Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2008 17 Tað er púra víst eitt graf­ iskt flott temablað – “Frá bygd til bý”, ið Hellurnar. com við Jústinus Leivsson Eidesgaard (hereftir JLE) hava latið úr hondum. Men innihaldið tykist mær heldur svikaligt, serliga tann parturin, ið byggir á eina heldur obskura Gallup­kanning. Eg kundi hugsað mær at spurt JLE um nøkur rættiliga ítøkilig ting viðvíkjandi Gallup­ kanningini og viðgerðina av henni í temablaðnum. Fyrstu spurningarnir snúgva seg um sjálvt hag­ frøðiliga trúvirðið á kann­ ingini, meðan seinnu spurn­ ingarnir snúgva seg um niðurstøðurnar, ið JLE ger sær burtur úr svikaligu hag­ tølunum. Hesir spurningar skulu serliga haldast upp móti kortinum á síðu 3 í blaðnum og fylgjandi niður­ støðu í sjálvum tekstinum á somu síðu: “Kommunala landslagið fer helst at síggja soleiðis út: Norðoyggjar verða ein kommuna. Eysturoyggin og streymoyarparturin av Sundakommunu gerast ein kommuna. Vestmanna og Kvívík leggja saman við Vágunum. Sandoyggin og Skúvoyggin og Stóra Dím­ un saman við Tórshavnar kommunu, og Suðuroyggin verður ein kommuna.” Hvussu er kanningin skrúvað saman? Hvussu nógvar borgarar hevur JLE biðið Gallup um at spyrja totalt? Hvussu nógv eru vorðin spurd í hvørjari kommunu? Er á nakran hátt tikin hædd fyri aldursbýti, kyns­ býti ella geografiskum býti innanhýsis í kommununum? JLE endurgevur í tema­ blaðnum úrslit fyri Tórs­ havnar kommunu, Vest­ manna kommunu, Kvívík­ ar kommunu, allar komm­ unur í Vága sýslu, allar kommunur í Sandoyar sýslu – uttan Skúvoyar kommunu – og allar komm­ unur í Suðuroyar sýslu. Merkir hetta, at ongi úrslit fyriliggja fyri Skúvoyar kommunu, allar Norðoyggj­ ar, alla Eysturoynna um­ framt Sunda kommunu? JLE nevnir sjálvur, at hann hevur biðið Gallup gjørt kanningar í einum øki samsvarandi við 30.000 íbúgvum, og svarar hetta væl til, at Norðoyggjar, Eysturoy, Sundalagið og Skúvoyar kommuna ikki eru kannað? Er hetta rætt skilt? Um JLE svarar undan­ farna spurningi játtandi – at hesar kanningar ikki fyriliggja – hvussu er JLE so komin til niðurstøðunar á síðu 3, at Skúvoyar kommuna ynskir tað sama sum hinar kommunurnar í Sandoyar sýslu? Norðoyggjarnar ynskja at vera ein kommuna og ikki t.d. saman við kommunum í Eysturoy? Eysturoyggin – umframt Sundalagið – ynskir at skipa seg í eina kommunu? Eru fuglfirðingar, gøtufólk, leirvíkingar, strandingar, toftafólk, eiðisfólk og sundafólk spurd um hetta? Vantandi samsvar millum tøl og niðurstøður Hvussu sampakkar ein samanlegging av Sand­ oynni og núverandi Tórs­ havnar kommunu við, at 48 % av teimum spurdu í Tórshavnar kommunu ikki ynskja, at kommunan verð­ ur víðkað, meðan einans 36 % ynskja eina víðking? Hvussu kemur JLE til ta hábærisligu niðurstøðu, at sandoyingar ynskja saman­ legging við Tórshavnar kommunu, tá einans 20 % í Skopunar kommunu, 18 % í Sands kommunu, 28 % í Skálavíkar kommunu, 13 % í Húsavíkar kommunu og eitt óupplýst prosenttal í Skúvoyar kommunu sam­ bært kanningini ynskja hesa samanlegging? Hvussu kemur JLE til ta niðurstøðu, at suðuroyingar ynskja at skipa seg sum ein kommuna, tá 44 % av Vág­ bingum ynskja tvær komm­ unur, meðan einans 32 % ynskja eina felags komm­ unu fyri alla oynna? Hvussu sampakkar ein samanlegging av Vest­ manna og Kvívík við einari samanlagdari Vága komm­ unu, at einans 28 % av vestmenningum og einans 24 % av kvívíkingum halda hetta vera eina góða loysn? Meðan 23 % av vestmenningum og 26 % av kvívíkingum halda tað vera best við einari sjálv­ støðugari felagsskommunu á Vesturstreymoy? Og meðan 24 % av vestmenn­ ingum og 18 % av