Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 244 - 18. desember 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 var tað navn, sum fimta barnið hjá Hans Uttan fyri Garðar í Hoyvík og Súsannu úr Innistovu í Mykinesi fekk, tá sóknarpresturin Jákup Dahl í 1915 skrivaði tað í kirkju­ bókina. Systkin Tað fimta var hon av sjey systkjum, men tað fjórða var hon at fara. Í 1975 doyði John, tann kendi útróðrarmaðurin á Argjum, 66 ár. Elsti bróðirin Johan, sum var skipari og reiðari, doyði í 1989, 84 ár. Í 1993 doyði Elsa, sum var lærarinna og gift við skiparanum Johan í Gjørðum í Porkeri, 87 ár. Eftir eru Margreta, sum hevur búð í Danmark síðan hon var ung, og Anna, ið somuleiðis býr í Danmark. Einasti bróðir, ið eftir er, er Sigurd, sum býr í Hoyvík og er virkin í føroysku ferðavinnuni. Elsebeth Kristina var uppkallað eftir ommu síni, sum var úr Heimistovu á Glyvr­ um. Tá hon varð fødd, helt nýstovnaði Hoy­ víks skúli til í húsunum Uttan fyri Garðar, og fyrsta lærarinnan var ein ung havnargenta, Edith Jacobsen, sum eisini búði hjá teimum. Hon var hugtikin av hesi lítlu gentu, tí tíðliga sást, at hon var sera røsk. Hetta hevði hon ikki frá fremmandum. Faðirin var traðar­ maður og av ítarstu útróðrarmonnum. Hann fekk skiparaprógv, men hevði sum smá­ drongur mist sjónina á øðrum eyganum og hætti sær tí ikki at føra skip. Hann hevði tó deksbát saman við teimum við Stein í Havn. Um hetta mundið sigldu teir langt út á hav, bæði vesturum og onkuntíð heilt á Norð­ havið. Súsonnu’sa partur lá heldur ikki eftir. Á trøðni veltu tey korn, sum varð turkað í sornhúsinum, har Garðavegurin nú er. Epli og røtur vórðu velt, og hoyggið skuldi fáast til høldar. Kýrnar í kjallaranum vóru tvær, og aloftast stóð ein kálvur har eisini. Í skúlan­ um skuldi ovnurin kyndast hvønn morgun, skúli var hildin, og skúlastovan skuldi eisini vaskast. Altíð vóru onnur fólk í húsi aftur at teirra egnu. Men alt hetta tók hon á seg sum eina sjálvfylgju og hevði enntá tíð at veva. Skúlin í Hoydølum Elsebeth Kristina kom í skúla hjá Karini Samuelsen úr Kirkjubø. Skúlin var tá fluttur oman í stovuna hjá Dánial Hoydal og Atu. Hann var húsavørður á tuberklasanatoriinum, sum var í gamla húsinum í Hoydølum, har nú Studentaskúlin er, og búði í kjallar­anum. Hesin barnaskúli var so góður, at tá hon var 10 ár, dugdi hon at skriva feilfrítt føroyskt. At hon hevði so góðar gávur gjørdi sítt til, at hon kom í millum­ og realskúlan, og tá næm­ ingarnir har sluppu at hava føroyskt hjá Rik­ ard Long uttan fyri vanliga skúlatíð, fekk tann næmingur, sum dugdi best, tillutað eina av teimum tá nýkomnu orðabókunum hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras, og hana fekk hoyvíksgentan. Eitt annað, sum hon fekk burtur úr skúlagongdini, var tað navn, sum hon vanliga er kend undir. Karin Samu­ elsen helt, at Elsebeth Kristina var eitt óhand­ ugt navn, so hon fann uppá, at hon skuldi eita Ebba. Henni dámdi ongantíð hetta navn­ ið. Tað var ikki hon, sum hevði valt sær tað, men hini í flokkinum fóru at brúka tað. Hon bar so hesa byrði