Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2008 33 Føroysk tala og teksting í SVF Týðing er alt meira vorðið eitt fyribrigdi, sum vit møta allastaðni, og sum setur dám á dagin. Tak loftmiðlarnar, sum hvønn dag bera tíðindi úr útheimi­ num; teir fáa tey frá útlend­ skum tíðindastovum og týða og umskriva tey skundisliga til føroyskt. Oftast hugsa vit ikki um, at tað er týðing, vit lurta eftir í uttanlandstíðindunum, at teksturin er farin gjøgnum eina umskapan og er blivin til ein nýggjan, føroyskan tekst. Tann støðugi streym­ urin av uttanlandstíðindum, týddum til føroyskt, ger útheimin til ein part av føroyska málheiminum. Tey týddu og umskrivaðu uttanlandstíðindini knýta javnt og samt partar av útheiminum at føroyska málheiminum. Men tá ið um tann sterk­ asta miðilin, sjónvarpið, ræður – í hesum føri SVF ­ so er eitt stórt men, hvat viðvíkur týðingarvirksemi: flestar útlendskar sending­ ar verða ikki týddar, hvørki við talu ella teksti. Danskar sendingar verða sendar ótekstaðar og aðrar sendar við donskum teksti. Tú hoyrir ofta fólk siga, at tey lesa ikki danska tekstin á ensku sendingunum, tey skilja enskt og lurta bara eftir taluni. Granskarar siga tó, at hóast hyggjarin skilur taluna í einum filmi, lesur hann eisini tekstin undir myndini, um hann er á einum máli, hyggjarin hevur hilling á ella áhuga fyri . Tað er eyðvitað góð venjing og styrkir málkunn­ leikan, tí hyggjarin situr alla tíðina og ber saman tekstin undir myndunum og taluna í filminum. Van­ lukkan er bara, at hjá okk­ um er tað venjing í donsk­ um og enskum, meðan føroyskt verður við sviðu­ soð. Hvussu aktivt fólk taka ímóti teksti til talu ­ meira ella minni tilvitað ­ síggja vit, tá ið tað hend­ ingaferð eru føroyskir tekstir. Tá verður dúgliga tosað um týðingina: um hon er góð, beinrakin, snøgg ella ikki; ofta verður funnist at, og hyggjarin hevur nógv betri uppskot til, hvussu okkurt orð átti at verið týtt, og gloymt verður, at sjónvarpstýðarin er bundin av, at teksturin má ikki fylla meira enn eitt vist, at stundir ikki eru til at bøla oman á hvørjum einstøkum orði, umframt tað, at tað er lættari at sita heima í sofuni og finnast at einstøkum orðum, tá ið ein týðari longu hevur gjørt eina føroyska versjón av tekstheildini, sum tað so ber til at finnast at. Føroyskur tekstur á øll­ um útlendskum sendingum í SVF hevði verið ómeta­ liga stimbrandi fyri snøgg­ an og liðiligan málburð á øllum økjum og hjá øllum bólkum. Føroysk tala í SVF og føroyskur tekstur, tá ið talan ikki er á føroyskum, er tað einstaka átakið, sum hevði munað mest í starvinum fyri, at føroyskt mál skal halda pláss í dagsins og morgindagsins samfelagi. Vísindi Vísindi er fleirtalsorð. Dømi um fleirtalsorðið vísindi: Málvísindi í 19. øld løgdu dent á upprunan hjá málunum. Málvísindini funnu tá fram til skyldskap­ in millum øll tey indoevrop­ isku málini. Í 20. øld løgdu málvísindini á annan bógv og fóru at rannsaka mál sum bygnað ella struktur av tilvildarligum teknum, har sínámillum sambandið millum teknini var altum­ ráðandi. Í 21. øld standa norðurlendsk málvísindi framman fyri nýggjum avbjóðingum. Eitt annað fleirtalsorð av sama slag er orðið tíðindi: Hesi vóru tíðindini. Tíðindi siga, at vísindini vinna flestar vansar. Í sambandi við Tað er ikki sjáldsamt at síggja og hoyra setningar sum: Tíðindafundur varð hildin í samband við til­ takið. Skipað varð fyri trygdartiltøkum í samband við fundin. Í hesum føri stýrir til hvørjumfalli, so tað rætta er at siga: Tíð­ indafundur varð hildin í sambandi við tiltakið. Skipað varð fyri trygdar­ tiltøkum í sambandi við fundin. At tað