Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 244 - 18. desember 2008 Vinnumálaráðið skipaði fyri ferð til Danmarkar, har kunnað varð um vitanartungar vinnur og hvussu slíkar verða mentar Vinnumálaráðið Vinnumálaráðið skipaði í seinastu viku av oktobur fyri væl eydnaðari kunning­ arferð um granskingar­ garðar í Danmark. Eitt rósvert átak. Endamálið var at fáa kunning um vitanartungar vinnur og hvussu slíkar verða mentar. Tann 27. oktobur 2008 vitjaði føroyska ferðaliðið ta deildina av Connect Danmark, sum er í Keypmannahavn. Connect Denmark Connect Danmark (www. connectdenmark.dk) er ein felagsskapur, sum við ein­ um netverki av teimum dugnaligastu vinnulívs­ fólkunum í Danmark veitir ókeypis ráð og hugskot til íverksetarar og smáar fyri­ tøkur. Connect Denmark hevur deildir kring landið. Hjá Connect Denmark starvast tilsamans 10 fólk. Av hesum eru 5 ráðgevarar í landspartavakstrarhúsum. Henrik Brorsen, stjóri á Connect Denmark, tók ímóti og hevði eina góða framløðu um skipanina. Kjarnuvirksemið hjá Connect Denmark er at ráðgeva nýggjum fyritøk­ um við serligum altjóða vakstrarmøguleikum og við atstøðum til at fáa minst 25 milliónum Dkr. í umsetningi. Har­ afturat at geva teimum atgongd til eitt netverk, mannað við fólki frá vinnulívinum, universit­ etum og altjóða skipanum. Connect Denmark verður fíggjað við stuðuli, lima­ gjøldum og við einari játt­ an frá Vækstfonden ájavnt við 4 milliónir Dkr um árið í 3 ár (2008 – 2011). Fíggjarætlanin hjá Conn­ ect liggur um 10 milliónir Dkr/ár. Vækstfonden hevur valt Connect Denmark at seta í verk “Proof­of­busin­ ess” ætlanina hjá stjórnini. Málið við Proof­of­busin­ ess (POB) er at menna 300 nýggjar vakstrarfyritøkur tey komandi trý árini. Allar vakstrarfyritøkur og vakstr­ aríverksetarir, sum fáa sparringsfund á Connect Denmark, gerast partur av POB. Tveir triðingar av hesum fyritøkum fáa fremmanda (eksterna) fígging gjøgnum Vakstrar­ grunnin og frá øðrum váðafúsum ísetarum. Netverkshugtakið, Conn­ ect Denmark, er grundað á dugnanevndir, kallaðar springboards, har nýggj virki kunnu fáa nýggj hugskot mett og ment av einum bólki av serkønum fólkum, serliga úr vinnu­ lívinum. Hugskotskanning (screening) Nýggj hugskot verða mett av Connect Denmark. Kravið til innskotini eru, at tey skulu hava góð alheims­ lig vakstrarútlit, tvs kunna vaksa út um landamark. Vanliga verða eini 80% sáldað frá í áskoðanarkann­ ingini. Connect Denmark fær umleið 500 umsøknir og áheitanir um árið. Undan-dugnanevnd (Pre-springboard) Fyritøkur, sum verða mett­ ar at hava eina burðadygga ætlan, men enn ikki hava eina lidna virkisskrá, sleppa at leggja verkætlan­ ina fram fyri limirnar. Fundurin verður tikin upp á video. Saman við Conn­ ect Denmark, verður fund­ urin eftirmettur og støða tikin til, um bjóðast skal inn til springboard. Dugnanevnd (Springboard) Fyritøkurnar leggja fram eina lidna virkisætlan fyri dugnanevndina (spring­ board­panelið). Fundurin virkar sum ein seinasta meting og sparring, áðrenn farið verður at leita eftir íleggjarum. Fundurin verður tikin upp á video. Nevndarleiting Tá fyritøkurnar eru farnar til verka og skulu manna nevnd, bjóðar Connect Denmark teimum at finna nevndarlimir. Snar-dugnanevnd (speed-spring-board) Hesar eru á fleiri útbúgv­ ingarstøðum, so sum DTU, Roskilde Universitetcenter. Fólkini í hesum snar­dugna­ nevdunum eru ymisk fólk við ymsum førleikum so sum: universitetsfólk, handilsfólk, pengafólk og vinnulívsfólk. Hesi veita snarhjálp til nýklakt gran­ skingarinnstøkk og vinnuhugskot. Arbeiði í dugnanevndum Arbeiðið í undan­dugna­ nevndum (Pre­Spring­ board) og dugnanevdum (Springboard) verða skipað soleiðis, at nýggj hugskot verða lýst navnleys (ano­ nym), fyri limunum. Áhug­ aðir limir kunnu síðani tekna seg til at vera við á nevndarfundinum. Har verður so mett, um nýggja verkætlanin er burðadygg. Ráðgevarnir hjá Connect Denmark velja síðani teir mest viðkomandi vinnu­ ráðgevararnar at luttaka á dugnanevndarfundinum. Fundurin verður hildin hjá einum av vinnuráðgevar­ unum (sponsorunum), og hesir rinda sjálvir útreiðslurnar av tiltakinum. Limirnir í dugnanevndunum Hesir fáa ongan beinleiðis ágóða av ráðgevingini, sum teir veita. Men teir fáa atgongd til nýggj virki, fáa høvi at vísa áhuga fyri nýskapan (innovatión), og fáa sjálvir ment sítt net­ verk. Limirnir koma ofta frá stórum og vælgrund­ aðum virkjum, ráðgeving­ arfyritøkum, sakførara­ virkjum og fíggingarfyritø kum. Vøksturin av lima­ talinum hevur verið stórur, serliga eftir at Connect varð valt at gjøgnumføra POB (Proof of Business). Felagið Connect Denmark hevur nú umleið 600 limir (200 fyritøkur). Seinasta árið vóru á leið 120 dugnanevdarfundir hildnir. Samstarv Connect Denmark sam­ starvar við onnur vinnu­ granskingarumhvørvi innanlands og uttanlands. Henrik Brorsen metti, at Føroyar helst eru heldur smáar at hava eina so tunga skipan sum Connect Den­ mark, men mælti heldur til, at vit gera eina minni skip­ an við virkissparring. Hann legði dent á, at vinnuframa­ umhvørvið verður fatað sum ein heild, og at allir aktørar vita av hvørjum øðrum og harvið kunnu vísa til rættastu ráðgeving­ ina. Henrik Brorsen var positivur fyri samstarvi við Føroyar. Fígging Tað er vanliga ikki lætt at fáa fígging til nýggjar fyri­ tøkur. Eitt nú geva Ven­ ture­fyritøkur í Danmark 97% av kapitalinum til ver­ andi virki. Men Hátøkni­ grunnurin ella Højtekno­ logifonden bjóðar nýggjum virkjum og universitetum investeringar og góðar rammur til at fremja góð hugskot í verki. Í síni stremban eftir at menna vitanartungar vinnur, so hevur danska stjórnin skip­ að soleiðis fyri, at hugskots­ menning ella konceptút­ vikling kann fíggjast full­ komuliga við almennum pengum. Hjálp, inspiratión og íblástur til at gera dreym til veruleika fæst á www.uge47.dk Fakliga fjallsterkt Fróðskaparsetur Føroya Á Connect Danmark var áherðsla løgd á stóra týdningin av at hava eitt framkomið og mergjað universitetsumhvørvi fyri at menna vitanartungar vinnur. Uttan eitt starvs­ stovunýmótans og fakliga fjallsterkt Fróðskaparsetur Føroya verður sostatt tor­ ført at menna hátøknivirki her á landi. Connect Denmark - Menning av vitanartungum vinnum Leiðari á Gransk­ing­ ark­jarnanum í evnafrøði og lívtøk­ni, Lek­tari á Náttúruvísindadeildini Hóraldur Joensen Fiskivinnan bundin av olju verður tilskrivað stórdálking. Eisini nýggju bygningarnir eru orku- slúknir. Kann so nakað gerast fyri at tálma nýtslu, dálking og útláti og fáa peningavinning burturúr Oljuframleiðarar verða ikki tilskrivað útlát og