Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2008 15 Tað var tann tíð, tá ofta hoyrdist um fíggjarligar trupulleikar í sjónvarpinum. Einaferð boðaði ein sjónvarpsstjóri frá, at ólav­ søkan skuldi sparast burtur, tí fíggjarorkan var ov lítil. Eina aðra ferð segði ein annar sjón­ varpsstjóri, at um sjónvarpið gjørdi rætt, so sendi tað DR allan dagin burtursæð frá, tá før­ oyskar sendingar vóru at senda. Hetta vóru provokatiónir, ið hvørki imponeraðu politikar­ arnar ella skaptu nakra vælvild mótvegis sjónvarpinum. Útvarp­ ið hoyrdist ikki so nógv til. Við síni trivaligu bankabók passaði tað seg sjálvt og syrgdi fyri, at tað ikki gjørdist eitt alment býtisbarn og ein politiskur kontroversur. Heilar 15 milliónir krónur átti Útvarp Føroya á bók longu í 1990, og tá digitaliser­ ingin var gjøgnumførd í 2004, stóðu 13 milliónir krónur á somu bók. Hendan heilt serliga støðan fyri ein almennan stovn fekk einaferð eitt skemtiligt høvd at siga, at útvarpið var sum Tórshavnar Skipasmiðja. Har tagdu tey um pengar, tí har var nóg mikið til. Men so hendi nakað. Útvarp­ ið, sum syrgdi væl og virðiliga fyri sær sjálvum við lurtara­ gjaldi, V4 og lýsingarinntøk­ um, fekk brádliga eina ómøgu­ liga uppgávu í 2004. Eitt lands­ stýri kom til valdið, sum hevði eitt horn í síðuni á sjónvarpi­ num, tí nakrir sjónvarpsjourna­ listar í eini bók høvdu gingið einum fólkafloksløgmanni ov nær. Undir valstríðnum í jan­ uar 2004 setti fólkafloksmað­ ur fram hóttan í eini útvarps­ sending um, at hendan bókin skuldi fáa avleiðingar fyri sjónvarpið eftir valið. Seks mánaðir seinni, í august 2004, boðaði nýggi landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum við menta­ málum frá, at sjónvarpið skuldi leggjast saman við útvarpinum, tí hetta fór at verða tað besta fyri lurtarar og hyggjarar og haraftrat starvsfólkini. Lensað bankabók Tað, sum í veruleikanum hendi, var, at sjónvarpið varð tikið av sum stovnur. Óbeinleiðis varð stjórin uppsagdur, og útvarpið fekk til uppgávu at rudda upp eftir sjónvarpinum. Tásitandi útvarpsstjórin kom í eina trupla støðu. Noktaði hann at taka upp­ gávuna upp á seg, misti hann kanska sjálvur starvið, so hann valdi at royna. Men hann var eins og fleiri onnur skjótur at ávara um vandarnar. Hann visti fullvæl, at sjónvarp er so dýrt at gera, at tað etur pengar, og hann sá, at fíggjarliga býtisbarnið í Vørðsluni skjótt kundi fara at lensa bankabókina hjá útvarpi­ num. Bara trý ár gingu, so kast­ aði hann frá sær, og hygg so, hvussu støðan er vorðin. Nú standa sambært Kjakarínum fýra milliónir krónur eftir á bók hjá útvarpinum, og Kringvarp Før­ oya skal spara 5,9 milliónir krón­ ur fyri at fáa raksturin í 2009 at hanga saman. Fallittbúgvið sjónvarpið útpínir nú útvarpið. Og hvat uppliva vit í hesum sambandi? Vit hava upplivað eitt útvarp og eitt sjónvarp und­ ir heitinum Kringvarp Føroya, sum hevur hótt politisku skip­ anina og alt Føroya fólk við at taka av Dag & Viku og 3­2 fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Tað, sum bara sperda sjón­ varpið plagdi at brúka sum ódámligt vápn, er nú vorðið vápnið hjá útvarpinum eisini, og úrslitið er, at útvarpið og sjónvarpið nú í felag verða fat­ að sum grenjandi