hósdagur 18. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 244 - 18. desember 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
FCK vann
seg víðari
Ein sigur var kravið,
um FCK eisini skuldi
spæla europiskan fót
bólt til várs, og hetta
livdu teir í høvuðs
staðarfelagnum upp til,
tá teir í gjárkvøldið
tóku
móti
blegiska
Club Brügge.
Vertirnir høvdu leik
liga yvirvág fyri tað
mesta, og teir skaptu
eisini onkran heilt góð
an møguleika tíðliga í
dystinum.
Men
tað
gekk nærum ein tími,
áðrenn Cesar Santin
skoraði avgerandi mál
ið. Hetta tá hann stóð
blankur við returbólti.
Málið noyddi belgisku
gestirnar fram á vøllin,
men hóast stórt trýst, so
megnaðu
teir
ikki
veruliga at skapa sær
nakrar
málmøguleikar
seinasta hálva tíman.
-mørk
Hvør er
Bendtner?
Týsdagin skrivaði itali
enska ítróttarblaðið La
Gazzetta dello Sport, at
Nicklas Bendtner skuldi
loysa av Adriano í Inter.
Men leiðslan í stór
felagnum kennist ikki
við danska framherjan.
Bendtner, hvør í
allari víðu verð er tað?
Lurta
nú,
vit
eru
oddalið í Seriu A. Hví
skuldu vit verið áhug
aðir í einum leikara,
sum vit ikki kennast
við, sigur Paulo Viganó,
umboð frá Inter.
-uni
Stórskjútti
til Onglands
Fleiri ensk feløg sigast
nú dyrgja eftir eysturrík
ska Marc Janko. Hann
var annars ikki partur av
eysturríkska hópinum í
EMendaspælinum
í
summar, men higar til
hevur hann skotið 30
mál í 22 dystum í
heimligu kappingini.
Fyrr hevur Chelsea
víst áhuga fyri spælar
anum, men enskir miðl
ar meta, at tað í løtuni
er meira sannlíkt, at
Janko fer til Tottenham,
Middlesbrough
ella
Blackburn.
-mørk
Meðan allar
grannatjóðir
okkara gingu aftur
á FIFA-listanum í
ár, hevur føroyska
fótbóltslandsliðið
tikið seg fram
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyar eru einasta norð
urlendska
fótbóltstjóðin,
sum hevur upplivað fram
gongd í 2008.
Føroyska liðið var numm
ar 194 av øllum FIFA
tjóðunum, tá seinasti listin
fyri 2007 varð kunngjørdur,
men nú eru fótbóltsharrar
okkarar komnir upp á
nummar 184. Fyrst og
fremst takkað verið javn
leikinum móti Eysturríki.
Hinvegin
gonst
einki
serligt hjá grannatjóðum
okkara.
Svøríki, sum er fremsta
norðurlandið á listanum, er
nú nummar 32, og tað er
fyrsta ferðin, síðani byrjað
varð við listanum í 1993, at
Svøríki ikki telist millum
30 tær bestu fótbóltstjóðirnar
í heiminum.
Danmark er nú at finna
sum nummar 37, Finnland
er nummar 55 og Noreg er
dottið heilt aftur í 59.
plássið. Eisini í Íslandi er
talan um afturgongd, og er
Ísland nú nummar 83.
Top-10
(Í klombrum plaseringin
fyri november)
1
Spania (1)
2
Týskland (2)
3
Holland (4)
4
Italia (3)
5
Brasil (5)
6
Argentina (6)
7
Kroatia (7)
8
Ongland (10)
9
Russland (8)
10
Turkaland (13)
Svimjisambandið
skipaði fyri talent-
landsliðsvenjing,
fyrsta vikuskifti í
desember. Úr øllum
føroyum stevndu 29
svimjarar til Klaks-
víkar, har tey høvdu
tríggjar venjingar
Svimjing
Tíðindaskriv
Umframt sjálvar venjingar
nar, fingu svimjararnir eis
ini ein fyrilestur við Lívar
Nysted, ið greiddi frá hvussu
ein menti sær sum einstak
lingur og setti sær mál. Eis
ini var okkurt at stytta sær
stundir við og var alt liðið í
Atlantis bio, til eina hugna
liga løtu. Hesi 29 svimjarar
vóru í aldrinum 11 til 16 ár
og vóru 21 gentur og 8
dreingir úttiknir.
Skipað
talentarbeiðið
Henda
venjingarlega
var
fyrsta stig í einum skipaðum
unglingaarbeiðið hjá Svimji
sambandinum og eru vónirnar
stórar til hesi ættarliðini.
Svimjisambandið fer í januar
at leggja skrá og úttøkutreytr
fram til øll landsliðini hjá
sambandinum.
Talentini svumu um vikuskifitð
Svimjararnir á venjingarleguni vóru, úr Ægir:
Monika Biskopstø, Alvi Hjelm, Cecilia Eysturdal, Bjarni M.
Petersen. Úr Reka: Turið Christiansen, Heðin L. Olsen.
Úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Hildur á Fløtti, Poula Ø.
Mohr, Jóhanna Egholm, Jónfríð Hansen, Jóhann Heðinsson,
Óluva Jacobsen, Jonna B. Thomsen. Úr Svimjifelagnum
Flot: Astrid Foldarskarð, Birita Debes, Tróndur Olsen. Úr
Havnar Svimjifelag: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther,
Guðrun H. Jacobsen, Kristina Eliasen, Annika S. Olsen,
Magnus Jákupsson, Ólavur S. Petersen. Úr Suðuroya
Svimjifelag: Helena Strøm Sævarsdóttir, Katarina S.
Lamhauge, Jón Hofgaard, Sára Müller, Tanja Skaalum,
Guðrun Mortensen. Venjarar vóru: Jóhan Martin Poulsen
og Rúni Gaardbo. Leiðari var Jórun Eið Johannsen.
Norðurlendska ljóspunktið