Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2008 19 Tøkk Eg ynski at takka tykkum øllum hjartaliga, sum mintust meg á 80 ára føðingardegi mínum 22. oktober 2008. Samstundis vil eg ynskja tykkum eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Heilsan Johanna Olsen, Klaksvík móðirin ikki kedd av at hava eina sonarkonu, sum dugdi at veva! Aftur til Hoyvíkar Í Kaldbak var hon í eina góða fjerðingsøld. Hon treivst væl og var í tí kirkjuráðnum, sum útvegaði kirkjuni el-hita og eina nýgga kirkju- klokku. Men nakað eftir silvurbrúdleypið hendi tað, at morbróðirin hjá Poul, Móris bóndi í Hoyvík, segði seg hava hug at lata festið frá sær til systursonin. Samstundis var faðir hennara í Hoyvík vorðin gamal, og tí komu tey til Hoyvíkar. Tey settu tó ikki búgv Heima á Garði, men í hennara barnaheimi Uttan fyri Garðar. Hóast tey ikki vóru ung- lingar, fóru tey til verka á garðinum við áræði og hildu fram við at liva á sama hátt sum í Kaldbak. Poul gekk burtur í haga og á fjall til hann var 90, og hon sat í vevinum, tá nøkur løta var. Mong vóru teppini, sum familjan fekk, og heimavirkið fekk eisini nógvar favn- ar av turrikløðum. Framvegis var heim teirra merkt av kærleika, og altíð var tað opið fyri øllum teimum í familjuni, sum høvdu hug at hitta tey. Øll tey, sum komu inn hagar, fóru avstað glaðari, enn tey komu. Har komu ikki bert børn og barnabørn, men skyldfólk, grann- ar – og fjallmenn ikki at forgloyma! Elsti sonurin Eyðun hevði tikið við garðinum í Søl- gørðum, tá tey fluttu til Hoyvíkar, og Hanus festi seinni í Hoyvík. Tá hann misti heilsuna, tók systursonurin úr Kirkjubø Sigert við. Sangur og onnur áhugamál Tá hon kom til Hoyvíkar, fekk hon aftur høvi at ganga á kvøldskúla at læra enn meir um veving, og nú fór hon undir plantuliting. Framvegis var hon íðin við stokkunum og bant til børn og ommubørn, broderaði og gjørdi listaverk á rammuvevi. Eitt sum sermerkti hana, var hennara sang- ur. Hon hevði sungið frá barni av, kvøðið og dansað føroyskan dans. Fyrstu ferð hon var í dansi, var hon bert fimm ár. Tá var veitsla hildin Heima á Garði. Uppsitarahúsini Uppi í Stovu skuldu takast niður, av tí at roynd- arstøðin var komin í 1920, og tá varð dansað fyri síðstu ferð í tí gomlu roykstovuni. Hoy- vík var ein rættilig dansibygd, og gott mál høvdu fleiri av hennara systkjum og javn- aldrum, og væl dámdu bæði Poul og henni okkara gomlu kvæði. Systrarnar sungu altíð, og tær dugdu alt uttanat! Tær sungu í kór- inum hjá Havnar Sangfelag, sum Jógvan Waagstein stjórnaði. Tá hon kom til Kald- baks, hoyrdist hennara vakra rødd á halgi- stundum, eins væl og tá hon vaskaði ella mjólkaði, og børnini vórðu sungin í svøvn hvørt einasta kvøld, eftir at kvøldbøn var lisin. Í 1957 kom elektrisitetið til Kaldbaks, og tá skipaði hon fyri tí kóri, sum sang “Ljós yvir landið”. Tá hon kom oman aftur til Hoyvíkar, fór hon at syngja í Kristiliga sang- kórinum, og tað var henni til mikla gleði. Síðstu tíðina hevur hon verið rekkjubundin á sjúkrahúsinum, men til fyri kortum hevur hon sungið allar teir sangir, sum hon dugdi so væl, og tey, sum har hava verið, hava fegnast um føgru rødd hennara. Hon var altíð hugað at fáa meir at vita. Eitt sum hon vildi vita meir um, var slag og slekt, og tí fór hon at ganga til ættargransk- ing, og tað var ikki hissini arbeiði, sum hon har avrikaði. Tá teldurnar gjørdust