problembørn í hugaheiminum á Føroya fólki. Avrokningin frá politisku skip­ anini eftir klossutu hóttanina frá kringvarpsstjóranum var eisini kontant. Tað almenna letur ikki kringvarpinum eina krónu. Av sonnum ólukksáligt spell og illa avstaðfarið, at eisini útvarpið, ið jú passaði seg sjálvt og ongum lá til last, nú skal vera endað sum ein mestsum falleraður stovnur við taparamentaliteti. At níggju milliónir krónur eru runnar úr kassanum hjá útvarpinum farnu fýra árini, má metast sum vanrøkt av einum stovni, ið annars var fíggjarliga í lagi. Hvør hevur ábyrgdina, kunnu politikarar, stýri og leiðsla hugleiða um, men lítið hugflog krevst fyri at síggja, at samanleggingin í 2004 hevur verið ein vanlukka fyri útvarp­ ið. Ikki minni kontroversiell verður samanleggingin av, at tann felags leistur, sum verandi leiðsla ímóti politiska viljanum legði upp til, at Kringvarp Før­ oya skuldi stýrast eftir, ikki fær undirtøku í politisku skipanini, og at stovnurin tí framvegis skal rekast sum tveir stovnar á týðandi økjum. Fíggjarliga og bygnaðarliga er Kringvarp Føroya meira í andaleypi nú, enn tað var í 2004, og spyrt tú so, hvør innihaldsliga ætlanin er, verður støðan ikki frægari, tí har hoyrist onki annað enn, at kringvarpið skal dyrka føroyskt mál og samleika. Men tað eru 50 ára gomul tíðindi. Avsagdir journalistar Undrunarvert er tað, at sum fyrsta stig til nýggjan bygnað í Kringvarpinum fyrr í ár vórðu tríggir útbúnir journalistar við drúgvum royndum degraderaðir úr leiðarastørvum. Uppaftur tveir aðrir, harav annar var fyrrverandi stjórin, eru farnir í onnur størv. Tá nýggjur keisari kemur til valdið, vil hann um­ gyrða seg við sínum egnu, og soleiðis ger nýggjur stjóri eisini, sum risthentur og grát­ andi av ringari samvitsku setir makt fram um fak og virðing fyri lívsverkum. Men hvønn góðan eigur journalistiska fakið í kringvarpinum í dag? Tað má vera met í vantandi fakligum fokus, at útbúnir journalistar og roynd fólk systematiskt verða ruddað til viks, meðan stovn­ urin í uppsagnartíðum setir lýsingarfólk og HR­mennarar í starv. Her má fakfelagið Før­ oysk Miðlafólk, ið varðar av áhugamálunum hjá journalist­ iska fakinum, skjótt fara at floyta, tí fakið verður grovt undirminerað á Føroya fremsta loftmiðlastovni. Kringvarpsstjórin skrivaði herfyri, at so leingi almennar skattakrónur verða brúktar til at seta tey næstbestu, tí almenna skipanin er so stirivin, verður trupult at fáa skattakrónur at sparka reyv. Akkurát so fullu orðini. Meinti hon, at kring­ varpið hevur ikki ráð til at seta tey bestu starvsfólkini í starv, so var hetta ein hopleys útsøgn, tí hvussu skulu verandi starvs­ fólk nú annað enn kenna seg sum næstbest? Og hvussu hong­ ur hetta saman við, at tær fak­ ligu royndir, sum longu vóru í húsinum, skulu setast til viks? Havi hug at nevna taparamental­ itetin aftur. Er tað fíggjarliga ikki umberingin, so er trupul­ leikin stirvin rekrutterings­ politikkur. Men jú meira tú knarrar sum almennur stjóri, jú færri glaðar gjaldarar fært tú, tí teimum, sum ábyrgdin er givin, vilja fólk hava loysnir frá og ikki grenj og hóttanir. Útvarp fyri rest Og so kunnu vit spyrja, hvat fyri útvarp og sjónvarp vit hava í væntu. Útvarpið