kvívík­ ingum ynskja eina felags samanlegging við Tórs­ havn? Hevur JLE gjørt sær far um ta risastóru hag­ frøðiligu óvissu, ið er innbygd í Gallup­kanning­ um, ið ger, at tað ikki kann dragast ein greið niður­ støða út frá tølunum? Ivi um trúvirðið Lat meg siga sum er, at um JLE ikki svarar mær aftur innan eina viku, meti eg á ongan hátt kanningina vera trúverduga, og eiga niður­ støðurnar í temablaðnum tí ikki at takast seriøst. Øll hesi fyrivarnini, ið eg eftir­ spyrji í hesum lesarabrævi, eru av slíkum slagi, at tey mugu til fyri at próvfesta dygdina av kanningini. Tað haldi eg, at meinigi lesar­ arin hava krav upp á at vita. Um JLE sjálvur veit hetta, ella um hann við vilja letur vera við at útgreina fyri­ treytirnar fyri kanningini, kann hann sjálvur sleppa at svara upp á. Velur JLE at svara mær aftur privat í staðin fyri alment, tilskili eg mær við hesum loyvi til at endurgeva hansara svar í miðlunum. Spurningar til Jústinus Eidesgaard um kommunukanning samfelagsfrøðingur Sámal matraS KriStianSen Løgtingið: Í Føroyum sita 33 løgtingsfólk, og tað vóru ikki hissini lyftir sum givin vóru áðrenn seinasta val, lyftir sum veljarin er glaður fyri at hoyra, tí støð­ an er sera ring hjá mongum menniskjum í Føroyum í dag, men tað syndarliga sum hendir nærum hvørja ferð er, at tá flokkarnir hava fingið tað, teir vænt­ aðu, og tey eru komin í heitan og feitan sess at sita ­ so hvørva nærum øll lyft­ ir sum døgg fyri sól. Hesi fólk smæðast ikki við at hækka sínar egnu lønir við 40­50% fyri fáum árum síðani ­ eftir hvat bløðini skrivaðu ­ og nøkur av hesum fólkum smæðast heldur ikki við at taka ímóti dupultari løn, løg­ tingsløn og fólkatingsløn fyri ikki at tala um allar nevndarløninar. Upphæddir sum eg meti liggja ímillum kr 500.000 og 1,5 milj pr ár. Hetta alt ímeðan Palliba og Marsanna ikki klára seg til dagin og vegin ­ uttan at frásiga sær nógv ­ ja í ár verða ongar jólagávur til abba og ommubørnini tíverri, ­ hesi boð mugu mong eldri við harmarødd geva. Tað er bara soleiðis. Tí ikki ber til at royta ein sum onkið hár hevur. So er spurningurin, er tað veruliga satt, at polit­ ikkararnir fáa so nógva løn ­ og sjálvandi veit eg tað ikki upp á oyra ­ men eg veit at eg sjálvur sat sum eykamaður á tingi í 1988, um meg minnist rætt, fýra vóru fundirnir hjá mær sum eykamaður, og sam­ sýningin fyri hesar fýra dagarnar var umleið tað sama sum kvinnurnar á Kósavirkinum fingu um mánaðin. Eg spurdi á skrivstovuni um hetta var rætt ­ og svarið var JA. Pensionistarnir Jú, tað vóru ikki smávegis lyftir sum hesi fingu á hvørjum valfundi áðrenn seinasta val, pensiónin skuldi hækkast, skattafría grundupphæddin skuldi upp, og samhaldsfasti skuldi hækkast munandi, kringvarpsgjaldið og sjúk­ rakassin skuldi yvir skatt­ in, osv osv, ­ men hvat bleiv nú úrslitið hjá pen­ sionistum? Jú vit mugu bara ásanna, at politikk­ arnir halda júst hendan bólk fyri tað turra gjøld­ ur. Á politiskum valfund­ um er hetta bólkurin, sum altíð fyrst verður lovaður eina størri upphædd, so tey kunnu fáa mannsømilig kor og fáa tað liviligt, MEN hetta eru lyftir sum ikki vera hildin, men tað sum verri er, hetta er eisini tann bólkurin av 6000 menniskjum, sum ALTÍÐ fyrst vera rakt, tá sparast skal, í hesum føri skulu 10 miljónir sparast frá hesum gomlu sum góvu alla sína orku og løgdu lunnar undir samfelagið, ein bólkur sum snøgt sagt verður ringast viðfarin av teim fólka­ valdu. Tað verður sagt, at ein skal hava virðing fyri Løgtingi og Landsstýri, og væl kann tað vera, øll hava tey so í hvussu er uppibor­ ið ein jólapakka ­ innihald­ andi eina