Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 177 - 14. september 2001 Nr. 177 - 14. september 2001 3 Føroyski dansurin hevur tað gott, og nógv dansifeløg eru virkin kring landið. Týskvøldið fara fólk á Eiði at stovna enn eitt dansifelag FØROYSKUR DANSUR Edvard Joensen Fólk, sum í einar fimm vetrar hava dansað í Látra- húsinum á Eiði, fara týs- kvøldið at stovna dansi- felag. Stovnandi aðalfund- urin veðrur á Látrinum klokkan 20.00. Hóast dansað hevur verið regluliga hesar vetrarnar, hevur einki veruligt felag verið. Bert ein áhugabólk- ur, sum tey nevna tað. Við at stovna felag vænta dansifólkini at fáa ymsar fyrimunir, tá hugsað verður um tiltøk av ymsum slag, sum tey annars plaga at luttaka í. Møguleiki verður fyri at gerast limur í landsdansifelagnum Sláið Ring, sum so aftur gevur nógvar ymsar fyrimunir. Serliga verður hugsað um fíggjarliga fyrimunir, sum fáast kunnu, um eitt nú verður søkt um stuðul til eitthvørt ávíst tiltak, sum landsfelagið kann hjálpa til við. Eitt annað er, siga tey, sum nú taka stig til at stovna felagið, at í einum áhugabólki eru viðurskift- ini eitt sindur leysari, tá eingin er, sum formelt hev- ur ábyrgdina av tí, sum fyri- ferst. Væl hevur tað gingið fínt hesi árini, men nú er tað komið har til, at fólk halda tíð vera at stovna felagið og fáa lut í teimum møguleik- um, eitt slíkt felag gevur. Eitt, sum tosað hevur ver- ið um hesi árini, dansað hevur verið á Látrinum, er at fáa fólk úr eitt nú granna- bygdunum uppí. Tað hevur tókst eitt sindur strilti, tí fólk hava líkasum hildið seg aftur, skilst, um tey einki ættarligt samband hava til Eiðis. Tað er nevniliga so, at dansað hevur verið í høl- unum hjá Eiðis Fornminn- isfelag, og tí hevur tað mestsum ligið í luftini, at tað eru eiðisfólk og tey, sum tilknýti hava til Eiðis, sum koma har. Men soleiðis hevur ongantíð verið meiningin, at tað skuldi vera. Og nú felag verður stovnað, og fólk gjalda beinleiðis lima- gjald, vóna fyrireikararnir, at tað kann fáa fólk at koma við, tá tey kenna, at hetta eisini er teirra, um tey annara einki samband hava tann vegin uttan dansin. Føroyski dansurin á Latr- inum byrjaði, tá Eiðis Forn- minnisfelag, sum hevði keypt Látralonina, hevði sett húsið í stand. Hildið varð, at húsið eisini skuldi brúkast regluliga til annað enn bygdarsavn, og varð tí boðið fólki, sum hevði hug at dansa, at taka saman í húsinum. Hetta hevur so verið gjørt hvørt týskvøld hesar seinastu vetrarnar. Byrjað verður vanliga um- leið mánaðarskiftið sep- tember/oktober, og hildið verður á til føstulávint. Eini 40 fólk hava verið virkin í dansibólkinum. Umleið 15- 20 plaga at møta hvørt kvøldið. Nú stig verður tikið til at stovna eitt rættiligt dansi- felag, vænta og vóna tey, at enn fleiri fara at koma í dans á Látrinum týskvøld klokkan 20.00. Stovna nýtt dansifelag Dansifókini á Látrinum fara týskvøldið at stovna felg og vóna at fáa avbygdafólk uppí -har tað hendir Seismikkskjótingin á Leirvíksfirði í summar miseydn- aðist. Roynt veðrur aftur um mánaðar- skiftið oktober/ november UNDIRSJÓVARTUNNIL Edvard Joensen Seismikkroyndirnar í sam- band við undirsjóvartunn- ilin undir Leirvíksfirði, sum gjørdar vórðu av ein- um norksum felag í summar, miseydnaðust. Nú fer annað felag at gera nýggjar royndir. Óli Petersen, hjá Lands- verkfrøðinginum, sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur gjørt avtalu við eitt annað norskt felag, sum skal gera royndirnar í heyst. Tá farið varð undir skjót- ingina í summar, vóru tvey feløg, sum veljast kundi ímillum. Tað felagið, sum fekk arbeiðið og hetta felagið, sum nú fer at royna. At hetta seinna felagið ikki varð valt tá, komst av, sigur Óli Peter- sen, at teir høvdu so mikið nógv at gera, at ikki vóru stundir til at skjóta í Før- oyum tá. Tí varð hitt