er hvørjum­ fall sæst m.a. av, at vit kunnu spyrja: Í hvørjum sambandi varð tíðinda­ fundur hildin? Í hvørjum sambandi varð skipað fyri trygdartiltøkum. Sandagerði Navnorðið gerði er hvørki­ kynsorð og bendist sum kvæði. Tað eitur sostatt gerði í hvør­ og hvønnfalli eintali umframt í hvørjum­ falli. Tað er tí ikki rætt at siga eitt nú Sandagerð er tætt við ella út í Sanda­ gerð. Tað eigur at vera Sandagerði er tætt við og út í Sandagerði. Tað er ongantíð rætt at siga Sandagerð. Hesa ferð Tað er rættiliga vanligt at skriva, og kanska eisini siga, hesu ferð ella hesu­ ferð, men fornavnið hesin eitur hesa í hvønnfalli kvennkyni, og ferð er kvennkynsorð. Vit siga t.d. Eg sá hesa gentuna og Tað var hesa gentuna, eg sá. Somuleiðis skuldu vit sagt Tað var hesa ferð ella hesa ferðina. Mælt verður til at skriva hesa ferð í tveimum, tí tað eru tvey orð. Hoyringarskriv Hoyring er kvennkynsorð, og kvennkynsorð enda ikki við ­s í hvørsfalli. Tað hevði tí verið rættari at sagt hoyringarskriv enn hoyringsskriv. Tollaksmessa 23. desember eitur tollaks­ messa ella tollaksmessu­ dagur; í Jákupi á Møn stendur Meya átti henda son tollaksmessudag, meira legði hon røkt á hann enn alt sítt gull og fæ. 22. desember er tollaksmessuaftan. Gleðilig jól og eydnuríkt nýggjár! Jólabræv frá Málnevndini viðmerkingar Tað er burturvið við einari nýggjari yvirskip­ aðari leiðslu á sjúkrahús­ og heilsuøkinum. Pening­ urin eigur at nýtast til at geva borgarunum í landi­ num eina góða tænastu, ikki til fleiri leiðsluløg at umsita øki, sum aðrar leiðslur longu framman­ undan hava ábyrgdina av. Hetta hava vit als ikki ráð til. Skulu broytingar gerast, má talan heldur vera um færri leiðsluløg við greiðari ábyrgdarbýti. Gjørdist ikki sørt skakkur, tá tað í heilsíðulýsing herfyri varð søkt eftir nýggjum heilsuverksstjóra, sum m.a. skal hava yvir­ skipaðu leiðsluna á øllum trimum sjúkrahúsunum í landinum. Tungur leiðslubygnaður Á sjúkrahús­ og heilsu­ økinum hava vit ein tungan leiðslubygnað sum er. Leiðsluløgini eru fleiri í tali. Landsstýrismaðurin er ovasti umsitingarligi leið­ arin. Undir sær hevur hann aðalstjóra umframt fleiri leiðandi umsitarar og deild­ arleiðarar í Heilsumálaráð­ num. Á Landssjúkrahúsin­ um er trístreingja leiðsla, trístreingjaðar leiðslur eru á Klaksvíkar­ og Suðuroyar Sjúkrahúsi, umframt leið­ andi yvirlæknar, leiðandi y virsjúkrarøktarfrøðingar, yvirlæknar, yvirsjúkrarøkta rfrøðingar og onnur leið­ andi starvsfólk á ymiskum økjum og tænastum. Allar hesar leiðslur hava sum er skyldu til at sam­ starva, fyri at gagnnýta kapasitetin á øllum trimum sjúkrahúsunum so væl sum gjørligt. Somuleiðis hava verandi leiðslur skyldu til at halda seg til neyva fíggjarstýring. Tað undrar tí, at nakar kann kenna tørv á at seta fleiri leiðsluløg. Virkar verandi bygnaður ikki nóg væl, mugu stig takast øvutan veg. Neyðugt er við rationaliseringum, t.d. við at taka burtur leiðsluløg og nágreina ábyrgdarøkið. Peningurin nýtast til sjúklingin Á sjúkrahús­ og heilsuøki­ num er umráðandi, at sjúklingurin/borgarin fær eina góða tænastu. Tí eigur peningurin at nýtast til tann partin! Ikki til eitt leiðslulag afturat, sum í grundini skal umsita ábyrgdarøki, sum aðrar leiðslur longu framan­ undan eiga ábyrgdina av. Nýggjur heilsuverksstjóri óneyðugur løgtingsmaður Bjørn Kalsø Ein góð jólagáva Nú kanst tú geva allar fýra fløgurnar frá Stanley í jólagávu fyri bara 400 kr. Tú sparir 276 kr. Vanligur útsøluprísur er 169 kr. fyri hvø fyri hvørja. Tilboðið er bert galdandi inntil jóla. Avmarkað nøgd. Fløgupakkarnir fáast í sølubúðum kring landið. Gleðilig jól Spar 276 kr.