Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2008 35 um, tí Elsa doyði, tá H.A. var smádrongur ella hálv­ vaksin drongur. Hon giftist til Skúvoyar og doyði seinni av bróstsjúku. Stakkals Armgarð, góð var hon. Tá H.A. so hevði svølgt, so fóru vit báðir antin út ella inn í kamarið, har hann svav, las og yrkti. Manga góða hugnaliga løtu havi eg at minnast aftur á “áarsús­ kamarið.” Ella vit fóru út at ganga. Ofta var tað konsulsvegurin. Nú er alt umskapað, hús eru bygd í hópatali her uppi, sum tá bert var grønur bøur. Manga kvøldarløtuna sótu vit her uppi og droymdu gott og væl omanfyri her, sum hús míni nú standa. Eitt sunnukvøld vit koma niðan eftir Nýggjaveg (nú Niels Finsensgøtu) lógu Victor og Sámal í Gong á einum bakka niðanfyri har, sum nú Sparikassin stendur, og tá sang Victor eina lítla herliga ariu fyri okkum m. a.: “Vi bygger os en lille Bolig, der hvor Nattergalen sine Triller slaar, Triller slaar, og Maanen den smiler saa fortrolig…” Hesi orð prentaðu seg so fast í okkum, og mangan hava vit flent síðani at teimum. Máttu vit ikki flenna vit “høgt kultiveraðu” unglingar, sum lósu Bjørn­ son, Ibsen, John Poulsen, Vilhelm Bergsøe – fyri ikki at tala um allar teir gomlu klassikararnar – at sovorð­ num infanum poesi, at “Maanen den smiler saa fortrolig…” Tað var so ringt, at vit ikki kundu ilsk­ ast, einans flenna. Stakkals Viktor, at hann fann behag í sovorðnum! Ja, ja, vit vóru nú ikki stórt “innbilskir” álíkavæl. Ella august kvøldini, hesi stillu myrku kvøldini, tá hoyggið á traðunum og angaði. Fólk strevaðist við at hoyggja, og alt var so hugnaligt og idylliskt. Úti á bonkinum uttan fyri hjá Danielsen sótu vit ofta, tí Sandagerðsvegurin var eisini so vakur at spadsera á. Eitt kvøld, vit sótu har um heystið, minnist eg, at tað var so óført norðlýsi. Eitt tað vakrasta eg havi sæð, og vit vóru heilt hug­ tiknir. Umborð á einum dampara, ið lá inni á vesturu vág, blásti ein á floytu, tað ljóðaði so vakurt hetta stilla kvøld. Alt ávirkaði okkara unga lyndi, og vit droymdu. Vit vóru heldur ikki meira enn 16­18 ár. Eg plagdi at hjálpa Christin bróðuri at arbeiða bíløt (hann fotogra­ feraði tá). Eg hevði nógva tíð til avlops, læs nógv og – droymdi saman við Hans Andriasi. Mong løta var eisini yviri á Penaplássi, okkara kæra barndóms spælipláss. Nú sigldu vit ikki við jollum, nú vóru vit byrjaðir at verða vaksnir, men Penapláss dró okkum manga løtuna. Á heiði við Djóna á Geil Ovari­havi hjá okkum, populert kallaður Geila­ havin av okkum vinmonn­ um, “Mylluhavin” (tað var meira poetiskt) var eisini eitt hugnaligt pláss, har mong kvøldarløtan rann. Ikki so sjáldan, tá pápi fór á heiði, fekk hann meg og Hans Andrias við til stuttleika, og pápi segði frá søgum og einum og øðrum. Væl dámdi honum altíð at siga okkum frá tilburðum her í Havn ella her á landi í gomlum døgum. Tað dámdi mær so óføra væl, og Hans Andrias kanska eisini, tó at eg hugsi, at hann helst vildi hava so romantiskar søgur sum møguligt. So plagdi Hans Andrias at lesa yrk­ ingar fyri pápa og við hvørt mátti pápi flenna at honum, men altíð góðsliga, ikki háandi. Tað var pápi alt ov nobel og forstandandi til at gera. Tó, tá eg hugsi aftur í tíðina, so standa august og