felagið valt. Men tað var einki heppið val, kann sigast nú aftaná. Nú verður roynt av nýggjum, og vónir eru fyri, at tað kann gerast í tveim- um streymloysum, sum liggja báðu megin mánað- arskiftið. Um so verður, at tað eydnast, væntar Óli Peter- sen, at analysurnar av seis- mikkinum vera lidnar um ársskiftið. Ymiskt er, sum skal fáast upp á pláss, áðrenn hugsast kann um at gera endaliga av, hvar ein undirsjóvar- tunnil undir Leirvíksfirði skal liggja, sigur hann. Geologiskar kanningar hava bent á, at tann syðra leiðin, sum hevur verið upp á tal, kanska ikki er so góð, tí har eru gjáir á vegnum. Møguleiki er fyri, at tunn- ilin kemur at liggja fram við eini gjógv, og tað er mestum ein vanlukka, sigur Óli Petersen. Skal ein gjógv vera fyri, er av illum fræg- ast at koma vinkulrætt inn á hana, so tað slepst sum skjótast frá henni aftur. At gjáir møguliga eru á vegnum ger, at helst verður farið longur norður á fjørðin við tunnlinum. Eitt sindur norður um Hagaleiti verður tosað um. Men hetta eru so ting, sum nú skulu fáast upp á pláss, áðrenn nøkur sum helst averð verð- ur tikin. Annars sigur Óli Peter- sen, at teir hava gjørt royndarboringar uppi á landi Leirvíksmegin, har borað er niður í undir- grundina. Seinni verður borað Klaksvíksmegin á leið har, munnin ta megin verður. Úrslitið av boriroyndun- um, sum gjørdar eru, hava verið í lagi, sigur Óli Peter- sen á Landsverkfrøðings- skrivstovuni. Skjóta seismikk av nýggjum Postverk Føroya hevur gjørt sam- starvsavtalu við flutningsfelagið DHL, sum arbeiðir burtur- av við skundflutningi FLUTNINGUR Postverk Føroya hevur gjørt samstarvsavtalu við skundflutningsfelagið (express) DHL um flutning av pakkum, brøvum og øðrum, sum skal flytast skjótt. Samstarvið millum fe- løgini bæði byrjaði tann 1. august í ár, sigur Postverk Føroya í tíðindaskrivi, sum sent varð við postinum um dagarnar. Umframt at fólk nú kunnu keypa hesar skund- flutningstænastur á øllum teimum størru posthúsun- um í Føroyum, ber eisini til at fylgja teimum á inter- netinum, sigur Postverkið í tíðindaskrivinum. Sum er ber til at fara inn á heima- síðuna hjá DHL, sum eitur www.dhl.com Men seinni kann hetta eisini gerast á heimasíðuni hjá Postverki Føroya, sum eitur www.post.fo Hetta er ikki hvør sum helst, sum Postverkið nú er farið at samstarva við. DHL hevur millum annað samstarv við fleiri almenn postverk í heiminum. Alt úr Grønlandi og Finnlandi til Ný Sælands. Og tað starv- ast 70.000 fólk í 220 lond- um hjá hesi fyritøkuni. Tað er ikki bara fyri at fáa eitt bræv skjótari úr almennum stýrum í Havn norður á Trøllanes, at Post- verk Føroya ger slíka av- talu, hóast tað eisini kann hjálpa til har. Avtalan er í størri mun ætlað at veita føroyskum kundum, bæði privatum og vinnuligum, betri og skjót- ari altjóða tænastu. Við hesi avtaluni hevur Postverk Føroya givið kundum sínum eina tæn- astu, sum livir upp til øll tey krøv, vinnulívið setir til skundflutning, endar Berg- ur í Garði, postverksstjóri, tíðindaskrivið. Postverkið ger skundisliga avtalu Postverkið og DHL fara at skunda sær at fáa føroyskar sendingar út í heim C M Y K 3 2 letur upp letur upp Mikudagin 19.09. kl. 9.00 Mikudagin 19.09. kl. 9.00 Mikudagin 19.09. kl. 9.00 Dr. Jacobsensgøta 15 Tlf 311099 Vælkomin ( við síðurnar av Lampubúðini og Skálabúðini ) Við væl umtokta danska merkinum Miller Junior og tí kenda týska merkinum Tom Tailor ata vit dyrnar upp til ein spennandi andil til gentur og dreingir upp til 16 ár ár á Sjá já j lvandi hava vit n álvandi hava vit n á ógv góð pplatingartilboð Eisini fara vit at luta burtur, eina Mountain Bike, eitt løbehjul og eitt gá gá g vukort ávukort á Kom inn í handilin og hoyr hvussu. Drigiðiði verður langan leygardag kl. 13.00 Landsfundur Javnaðarfloksins í Vestmanna 14. og 15. september