Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 244 - 18. desember 2008 Jutta var dóttir Ole Jacob Ziska f. 1854 og Johannu Fredrikku f. Joensen úr Innistovu í Vági, Klaksvík. Tey búðu í Keypmannahavn. Pápin sigldi við einum av skipunum hjá grønlendska handlinum, og hann gekk burtur við tí. Umframt Juttu áttu tey Thorvald, sum ung­ ur leingi var leingi í Klaksvík, har hann arbeiddi á útgerðarvirkinum hjá S.F. Hansen ­ Símuni í Tung­ húsinum, Reinholdt, Aksel og Johan. Ole Jacob Ziska var sonur Christoffer Fr. Olsen, f. 1819 og Marie Samuel Justdatter úr Glasstovuni í Árnafirði. Hans Andrias var á skeiði á Læraraháskúlanum í Keypmannahavn 1911­12. Tá ið hann kom aftur til Sandavágs, har hann var lærari, var Jutta við. Á heysti ella vetri 1912 bleiv hon sjúk og fór á Bróst­ sjúkrahúsið í Hoydølum, har hon ­ kanska við onkr­ um millumbili heima ­ var til 1915. Hans Andrias var fyrstilærari á Tvøroyri frá 1916 ­1919, og Jutta var á Tvøroyri í hvussu er ein part av hesi tíð. Petur Alberg skrivar sunnudagin 12. august 1923: Í hesum døgum stendur Jutta, kona Hans Andrias, undir børu. Jutta og hann hittust ein vakran summars­ dag uttanfyri Stinuborg og Dalahúsini. Hon var komin upp frá Keypmannahavn, hevði verið bróstsjúk, og tá sólin skein, plagdi hon at sita á neystatekjunum yviri á Støð. Hon búði yviri í Dali hjá Jóhannu, dóttir skræddaran Andreas í Dali, ið var gift við pápabeigga Juttu, Christian Paula Ziska f. 1858. Jutta var tískil systkinabarn Andreas Ziska, sum giftist við Onnu, systir Petur Alberg. Hans Andrias var í Stinuborg tá. Har blivu tey kend og seinni trúlovaði. Hon var ofta sjúk seinni, men Hans Andrias sveik ikki, og seinni blivu tey gift, vist í 1920. Stilt og frið­ arligt livdu tey saman, sum tey friðarligu og fínligu menniskju, tey bæði vóru. Nú tók deyðin hana frá hon­ um, og sárt verður saknið hjá honum. Men tíðin grøðir øll sár. Aftur til barndómin Hetta er framhald av tí, sum 3. partur av dagbókini hjá Petur Alberg fyri 1900 og 1901 endaði við: Hans Andrias var ikki nettupp nakar mótajunkari. Á høvdinum sat ein gomul kastað føroysk húgva. Yvir­ kroppurin var klæddur í eina víða gráa posatroyggju, ið rakk langt niður á lørini. Buksurnar vóru síðar, langt niður um knæ, leggirnir – ella annar í hvussu er – vóru berir, tí tær gráu hosurnar vóru sum oftast niður­ smokkaðar og hosubondini, ið vóru føst í hosunum, dró hann altíð aftaná sær gjøgnum rununa, sum eitt skip dregur logglínu aftaná sær. Á fótunum vóru sjálvsagt húðaklossur. Ja, so gingu árini. Um summarið á sandinum, í ánni, uppi í mylluhavanum og aðrastaðni. Um veturin inni, oftast í Geil, har vit skutu við boga eftir papírs­ soldatum kliptir út úr 5­ oyra bíløtum frá bókbind­ aranum, lósu í Husvennen, Nordstjernen ella Cooper, teknaðu og søgdu søgur. Tað var ein deilig tíð. So skifti vetur og summar. Tá sólin skein vóru við ofta yviri á Penaplássi (yviri við Strond) og sigldu við smá­ um bátum. Har lá “Kron­ borg” mitt úti í hylinum sum ein festningur, sum bát­ arnir máttu skýggja at koma nær, tí so blivu teir liggjandi fastir, tiknir av herliðinum, ið hevði tilhald har úti. Tó rendu teir seg á Kronborg viðhvørt, lógu eina løtu og gnagaðu móti steininum, og so sluppu teir leysir aftur. Chefurin á herskipi­ num var so komin ásamt við kommandantin. Kanska hann hevði “stungið” hon­ um nakrar gullpengar fyri at sleppa leysur. Ája, Kron­ borg var bara ein tríkantaður steinur (o.u. ½ alin í hvønn kant), ið lá miðskeiðis í hylinum. Hann liggur har enn og vónandi er, at hann sleppur at liggja leingi har, so okkara