nýtiligar, fór hon at læra seg at skriva á tær, og tað lá væl fyri hjá henni sum fyrrverandi skriv- stovukvinnu. Eisini í Hoyvík varð henni sýnt álit. Hon varð vald í staðanavnanevndina og hevur verið við at áseta gøtunøvn á teimum leið- um, har hon sum smágenta var í torvi. Hon sat í kirkjuráðnum, og tá grundarsteinurin varð lagdur til nýggju kirkjuna í Hoyvík, varð heitt á hana sum elsti innborni hoy- víkingur at vera hjástødd. Hjúnini gjørdust gomul og høvdu góða heilsu heilt upp í elliár. Poul doyði í 2004, næstan 96 ára gamal, og nú Elsebeth Krist- ina fór 2. juli, vantaði henni bert fáar dagar í 93½, tí føðingardagurin var 13. januar 1915. Góð vóru tey altíð. Tá Poul lá fyri deyðanum, kom hon inn til hansara. Hann kundi einki siga, men eyguni strálaðu, tá hann sá hana. Hann tók í hond hennara, lyfti hana høgt upp og mundi ikki slept henni. Løtu eftir gav hann upp ond. Nú hava tey so bæði fingið frið eftir at hava strevast í næstan eina heila øld, men vit børn eins og øll onnur, sum hava kent tey, kunnu takka fyri hvørja løtu vit hava verið saman við teimum. Friður verið við minni teirra. Børnini Hesa mynd hevur Sigurd Simonsen tikið av systur síni Elsebeth Kristinu og sváginum Poul ólavsøkudag 1936. Myndin er tikin á Kongabrúnni framman fyri har sum Heimavirkið var í mong ár. Franska ferðamannaskipið La Fayette var á Havnini, og tað eru turistar haðani sum spáka í fínum mótaklæðum. Niðast vinstrumegin liggur nakað av spiki og tvøsti, og er hetta av tí grind, sum legði beinini í Gøtu dagin fyri. Havnarmenn fingu tí feskt hesa ólavsøkuna. Ungi maðurin í føroyskum klæðum uttast til vinstru á myndini er Niels Pauli Poulsen, sum í 1934 gjørdist uppsitari á Heygsgarði í Kollafirði, og tí varð kallaður Heygspalli. Hann fekk sær í fimmtiárunum navnið av Steinum eftir garðinum á Velbastað, har hann var vaksin upp sum ein av seks brøðrum og fimm systrum. Millum Elsebeth Kristinu og Poul sæst Tummas Joensen, sum var smiður hjá Wenzel Petersen og búði í Rættará í teimum húsum, sum faðir hansara Jóannes í Gøtuni og mamman Sigrid høvdu flutt oman av Sundi. Tummas hevði ein bát sum æt Ginkan, og var hann tí kendur sum Ginkutummas. Vinstrumegin Poul stendur Hans Marius Jacobsen, sum til 1934 var lærari í Tórshavn. 1932-34 var hann blaðstjóri á Føroya Sosial-Demokrati Sony Ericsson G502i Løtan er tín kr. 1395 Jólagáva til undirhald Fartelefon við flest øllum hentleikum, so sum 3G, 2MP myndatóli, Bluetooth, 32MB minni, møguleika fyri at byggja minni út við M2 korti, FM-útvarpi og TrackID music recognition. Battarí: 10 tímar talutíð og 340 tímar standby. Phonearena gav hesari telefonini 8 stig av 10 møguligum í test tann 05-06-2008. Les meira á vodafone.fo Vit eru eisini til tænastu á 202020. Vanligur prísur 1.595,- Magnus Høgenni Hvannasund andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikudagin 17. desember, 82 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi leygardagin kl. 15.00. Jarðarferðin verður úr Hvannasunds kirkju sunnudagin 13.00. Familjunnar vegna Hjørdis, Inga, Pól Jens og Hilmar Tey, ið vilja minnast Magnus, kunnu lata Hvannasunds kirkju eina gávu, konta Norðoya Sparikassa Dagurin 18. desember. Gratianus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Tours í Fraklandi. Varð tikin av døgum, tá ið Diocletianus ráddi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)