septemberkvøldini fremst í huganum. Tað var líkasum Hans Andriasar veðmóðigu tilsløraðu yrkingar hóskaðu so væl saman við hesi stillu, bleytu kvøld, í hvussu er í okkara bleyta óbúnaða dreingjalyndi. Tvær yrking­ ar sum renna mær í minni nú, sum eg siti og skrivi, tær vóru nettupp yrktar ta ársins tíð, og minnist eg rætt so las Hans Andrias ta fyrru fyri mær uppi á konsulsvegnum eitt hálv­ myrkt august kvøld á ta seinnu steinbrúnni eitt stilt septemberkvøld. Tær vóru: Blóman drekkur kvøldardøggin, sól fer undir sjónarringin, komin er nú skýmingaløtan aftur yvir hálva kringin. Eg stóð á fjalli og hugdi um hav, skip sá eg sigla og sól fór í kav, kvøldreyða bylgjan móti klettunum sló, hoyra eg kundi eg tað teskandi ljóð. Setti lív í Ungmannafelagið Tey trý læraraskúlaárini gingu skjótt fyri Hans Andriasi. Nú yrkti hann hópin, lesturin fall honum lætt og Havnin – sum hann elskaði – og kanska eisini vit vinmenn hjálptu til at inspirera hann. Nú skuldi hann skjótt fara at søkja sær embæti úti á bygd, hvør visti um “músin” tá fór at vera líka so livandi. Eg minnist nú ikki hvat var tað fyrsta plássið hann fekk. Kanska í Klaksvík sum vikar, har hann yrkti “Ást og hevnisótt”. Tað vóru frálíkar yrkingar tær flestu. Eisini var hann í Sandavági í fleiri ár, tá spurdist ikki stórt burtur úr. So fór hann niður, hann ætlaði sær at studera, men tað vardi ikki leingi. Mest var tað nokk peningatrot. Hesi árini frá tí hann fekk læraraprógv, til hann kom frá Keypmannahavn, er líka sum eitt tómt rúm í okkara samveru. Eg minnist lítið og einki til tey. Tað var í 1908, fyrst í desember, at hann kom aftur. Ungmannafelagið stóð tá í besta blóma, og Hans Andrias bleiv sjálvsagt ein høvuðsstuðul ta stuttu tíð, ungmannafelagið blóm­ aði. Eg hugsi eisini, at hann skjótt fór út aftur á bygd sum lærari. Helst aftur til Sandavágs. Seinni søkti hann til Tvøroyri, har hann bleiv fyrstilærari. Har hugsi eg ikki, at hann treivst væl. Hugurin stóð aftur til Havnar, og fyri nøkrum árum síðani fekk hann starv við realskúlan í Havn. Her er hann nú, yrkir ikki nógv. Í hvussu er kemur ikki nógv uppá prent. Tað besta Hans Andrias hevur yrkt eru hansara barna­ rímur. Um so alt annað varð gloymt av hansara yrkingum, so vil “Barnarímurnar” liva og gleða bæði gomul og ung, so leingi sum tað liva børn í Føroyum. Hans Andrias og eg hava livað manga vakra løtu saman fyrr í tíðini, tá vit droymdu stillar unglinga summarnáttardreymar. Tí hóska kanska hansara orð og mínu løg so væl saman, tí vit kendu hvønn annan at instu grund frá barni av. Keldur: Petur Alberg Hanus Kamban Bjarki Ziska Tey fimm systkini í Áarstovu. F.v.: Poul Juel, Janus, Christian, Hans Andrias. Frammanfyri situr Armgarð Í dagbókini hjá Petur Alberg verður greitt frá studentavitjanini í 1900. Í frágreiðingini frá ferðini er henda áhugaverda myndin, har Áarstova er uttast t.v. Hetta er ein mynd við lívi í. Vaskiklæði eru hongd út, vindeygu eru opin og børn eru bæði á, undir og við brúnna Hans Andreas Djurhuus Hans Andrias og Djóni í Geil við ovastu krógv í “Lánni”. Myndin er tikin í 1903 av Petur Alberg Komandi partur Vegna jól og nýggjár kemur komandi partur 8. januar. Hann verður um Hotel Djurhuus. Høvuðskeldan er aftur Petur Alberg