at halda virksemið ígongd, sæst á fíggjar­ lógini fyri næsta ár, sum nú skal samtykkj­ ast endaliga Fíggjarlógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Næsta ár fer hallið á fíggjar­ lógini at vera einar 500 milliónir krónur. Tað er greitt, eftir at fíggj­ arnevndin hevur verið við sjóneyku og kritiskum brill­ um ígjøgnum allar játtanir á fíggjarlógini. Og í gjár legði fíggjar­ nevndin so sína niðurstøðu fyri Løgtingið. Og har sæst, at samanlagt minkar hallið nakað væl aft­ ur ímóti tí, sum landsstýrið hevði stungið út í kortið Tey heilt endaligu tølini eru ikki komin á enn, men tað er greitt, at fíggjarnevnd­ in ætlar, at næsta ár skal hallið verða umleið 500 milliónir. Tá er roknað við almenn­ um íløgum upp á 240 milli­ ónir krónur og í hesum sam­ bandi hevur fíggjarnevndin lagt seg eftir at spjaða íløg­ urnar um alt landið. ­ Tá ið landsstýrið legði uppskotið fram, varð hugt eftir, hvussu játtanin er í ár og hvat nýtt virksemið ætl­ anin var at seta í verk næsta ár, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini. Hann sigur, at í hesum sambandi hevur landsstýrið boðað frá, at næsta ár er ætlanin at seta nýtt virksemi ígongd, sum hevði kravt 118 nýggj, almenn starvsfólk. Fíggjarnevndin hevur tikið tað allarmesta av hes­ um nýggja virksemi burtur av aftur. Í hesum sambandi hevur fíggjarnevndin hugt eftir nýtsluni á teimum ymsu stovnunum 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár og so rokna nýtsluna fyri desember út eftir tí og soleiðis er komið fram til ársnýtsluna. ­ Vit hava tikið játtanina fyri í ár og hava so hækka tær 3% fyri at leggja upp fyri lønarvøkstrinum, sigur Anfinn Kallsberg. ­ Prinsippið hevur verið, at virksemið skal ikki økjast næsta ár. ­ So er tað onkur stovnur, sum ikki hava havt fult virk­ semi í 2008. Vit hava ikki hugt eftir játtanini, men bara eftir tí, sum er brúkt So eru tað stovnar, sum hava bundið seg til fleiri útreiðslur í desember, eitt nú við fleiri starvssetanum, fáa teir ein trupulleika næsta ár, tí játtanin hækkar bara eftir nýtsluni 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár og ikki eftir játtanini, sigur for­ maðurin í fíggjarnevndini. Kortini hevur fíggjar­ nevndin lagt uppfyri tí virk­ semið, sum tað ikki slepst undan at hækka, eitt nú har skúlar hava tikið størri og fleiri flokkar inn. ­ Tað virksemið heldur fram, sigur Anfinn Kallsberg. Hann sigur, at so leingi búskapurin ikki veksur, er heilt ómøguligt at lata raksturin veksa. Men kortini vil tað al­ menna halda hjólini ígongd og tí er umráðandi at tað almenna ger íløgur fyri at haldavirkseminum ígongd. ­ Íløgurnar eru ikki varandi, men eru burtur, tá ið tær eru lidnar og tær kunnu eisini niðurlagast, tá ið tíðirnar batna, uttan at tað fær avleiðingar, sigur Anfinn Kallsberg. Hallið komið niður á 500 milliónir ­ Tað eru nógv, sum føla seg illa viðfarn­ an, men í 2010 ár verður neyðugt við fleiri skerjingum, sigur Anfinn Kalls­ berg, formaður í fíggjarnevndini, nú síðsta hond skal leggjast á fíggjar­ lógina fyri næsta ár Fíggjarlógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta verður ongin dansur á rósum. Anfinn Kallsberg, for­ maður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, staðfestir, at fíggjarliga fer tað at svíða nógva staðni næsta ár. Í gjárkvøldið legði fíggj­ arnevndin sítt álit fyri Løg­ tingið um fíggjarlógina fyri næsta ár og gongst sum ætl­ að, verður tað endaliga sam­ tykt í morgin. Men samstundis staðfestir Anfinn Kallsberg eisini, at tað verður neyðugt hjá polit­ iska myndugleikanum at standa sum kletturin fyri at fáa