varð sett á stovn til tess at vera Føroya fremsti upplýsingarmiðil og mentanarberi. Fólk offraðu sítt lív til tess at útinna hendan setning í verki og m.a. eisini skaffa stovninum nútímans hølisumstøður. Sjónvarpið varð stovnað til tess at bera føroyskt dygdartilfar fram í orðum og myndum. Árini eftir, at sjón­ varpið kom í 1984, høvdu Før­ oyar eisini tað besta samlaða útboðið av føroyskum loftmiðla­ tilfari, sum Føroyar nakrantíð hava havt, tí útvarpið og sjón­ varpið fóru at kappast. Tey kappaðust fyrst og fremst um innihald og dygd. Sjónvarps­ fólkini vildu prógva, at tað bar til at gera gott føroyskt sjón­ varp, og útvarpið oysti sending­ ar á skránna við alskyns inni­ haldi, sum skuldi vísa, at besti journalistikkurin var har. So er ikki meira. Síðan loft­ miðlamonopolið varð tikið av í 1998, eru sendingar við klassisk­ um journalistiskum og mentanar­ ligum innihaldi fækkaðar nógv bæði í útvarpinum og sjónvarpin­ um. Sendingar við meira ella minni ófyrireikaðum snakki eru vorðnar bulurin í útvarpinum, tí útvarpið vil fylla minuttirnar og tekkjast lurtarunum á lættasta hátt. Í sjónvarpinum er ongin inni­ haldslig uppdrift yvirhøvur long­ ur, men kortini hava nøkur fá hildið Degi & Viku, 3­2 og barna­ sendingunum á floti, og hetta saman við einstøkum dokument­ arsendingum er at fegnast um. Men hvørji eru útlitini? Á dokumentardeildini og pro­ grammdeildini hjá kringvarpi­ num eru í løtuni umleið 40 fólk, harav í mesta lagi trý hava journalistiska útbúgving. Helm­ ingurin er fólk úr sjónvarpinum, og báðir deildarleiðararnir koma úr sjónvarpinum og hava ongantíð gjørt eina útvarpssend­ ing. Trupult er ikki at ímynda sær, hvørjum hjartað bankar fyri hjá hesum fólkum, og lætt er tí at rokna út, hvønn veg tað ber. Samanleggingin, ið hevði til endamáls at loysa æviga trupulleikan Sjónvarp Føroya, tykist ikki bara at útpína útvarp­ ið fíggjarliga, men eisini inni­ haldsliga, ja, rætt og slætt sum upplýsingarmiðil og dyggan mentanarbera. So kanst tú spyrja, hvat er vunnið við samanleggingini, og svarið er, at alt ov nógv er tapt. Eitt stórt pluss og eitt stórt min­ us endaðu sum eitt stórt minus. Má at enda siga hesa lítlu søg­ una um, tá nakrar erpnar nov­ isur í fótbóltsfelagnum Vejle, ið høvdu stungið fingurin í nalvan heldur enn í jørðina, fyrst í nítiárunum brádliga uppsøgdu venjaran Allan Simonsen, sjálva ímyndina um danskan fótbólt í ein mansaldur. Ein royndur viðmerkjari á einum av bløðunum frætti hetta, hugdi mistrúgvin upp um brillukantin og skrivaði turrisliga í blaðið: “Man fyrer ikke en legende!” Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Samanleggingin útpínir útvarpið Tíðargreinin tíðargreinin Uni Arge, journalistur Avleiðingarnar av, at sjón­ varpið og útvarpið við einum pennastroki vórðu løgd saman, vísa seg nú. Útvarpið, sum var ein væl konsolideraður stovnur við 13 milliónum krónum á bók, skríður nú í skræðuni saman við sjónvarpinum, og vandi er fyri fallitti og tapara­ mentaliteti á báðum støðum. Farna árið eru eisini fimm útbúnir journalistar settir ella farnir til viks í kringvarpinum, og stundin má tí vera komin, at fakfelagið Føroysk Miðla­ fólk fer at átala ágangin á journalistiska fakið viðmerkingar