eftirkomarar eis­ ini fara at minnast Penapláss og Kronborg, tá teirra barnaár eru liðin, og leikur og spæl er umbýtt við tí trista “struggle for life.” Fekk ikki yrkt fyri pappírsneyð Su vuksu vit vinmenninir. Sum Hans Andrias vaks, so vuksu eisini yrkjaragávurnar og yrkingarnar blivu sjálv­ sagt betri og betri, men allar vóru á donskum máli, so vítt eg kann minnast. So hjálpti pápi (Djóni í Geil) Hans Andriasi at fáa í lag at sleppa á Fagralíðar háskúla, og nú upprann ein nýggj tíð fyri tí tilstundandi skaldinum. Her í Havn hevði hann gingið og slongst sum best bar til og bleiv ikki “tikin álvárliga” av teimum flestu, sum einans smíltust at hes­ um unga liðaljóta fantasti­ num. Nú kom hann har norð á háskúlan millum fólk, sum høvdu ans fyri literaturi og øðrum, sum var Hans Andriasi dýrabart, og sum kanska kundi smílkast at hansara løgna atburði við hvørt, men sum rættleiddu og hjálpti honum í staðin fyri at snerkja at honum og forargast á hann. Nú fór hann at yrkja á føroyskum máli. Eg fekk bræv frá honum av og á, har hann legði eina yrking innan í, ella fortaldi mær, at hann var forelskaður upp um bæði oyru ella bað meg senda sær nakað av skrivi­ pappíri, tí hann fekk ikki yrkt fyri pappírsneyð og átti einki at keypa pappír fyri. Tað skuldi eisini nakað nógv pappír til, tí produktivur var hann frá tí fyrsta. Tá vetrarskeiðið, sum hann hevði fingið studning til, var liðugt, bjóðaði Sím­ un av Skarði honum at vera har um summarið fyri at læra seg ymiskt og, minnist eg rætt, so var hann ein vetur afturat har norðuri. Í jólanummarinum av Tinga­ krossi 1901 varð hansara fyrsta yrking prentað “Harður er stormur í firði og fyri strúkandi byrði bát­ arir ferðast har….” Tá var Hans Andrias fegin, og nú kendi hann seg vera komnan fitt fram á vegin til berømmilsi… ella í hvussu er til at verða virdur eitt lítið sindur sum skald, tí tað var tað, hann tráðaði eftir. Øll høvdu jú grinið at honum higartil. Hans Andrias legði lítið í mat So fór hann at ganga á læraraskúlan um summarið 1902. Hetta var ein hugnalig tíð fyri Hans Andrias, tí næmur var hann, og nógv tíð leyp av til tær kæru yrkingar. Ofta vóru vit báðir saman. Eg plagdi at fara inn í Áarstovu um kvøldarnar. Har var ofta nógv fólk inni í køkinum. Men Hans Andrias tímdi ongatíð at dvølja leingi har og taka lut í tí “prosaiska” tosinum. Hann slúkti einar tvær breyðflísar til nátt­ verðar. Eg undraði meg yvir, at hann legði so lítið í mat til náttverð, tí hann hevur altíð mítt besta máltíð og mamma plagdi sum oftast at “stella” ein heitan bita. Tó, matur og tílíkt, tað var alt “undirorðnað” hjá H.A. Armgarð, einasta syst­ irin, var ógvuliga góð við hann og altíð var hon blíð og tíð at koma inn til. Hon smílkaðist at Hans Andriasi, tá tað løgna lagið var á honum, men altíð var hon blíð. Hon hevði verið móður fyri teimum yngru brøðrun­ Jutta, fyrra kona Hans Andreas Djurhuus, fekk eitt stutt lív Tey flestu vita, at kona Hans Andrias Djurhuus kallaðist Petra. Tey eru færri sum vita, at Hans Andrias fyrst var giftur við Juttu. Tað er lítið sum er vitað um hana. Í skjalasavninum hjá Petur Alberg er ein grein, hann hevur skrivað, meðan Jutta stóð undir børu. Her hugleiðir hann um vinmannin, men hann umtalar eisini Juttu Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo JUTTA THERESA DJURHUUS F. ZISKA FØDD ANNAN OKTOBER 1879 DEYÐ ÁTTUNDA AUGUST 1923 EITT BROS EIN HEILSAN OG EITT HANDATAK SO AFTUR FYRI HANDAN HURÐABAK Óla Jákup á Áarstovu (1832- 1909), pápi Hans Andrias Elsa í Áarstovu (1847-97), mamma Hans Andrias Jutta gjørdist bert 43 ár