Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 244 - 18. desember 2008 Í vikuni hava vit merkt spariknívin hjá samgong­ uni í mun til pensjonistar­ nar. Ein ordans hvøkkur, at trý mál á rað øll snúðu seg um at taka frá serliga pen­ sjonistunum. Tilsamans snúði tað seg um á leið 10 millionir – ikki tað stóra á einum fíggjarlógaruppskoti við einum halli upp á 580 milliónir, men uppskot sum svíða hjá fleiri pensjonistum. Vit fingu ein ordans hvøkk, tá vit sóu, at bert spariuppskot vóru í almannamálum. Bert sparast í almannamálum? Signalvirðið í hesum haldi eg vera ógvuliga óheppi! Fyrr vóru almannamál heimahoyrandi í Danmark. Nú eru tey heimtikin – hóast tað ikki altíð tykist so. Einki av teim trimum spariuppskotunum hevði verið til hoyringar og mál­ ini skuldu avgreiðast skjótt. Slíkt lýsir sam­ gonguhugburðin til økið sera greitt. Hvat er tað fyri eitt sam­ felag, sum kann liva við, at bert sparingaruppskot koma frá ráðharranum í almannamálum? Vænti, vit øll saknaðu eldsálina Finn Helmsdal sála, undir viðgerðunum av hesum sparimálum. Hugs­ aðu, hvat hevði hann sagt til hesi mál? Vita, hann hevði fingið okkum øll at lurta og greit sagt sína hugsan. Tað var altíð so læruríkt og kveikjandi, at hoyra hann røða um almannamál. Eitt satt ‘kick’ hjá einum nýggjum politikara sum mær, tá hann hevði orðið. Tí hann var ein av teim sera fáu í løgtinginum sum visti, hvat hann tosaði um, tá hann tosaði um sosialmál. Spariuppskotini frá almannaráðharranum eru tey fyrstu frá ABC. Higar­ til hava vit annars ikki sæð stórvegis arbeiðið ella átøk frá samgonguni. Burtursæð frá eini eykajáttan til Smyril Line sum bleiv skundað ígjøgnum og eitt øðiligt sigarett kegl. Eisini – fyri ikki at siga serliga ­ í sparitíðum er umráðandi vísa í verki, at allir føroyingar hava sama rætt til at liva, virka og verða vird. Eisini tey sum hava truplast kor. Vælvirk­ andi sosialar skipanir eru týdningarmiklast í truplum tíðum. Andstøðan vil so fegin vera við Um sparast skal, mugu vit spara á fleiri økjum, av­ gjørt ikki útilokandi á sosiala økinum ella einum ávísum málbólki. Vildi so ynskt, at vit í andstøðuni eisini vóru við í hesum arbeiðinum. Vit halda tað avgjørt ikki vera í lagi bert at taka frá fleiri teirra sum hava minst – og so slettis ikki fyrst at taka frá teimum. Tykist sum øvugtur Robin Hood hugburður. Hvussu kunnu vit annars tulka tað, at fyrst verður tikið frá pensjonistunum og sum er, ikki frá nøkrum øðrum, hóast heili 8 onnur ráð eru? Rímiligast má vera, at breiðastu herðarnar í felag bera tyngstu byrðar­ nar. Í bestu tíðum – við Javnaðarflokkinum á odda – valdi ABC at geva breið­ astu herðunum størst skatta­ lætta og nú veitslan er av, verður fyrst tikið frá nøkr­ um teirra, sum eru mest sperd! Magni Laksafoss segði á Rás 2 undan fundinum sum Tjóðveldi skipaði fyri týskvøldið, at hann kundi hugsað sær eina savningar­ stjórn, har allir flokkar á tingi vóru umboðaðir. Veldugt hugskot og vit í Tjóðveldi eru fult út til reiðar. Vit eru vit fús at taka ábyrgd og vita, at í komandi tíðum er neyðugt við strukturellum broyting­ um, øðrvísi raðfestingum og til ber ikki at oyðsla. Spariuppskotini Spariuppskotini snúðu seg um at umsorgararbeiðið, møguleikan hjá øllum pen­ sjonistum at fáa stuðul til vitaminir, handkeypsheili­ vág og kosttilskot og at javn­ ingin í almannaveitingum verður 3 heldur enn 4 %. Framyvir kann latast stuðul til mattænastu, koyri­ tænastu og vitjanartænastu. Alt gott um tað – men trupulleikin er at stuðul frá landinum til dagtilhald dettur burtur. Nógvar