skútuna aftur á beint sum skjótast. Tí staðfestir hann eisini, at nú tað sígur samanum fíggjarliga, má landskassin standa sum ein buffari, ið tekur tann ringasta stoytin. Tað skal landið gera við at byggja út og seta arbeiði ígongd fyri at halda almenn­ um virksemi á einum ávís­ um støði, nú privata vinnan er í trongstøðu og sigur fólk­ ið upp. ­ Og tað er akkurát hesin politikkurin, sum sermerkir álitið, sum fíggjarnevndin hevur lagt fyri Løgtingið, sigur Anfinn Kallsberg. Fleiri skerjingar næstu ferð Eftir álitinum verður hallið á fíggjarlógini næsta ár ein­ ar 500 milliónir krónur og tað eru einar 70 milliónir minni enn landsstýrið hevði lagt upp til. Men Anfinn Kallsberg sigur, at í 2010 verður neyð­ ugt við fleiri skerjingum, tí tá skal hallið helst ikki vera meiri enn 350 milliónir krónur og um eini trý ella fýra ár skal tað helst verða heilt burtur. ­ Tað veður ikki lætt og tað fer at seta síni krøv til pol­ itiska myndugleikan, tí sam­ stundis sum raksturin má skerjast, fara lønirnar upp. ­ Tað er púra greitt, at raksturin kann ikki blíva við at hækka við somu ferð, sum hann er hækkaður hesi seinastu árini, har samfel­ agið er blivið einar 350 milliónir dýrari at reka fyri hvørt ár. Ikki undir umsiting Hann sigur, at tískil verður neyðugt at tálma vøkstrinum so tað munar fyri at fáa javnvág aftur í búskapin, tí raksturin kann hækka meiri enn búskaparvøksturin. ­ Og sum útlitini eru nú, eru ongi útlit fyri búskapar­ ligum vøkstri tey næstu árini. Annfinn Kallsberg mælir tí staðiliga frá at pilka meiri við tey tølini, sum fíggjar­ nevndin hevur sett á fíggj­ arlógina fyri næsta ár. Hann er fullgreiður yvir, at tað er eitt hav av góðum forkláringum upp á, hví nógvar játtanir eiga at verða hækkaðar næsta ár. ­ Men yvirskipaða enda­ málið hjá okkum má vera at fáa javnvág á fíggjarlógina um eini trý, fýra ár. Tað endamálið mugu vit seta okkum longu nú og tískil verður neyðugt at tálma og skerja raksturin. ­ Standa vit ikki fast, er tað skjótt, at hallið kann blíva enn størri næsta ár og so verður tað skjótt ein spurningur um, at tað verð­ ur onkur annar, sum setir treytirnar fyri okkum og tað mugu vit fyri alt í verðini fyribyrgja. ­ Tað fer at gera tað nógv tórførari at fáa fíggjarligu viðurskiftini í rættlag og vit kunnu ikki í fleiri ár hava 500 milliónir enn hetta og slett ikki eitt størri hall enn hetta. Men hinvegin vil hann als ikki siga, at tey næstu árini verður ein spurningur um yvirlivilsi hjá føroysku tjóðini. ­ Tað verður tað ikki, tí tað hava vit politiskt støðu­ festi, fer tað at bera væl til at stýra ímillum skerini, utt­ an at gera ilt verri, sigur Anfinn Kallsberg. ­ Tað verður ein spurning­ ur um at taka tey røttu stig­ ini ta røttu løtuna, leggur formaðurin í fíggjarnevndini afturat. Tað fer at svíða tey næstu árini Hetta er ikki ein spurningur um at yvirliva, tí so illa stendur ikki til. Tað snýr seg um at taka tey røttu politisku stigini ta røttu løtuni, tí so ber væl til at stýra ímillum skerini uttan at gera ilt verri, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum Wenzel sponsorerar festivalin í Kirkjubø Bilasølan P/F Wenzel sponsorerar tónleikafestivalin »Við Múrin«, sum verður í Kirkjubø frá 16. til 18. juli 2008. Talan verður um tveir bilar, sum verða skiftir út við jøvnum millumrúmi. Fyrstu bilarnir vera tveir Ford Ka, síðan verða teir útskiftir við aðrar Ford bilar og onkrar Volvo, sum nú eisini verðaw seldir hjá P/F Wenzel. Mikudagin handaði Jógvan Højgaard, stjóri hjá P/F Wenzel, lyklarnar til bilarnar til Mark Joensen og James Olsen frá festivalinum.