dálking. Vit sum fiska heilsugóðan mat, verða tilskrivað útlát og dálking. Tey, sum konsu­ mera okkara framleiðslu verða ikki tilskrivað útlát og dálking. Hetta má sigast vera ein sera einfaldur fordeilingslykil, sum nakað skuldi verið gjørt við. Hin­ vegin kann nakað gerast her og nú við at byggja orku­ sparandi, tí tað ber væl til at bygga skynsamt, havandi atlit til, hvar vit eru stadd á knøttinum. Men tað gera vit ikki sum er. Sum er byggja vit alt ov orkubrúkandi. Hetta kemst fyri ein stóran part av, at tey íð sniðgeva bygningar, serliga almennar bygning­ ar, halda, at vit eru best farin, um vit byggja eins og í heitari londunum, har bygningar ikki skulu hitast yvirhøvur. Útlendsku bygningssnið­ ini við stórum glasfasad­ um, høgum rúmum og stórum samanhangandi gólvvíddum eru orkuslúk­ arar, risa orkuslúkarar. Kortini leggja bygnings­ sniðgevararnir seg eftir at byggja óføroyskar alumini­ ums­ og glasbygningar. Hví góðtaka vit hetta? El­nýtslan til ljós er rasandi stór í almennu bygningunum, sum eru komnir seinastu árini. Hædd, vídd og serliga snið­ gevingin hevur við sær stóra orkunýtslu. Við um­ hugsni og skynsemi og ikki minni við virðing fyri teimum, ið skulu gjalda, ber til at minka el­orkuna til ljós millum 30 og 50%. Tað er ikki beint at skula hita og tendra ljós í eini høll, tá tørvur er á at hava ein minni 2½­tíma­fund eftir arbeiðstíð. Staðfest er, at nýggju bygningarnir við risastóru glasfasadunum eru meiri orkukrevjandi enn tilsvarandi bygningar frá 1930 árunum. Ein glasveggur hevur eini fimm seks ferðir størri hitatap enn ein heilur vælbjálvaður útveggur. Viðhvørt verða dýr tiltøk gjørd fyri at afturvinna hitan, sum longu er farin út gjøgnum glasfasadurnar. Altso, verður hildið fram út og upp eftir orkuspirali­ num, og vit skulu bara vera glað fyri sparitiltøkini. Hví ikki heldur byggja vælbjálvað og gera orku­ sparandi tiltøkini. Byggja vit við orkuspar­ ing fyri eyga, kann saktans millum 50 til 70%. Hví tað kom so vítt, er beinleiðis orsakað av, at vit ikki hava andaliga styrki at byggja egið byggisnið, og at lata vera við at byggja sum í heitari londunum. Tá prosjekt, serliga al­ menn, verða mett og góð­ kend, so er tað sniðið, glas­ ið, tað at imponera, ið kanska er tann avgerandi faktorurin. Og tað er her orkufrossið vinnur á skynseminum. Nú er alt hetta við orku kanska 60% politiskur seráhugi. Men samstundis er orkupolitikur 80 % pengar og einfalt óneyðugt peningafross. Kann nakað broytast, og skal nakað broytast? Tað mest áhugaverda er, hvat vit kunnu gera her og nú. Jú, tað skal verða eitt sjálvsálagt fyrsta­krav, at allar almennar byggingar skulu gerast eftir einum orkusparandi setningi. Vit hava fyrr klára okkum uttan glasborgirnar, sum nú tyngja tær og mær um húsarhaldið, bæði fíggjar­ liga og umhvørvisliga. Ein almennur byggiharri sum t.d. Landsverk má fáa álagt, ella hann leggur á seg sjálvan, at rakstrarlig orkusparandi atlit, bæði til vídd, ljós og hita skulu vera ein fortreyt fyri almennari bygging. Roknast kann ikki við at embætisverkið sjálvt ger nakað við henda vaksandi trupulleikan. Higartil hevur so gingið skeiva vegin sjálvprógvað. Tí mugu politikarar taka sær av hesum konkreta endamálssetningin. CO2 og orkufross Byggifrøðingur Petur olsen viðmerkingar