sum so nógvar aðrar av­ bjóðingar, sum lívið gav. Hjá spinnaranum Tá var eingin møguleiki fyri at fara á studenta­ skúla í Føroyum. Hon fekk at vita, at nú høvdu foreldrini goldið skúlan hjá henni, og nú mátti hon klára seg sjálva. Tá arbeiddi hon eitt skifti í køkinum á hospitalinum, og síðan fekk hon starv hjá Johan Evensen, sum var spinnari. Kona hansara var systir Petur Mohr Dam, og tí kom hon at kenna henda føroyska politikara heilt tíðliga í tíðini. Hon segði, at hann innast inni var ein rættiligur sjálvstýrismaður, og tað dámdi henni væl. Tað var, meðan hon arbeiddi har, at hon fekk áhuga fyri veving. Hon lærdi at veva á kvøldskúla og segði, at hon hevði altíð gjørt alt arbeiði, men tað hevði aloftast verið av tí, at hon noyddist at gera tað. Men at læra at veva var nakað heilt annað! Hon hevði ongantíð trúð at nakað arbeiði kundi vera so stuttligt sum sjálv at evna mynstur til, og tað helt hon fram við av góðum huga alt lívið. Brúdleyp Um hetta mundið vóru nógvar gentur, sum fóru niður til Danmarkar, men ikki dámdi henni at fara burtur upp á óvist. Hinvegin var hugurin góður at fáa sær útbúgving, og mest­ sum einasti møguleiki var at fara á læraraskúl­ an. Hon hevði tó ongan serligan hug at gerast lærarinna, men fyri at sleppa inn á skúlan mátti hon fáa eina váttan um, at hon livdi eitt siðiligt lív. Helst skuldi ein álítandi persónur skriva undir eina slíka levnaðarváttan. Hon fór til fyristøðumannin á royndarstøðini í Hoyvík, Jógvan Huusgaard, at fáa hann at skriva undir. Hann segði, at tað kundi hann saktans, men hinvegin helt hann ikki, at tað var nøkur grund hjá henni at fara á lærara­ skúlan, tí hon kundi fáa pláss á skrivstovuni á royndarstøðini. Hon tók av hesum tilboði og var skrivstovukvinna, til hon tann 12. januar 1938, dagin fyri at hon fylti 23 ár, giftist við Poul Wang, tilstundandi festara í Ovaru Sølgørðum í Kaldbak. Tá var stórt brúdleyp hildið harinni, og vit hava mangan møtt fólkum, sum vóru við og mintust aftur á tað við gleði. Tann tá ungi Regin Dahl var ein, og hann var líka til elliár bara so glaður fyri at hava verið við í einum rættiligum føroyskum bóndabrúdleypi. Hjúnalag teirra var eitt kærleikshjúnalag. Hetta var nýtt, tí frammanundan sluppu tey ungu ikki at giftast, uttan so at foreldrini góð­ kendu hjúnafelagan, og tá var serliga hugt eftir, um ognirnar vóru nóg stórar. Sum dømi kann nevnast, at móðir Poul, Marin, og faðir Elsebeth Kristinu bæði vóru fødd í Hoyvík og doypt í sama vatni í Havnar kirkju. Gamalt var, at tey, sum vóru doypt í sama vatni, eisini gingu saman í hjúnalag. Tey vuksu upp sum grannar, men tað kom ikki upp á tal, at dóttir hoyvíksbóndan skuldi giftast við traðar­ mannasoninum Uttan fyri Garðar. Nei, hann var ikki nóg góður til hennara! Nú hendi so tað, at børn teirra giftust, og tey gomlu í ættini hjá teimum Uttan fyri Garðar hildu, at her var talan um lagnunnar speisemi. Bóndakona Móðir Poul dámdi væl ta konu, sum kom í húsið. Tað var bara eitt, sum hon stúrdi eitt sindur fyri, og tað var, at sonarkonan var í so hugað at veva. Marin