atfinningar hava verið um hetta og fleiri orsøkir eru til at hendan sparing er átaluverd: • Ongar ábendingar hava verið um tað fyrr enn eftir at kommunurnar hava gjørt fíggjarætlan fyri 2009 • Vit tosa her um sparing sum beinleiðis ávirkar lívsdygdina hjá eldru menniskjunum • Dagtilhaldini fyribyrgja uttan iva fleiri røktarheims­ plássum Í november spurdi Tjóð­ veldi nær og um eldraøkið skuldi leggjast út til komm­ unurnar. Eisini vildu vit vita, um kommunuskatt­ urin framyvir skuldi vera proportionalur ella pro­ gressivur – also um tað vóru tey sum áttu mest ella minst sum skuldu rinda mest í kommunuskatti. Heldur einki svar – bert útsagnir frá ymsu sam­ gonguflokkunum sum endurspeglaðu, hvussu ósamdir samgonguflokk­ arnir vóru um hetta. Hóast hetta ikki er greitt, kann samgongan eftir øllum at døma semjast um at spara tilhaldini burtur eftir at kommunurnar hava viðgjørt fíggjarætlanina fyri næsta ár og tískil í fleiri førum hava ilt við at finna peningin til hetta fyribyrgjandi arbeiðið. Eg skilji ikki raðfestingina og og skilji als ikki, at valt verður at gera hana SO brádliga. Hvussu kann hetta gerast uttan at málið hevur verið til hoyringar og uttan nakra ábending? Tað snýr seg ikki bert um peningin, men sanniliga eisini um framferðarháttin. Einsamøll eldri? Vit vita, at nógv eldri fólk kenna seg einsamøll. Og at serliga menn kanska hava ilt við at fara til ymisk sosial átøk sum eru. Júst dagtilhaldini eru tó nakað sum nógvir pensjonistar gleðast um sum ein týdn­ ingarmikil partur av ger­ andisdegnum. Fleiri teirra tosa kanska ikki við so nógv onnur enn tey, sum tey eru saman við í dag­ tilhaldinum. Her fá tey góð prát, fara til ymiskt ment­ anarligt saman við øðrum, spæla ein sjaws, nýa hend­ ur og heila osfr. Okkum dámar væl at siga at familjurnar í Før­ oyum eru so tættar, og vit hava stóra umsorgan fyri teimum sum eru eldri. Tað er helst eisini rætt. Men, tað skert ikki burtur at gerandisdagurin hjá teim flestu eldru er, at tey ikki búgva undir somu lon sum yngri ættarliðini, og at tey heldur ikki síggjast dag­ liga. Arbeiðið, smærri børn, hús og heim og annað ger at ættarliðini – ommur, abbar, børn og barnabørn ikki síggjast eins nógv og fyri nøkrum árum síðani. Tíðin er knøpp hjá teim flestu. Er talan um eina sparing? Nakað av tí sum fólk hava funnist at í samband við hesa sparing er, um hetta nú veruliga er ein sparing. Mong meina, at hetta er tað øvugta, og eg hugsi, at hesi hava rætt. Um ein stórur partur av lívsinni­ haldinum hjá hesum menniskjum verður tikin frá teimum, er væl hugs­ andi, at tey setast heima, gerast innisæl og eldast nógv skjótari enn um tey vóru virkin. Orkan til sjálv/ ur at skipa fyri er kanska ikki til staðar. Ja vit vita, hvussu skjótt menniskju ávirkast, um tey ikki hava nakað at gleða seg til ella fara upp til um morgunin. Las nýliga eina kanning um eitt sonevnt eksperi­ ment á einum ellisheimi. Tey flestu sum búðu á ellisheiminum vóru ung í 1950­unum og tey høvdu tí gjørt eini hús júst sum í 1950­unum. Innbúgv, klæði, tónleikur, matur ja alt í húsinum var sum í 1950­unum. Tá hesi eldru fólkini sum búðu á ellis­ heimi komu í húsið sást skjótt munur á teimum. Tey – sum høvdu fingið alt serverað, fóru nú sjálvi at gera mat, vaska upp, syngja og dansa. Flest øll kenna vit helst onkran, sum er følnaður av bert at sita og trilla tummilfingrar í einsemi. Men vit kenna helst eisini øll dømi um menniskju sum hava eitthvørt at fara upp til um morgnarnar og tískil eru virkin og virkisfús – hóast tey eru gomul í árum. Mín boðskapur