Nissuhúgvu sum kann umbýtast í handlinum við eina nátthúgvu. Kósavirkið – Maru Seafood og Føroya Banki Í Klaksvík og á Eiði sovæl sum sunnanfjørðs er støðan ikki góð, onki arbeiðið á virkinum vegna fiskaloysi og fíggjarligt krakk um allan heimin, og grunnurin sum var stovnaður til at halda virkinum gangandi, noktar nú blankt fyri at hjálpa hesum virki ­ sum hann var stovnaður til. Ein sonn skandala, at nevndin ikki er sína uppgávu vaks­ in, sigur so mikið, at hon eigur at fáa fótin eitt vist stað beinanvegin ­ grunnur­ in hevur mergsogið og drenað Kósavirkið fyri 10 tals miljónir, ja helst langt oman fyri 100 miljónir, sum teir hava lánt útaftur, ja enntá til útlandið, alt ímeðan støðan her heima bara versnar. Tað er einki minni enn ein skandala ­ uttan at fáa ringa samvit­ sku ­ sigur grunnurin (stýr­ ið) blankt nei til at hjálpa tí virkinum, sum peningurin var ætlaður til ­ ófatuligt. Øll minnast vit til krepp­ una í 90’unum, Kósavirkið rendi seg fast, og biði varð um hjálp úr m. a. Føroya banka upp á 1 miljón ­ svar­ ið var eitt greitt nei. Tíbet­ ur kom Norðoya Sparikassi virkinum til hjálpar tá, og hjólini fóru aftur at mala ­ úrslitið fyri bankan var ­ at fleiri løntakararnir á Kósa­ virkinum fluttu til Spari­ kassan, og hetti nívdi so fast hjá bankanum, at fólk vóru søgd úr starvi, ­ men hesi fólkini fingu arbeiði aftur í Sparikassanum. Nú eru vit aftur í einari ringari støðu við Kósavirki­ num ­ men Føroya Banki spælir framvegis hund við klaksvíkingum og norðoy­ ingum, ongin hjálp at heinta. Skipini 2 eru í dag seld til Suðuroyar, og til­ lukku við tí suðuroyingar, tit hava eisini tørv á hjálp, bert spell at trupulleikin hjá tykkum verður fluttur til okkara. Landsins mynd­ ugleikar sova, teir bíða bara eftir skattainntøkum, men gera onki fyri at arbeiðarin kann forvinna til lívsins uppihald. Tað munnu nú vera 25 ár síðani eg skippaði Føroya Banka, hann er onki verdur fyri okkum norðoyingar, og tí er ikki óhugsandi, at enn fleiri her norðuri ­ fara at flyta til Norðoya Spari­ kassa. Lokali sparikassin ger í øllum føri tað sum hann kann ­ men sparikass­ in er ikki banki, og hevur tí ikki so nógvan likviditet sum bankin, sum ikki vilja hjálpa ­ tíverri. Heilsuverksóskilið! Og so er tað Hans Pauli Strøm. Heilsuverkið, Klaks­ víkar og Suðuroyðar sjúkra­ hús, ­ men tað lati eg liggja á hesum sinni, nú Klaks­ víkar Sjúkrahús hevur boðað frá, at øll eru vælkomin har, á nátt sum á degi, fyri at søkja sær hjálp. So tillukku Klaks­ víkar Sjúkrahús við avgerð­ ini, nú er at standa fast um avgerðina, ­ tí mótstøða um hetta verður úr Havn, tað yvist eg onga løtu í. Eg spyrji einaferð enn, veit nakar, hvar norðoya­ politikkarnir eru, eg hvørki síggi ella hoyri nakað til teirra ­ tá J v/Keldu sat á tingi, tá kundu vit fylgja við í blaðgreinum hansara, um ymiskt sum miðstaðar­ politikkarar ætlaðu at forpurra norðanfjørðs ­ men nú er deyðatøgn frá okkara fólkum, sjálvt tá týðandi mál fyri okkum norðoyingar eru á skránni. Okkum tørvar ikki breyð­ politikkarar, sum koma upp at blása ein mánað fjórða hvørt ár áðrenn val, Nei, tað skal meira til enn so, skal útjaðaranum verða lív lagað. Er tað liviligt hjá øllum í Føroyum í dag? Kári KjelnæS Í temablaðnum um kommunusamanleggingar, sum verður borið í hvørt hús, er av óvart komið at standa, at Vestmanna Kommuna skyldar meira enn eina álíkning. Har skuldi staðið, at kommunan skyldar minni enn eina álíkning. Vestmanna skyldar umleið 32 milliónir krónur og álíkningin er í løtuni góðar 37 milliónir krónur. Rætting í Vestmanna júStinuS leivSSon eideSgaard viðmerkingar