hevði sæð, at summar av teimum hugaðu vevkonunum sótu so nógv í vevinum, at tær forsømdu at passa sín mann, og tað, helt hon, hevði verið ein ring lagna hjá soni sínum at fingið. Men hes­ in óttin vísti seg at vera ógrundaður, tí vev­ ingin tók ongantíð yvirhond, og nýggja konan avrikaði til lítar alt arbeiði, sum kundi koma upp á tal í einum bóndahúsi. Hon gjørdist ein góð móðir hjá teimum fimm børnunum. Tey vóru Eyðun, Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits. Hjúnalagið var eydnusamt, og mong vóru tey, sum undraðust, tí bæði vóru tey treisk. Poul dugdi sera væl við fólki, og ikki minst við smábørnum, sum hingu uppi í honum og hjálptu honum í dagliga arbeiðinum, serliga tá tað var seyðurin, sum talan var um. Tað var har ið hansara hjarta lá. Ikki tí, hann var raskur útróðarmaður og grinda­ maður, átti part í áttamannafarinum Mik­ lingi, sum hann í fimmtiárunum læt fara til fornminnissavnið. Hann var eisini av dugna­ ligastu bóndum og var so hugaður til hetta starv, at hann gjørdist fyrsti maður í Kaldbak, sum alment fór at mjólka. Fyrr hevði hetta verið roknað sum konufólkaarbeiði burtur­ av. Hann var eisini fyrsti næmingur á roynd­ arstøðini, var eitt summar á einum donskum garði, og hesum útiferðum fekk hann nógv burturúr. Hann pløgdi akrar til korn og havra og brúkti eisini ross til at koyra til og úr bønum. Hann helt fram við at grundforbetra bøin, eins og faðir hansara og abbin høvdu gingið undan við, og her var tikið rívan til. Somuleiðis var hann millum teir fyrstu at fáa sær motorlíggja og onnur nýmótans tól. Men hann segði altíð, at hevði hann ikki havt hagan, har hann kundi ganga í frið og náðum og ansa seyðinum, so hevði ikki verið vert at verið bóndi. Seyður er treiskur, og fyri at vinna á honum skal maður vera enn treiskari, og tað var Poul. Ein fjalldag í várgongu kom hann dýggjvátur á rættina. Ein ær var farin á Stóravatn, men hon slapp ikki, tí hann svam fram fyri henni og fekk hana upp í aftur gonguna! Hann gjørdi sanni­ liga nógv fyri at fáa sín vilja. Men tá hann kom inn til konu sína, var tað hon, sum ráddi, og hann læt hana ráða. Hon hjálpti honum at mjólka teimum átta kúnum í kjallaranum. Hon var í bønum í hoyna. Hon gjørdi ikki bert matin og vaskaði upp, men hon vaskaði eisini klæði í baljuni og skolaði tey í lækjuni. Hon var í torvi við øllum børn­ unum, bar burtur og kyndi eld, so tað bar til at fáa heitan munn og pannukøkur í sólskininum. Tá várfjallið var gingið, vaskaðu tey bæði ullina og turkaðu hana, nappaðu og sendu á spinnaríið, og tá tógvið kom aftur, bant hon hosur og troyggur til øll í húsinum og til sølu afturat. Ikki slepti hon tó vevinum. Undir krígnum fekst ikki toy. Poul vildi fegin hava ein nýggjan klædning. Tá setti hon seg í vevin, og har kom eitt stórt plagg burturúr, sum fór til skraddaran í Havn og kom innaftur sum ein nýmótans klædningur. Tá var ver­ Elsebeth Kristine Simonsen Foreldur okkara á Roykheyggi í Hoyvík mánadagin tann 26. apríl 1993. Myndatakari: Thomas Johannessen, sum árini 1988-94 var knýttur at Dimmalætting