er, at hugburðurin má vera, at allir føroyingar skulu hava sama rætt at liva og verða vird – eisini penjonistarnir og tað haldi eg ikki at tey hava, um dagtilhaldini bara við einum fingraknipsi vera skorin burtur. Tykist mær, at samgong­ an ræðist skynsamt fyri­ byrgjandi arbeiðið. Meini so við – dagtilhaldini spard burtur og koppseting til gentur móti lívmóðurháls­ krabba var heldur ikki ein samgonguraðfesting – ja, eg undrist eisini! Órættvísur býtislykil? Vit hava hoyrt samgonguna siga, at lógaruppskotið er rímiligt, tí býtislykilin var órættvísur – summar kommunur fingu eitt sindur til dagtilhaldini, aðrar nógv og summar ikki eitt reytt oyra. Gamaní – men er tað so ikki rættari at broyta sjálvan býtislykil­ in enn at allar kommunur missa hendan møguleikan? Próvførslurnar eru ikki nóg góðar eftir mínum tykki. Sagt verður, at endamál­ ið við uppskotinum er at tálma útreiðslurnar. Áhuga­ vert hevði verið at fingið svarað hesum spurningum: Skulu útreiðslurnar tálmast vegna desideraðar sparingar? • Er eldraøkið eitt øki sum er forfordeilt sum er? • Er tað rímiligt, at eingin hoyring hevur verið hesum máli? • Er tað skynsamt at heili 3 spariuppskot serliga raka ein bólk – pensjonistarnar? • Er tað ikki løgið, at vit enn bert hava sæð spariuuppskot innan almannaøkið? Heldur pápapengar og hjálp til tey i treingja sum mest Um eg skuldi nevnt eitt øki sum sparast skuldi innan almannaøki, var tað ikki dagtilhaldið. Fyri mín part kann eg siga, at eg hevði hildið tað verið meiri rímiligt at foreldur, sum ikki eru saman í felag rindaðu útreiðslurnar, sum standast av at hava eitt barn. Metingar vísa, at eitt barn kostar í miðal 3000 kr mánaðarliga. Í dag rindar tann sum barnið ikki býr hjá einans smáar 1000 kr fyri hvørt barnið og fær helvtina aftur frá tí almenna. Tann logikkin síggi eg ikki. Um stuðul skal latast frá tí almenna, skal uppihaldspeningurin væl upp. Samgongan kundi ikki semjast um tað og tí hendi einki í so máta. Nevndararbeiðið Sum nevnt eru hesi trý málini og fleiri afturat skrumblaði ígjøgnum uttan so frætt sum at hava verið til hoyri­ngar. Tú hugsar kanska: Aja, hoyringin kann væl eisini fara fram í nevndini – Trivnaðarnevnd­ ini í hesum føri. Men nei, samgongan noktaði hesum, tí álit skuldu skrivast við eitt....uttan hoyringar. Samgongan hevði tikið støðu og meir var ikki at tosa um, bleiv sagt. And­ støðan hevur tí ikki sæð seg føra fyri at skriva álit í hesum málum. Hvussu kunnu vit tað, tá vit ikki sleppa at hoyra fólk, sum heldur ikki eru hoyrd undir lógarsmíðinum? Eg kann bert undra meg – enn einaferð um ABC arbeiðslagið. Meðan eg hugsi: ABC treingir avgjørt til E! Stórur tørvur á E heldur enn ABC Bergtóra Høgnadóttir Joensen Ærligur Eg kann nokk kallast ein trúgvandi fýr tí eg trúgvi at Satan uppfann grýluskort sín gud við blekk og pappír. Satan skrivar í síni halgaðu bíbliu bók at hópmordarar og syndarar ganga undan reellu fólkum innar í Guds ríkis heksakók. Satan triumferar í bíbliu við ráns leið at alt skal vera tikið frá okkum sum einki eiga ­ eisini rættindi at eiga. Hallur Andreasen Ovari vegur 27 Oyndarfirði Troyttandi vrøvl Jehova vitni renna upp á dyrnar við boðskapinum at Bíbliubókin er dottin himmali úr Álvaratos tey kenna ikki eingang høvundan ið kallaði seg so mangt alt eftir humøri Satan fer aldri aftur at siga nakað og tí skrivaði hann reypið og prestar so samla tað saman til Bíbliu bók vóru wc rullur av pappír ið skuldu koyrast í pottin við ingrediensum til heksakók Hallur Andreasen Ovari vegur 27 Oyndarfirði viðmerkingar