Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 177 - 14. september 2001 Nr. 177 - 14. september 2001 5 Leygarkvøldið fer popparin James Olsen at hava konsert við einum bólki av garvaðum tónleik- arum. Arbeiðið sam- an við Erann DD er liðugt á hesum sinni TÓNLEIKUR Stefan í Skorini James hevur ferðast við Erann DD runt um í Norð- urevropa, har sangarin veruliga hevur fingið vind í seglini. Við í bólkinum hjá Erann var føroyski James Olsen, sum slær á trummur í tónleikabólkinum. – Erann er við at gerast eitt stórt navn í norðurlond- um, og tað hevur verið fantastiskt at royna lívið sum yrkistónleikari, sigur James Olsen. James sigur, at øll tiltøk- ini vóru ógvuliga væl fyri- skipað, og sum tónleikari skuldi tú bara hugsa um tónleikin. Konsertferðin er nú at enda komin, og James heldur fram í øðrum tón- leikabólkum, sum hann er við í, og tað dámar honum væl. Konsert í Føroyum Nú er eyðkendi James Olsen aftur í Føroyum. Her fer hann at hava eina konsert, sum verður í bad- mintonhøllini leygarkvøld- ið. Hann hevur savnað nak- rar garvaðar føroyskar tón- leikarar. Pauli Magnussen spælir bass, Ólavur Øster spælir guitar, Rógvi á Rógvu spælir ljómborð og James Olsen slær á trumm- ur og fer væl at syngja eis- ini. James sigur, at bólkurin fer at spæla nýggjari brit- pop løg og eldri løg í nýggjum hami. Løgini eru øll sonevnd cover-løg hjá øðrum bólkum. Hann slær í øllum førum fast, at áhoyrarin kann vænta sær eina megnar framførslu í høllini. James Olsen Returns Í sindur meira enn eitt ár hevur forboð verið at nýta far- telefon meðan mann koyrir, men henda lógin verður ikki vird, sigur løgreglan FARTELEFON Jón Festirstein Andreasen Nýggja ferðslulógin sigur, at »førari av akfari má ikki, meðan koyrt verður, brúka handhildna fartelefon.« Soleiðis ljóðar lógin, ið bleiv samtykt 10. mai 2000 og kom í gildi 1. juli 2000, ið forbjóðar nýstlu av hand- hildnum fartelefonum, meðan koyrt verður. Henrik Rubeksen frá politinum metir, at tað eru ov nógv, ið ikki virða hetta forboðið. Hann sigur, at nærum øll tosa í fartelefon, samstundis við at tey koyra. Sostatt kann mann siga, at forboðið ongan ávirkan hevur havt á fartelefon- nýtsluna hjá fólki. – Tað er óansvarligt at koyra soleiðis. Mann setir bæði seg sjálvan og onnur í vanda, sigur Henrik Rubek- sen og mælir sostatt til, at fólk fáa sær tær sonevndu »headset« til fartelefonir, ið ger handaleysa fartelefon- nýtslu møguliga. Tað er samstundis ein av orsøkun- um til, at fólk ikki virða forboðið, tí tey tíma ikki at gera sær tann ómak at keypa headset til fartele- fonir. Politiið handhevur hetta sum onnur mál. Verður ein tikin í at tosa í fartelefon, meðan hann koyrir, fær hann eina bót. Í serligum førum, sum t.d persónskaði og skaði á øðrum lutum, kann ein missa koyrikortið. Minkar um konsentratiónina Í 1996 gav Rådet for Tra- fiksikkerhedsforskning eitt álit út, har teir komu til til tí niðurstøðu, at nýstla av far- telefon, meðan koyrt verð- ur, minkar um konsentrasti- ónsevni hjá føraranum og økir um reaktiónstíðina. Tó eru eingi ítøkilig dømi um ferðsluóhapp, har í fartelefonir hava elvt til óhappið. Álitið mælir til, at førarar ístaðin fáa sær tær fyrrnevndu headset til tele- fonirnar. Eisini leggur hon upp til, at mann eigur at umhugsa, og møguliga for- bjóða, onnur ting í møgu- liga kunnu minka um kon- sentratiónina, sum t.d royk- ing og at tendra radio. Ikki bert til ampa Tað kann vera hent at hava eina fartelefon við úti í ferðsluni. Um t.d eitt bil- óhapp skuldi komi fyri, so er fartelefonin eitt hent amboð at hava við sær. Tað eru dømi um, at fólk við fartelefon, hava boða løgregluna frá um rús- drekkakoyring. Tó skal mann eisini leggja sær í geyma, ikki at brúka far- telefonina óansvarliga, so at hon elvir til óhapp. Ferðslulógin ikki vird: Bilførarar nokta at sleppa fartelefonini Á kriminaldeildini á politistøðini, sum nú hevur málið um hendi, verður sagt, at einki nýtt er at frætta. Avhoyringar vórðu framdar mikudagin seinnapart, og tær kanningar, sum skulu gerast í einum slíkum máli, verða gjørdar í løtuni. Eingin er enn hand- tikin, men støðleiðar- in hevur úttalað seg til fjølmiðlar og sagt, at hann er sannførdur um, at løgreglan fer at finna fram til onkran, sum stendur aftanfyri hesa skemdargerð. Einki nýtt James Olsen hevur savnað eitt gott lið av tónleikarum, sum fer at undirhalda í badmintonhøllini leygarkvøldið Yvirgangsálopini í USA eru eitt álop á allan tann fría heimin, og tí skulu Føroyar stuðla atgerðum, sum kunnu beina fyri ræðuliga yvirgangsvirkseminu m, sigur løgmaður YVIRGANGUR Eyðun Klakstein Føroyar skulu stuðla at- gerðum, sum hava til endamáls at steðga yvir- gangsvirksemi, og kunnu Føroyar onkurvegna hjálpa til, so skulu vit eisini gera tað. Tað heldur ein avgjørdur løgmaður, nú NATO hevur sett grein 5 í sínum sátt- mála í gildi. - Danmark er limur í NATO, og Danmark hevur sett NATO-sáttmálan í gildi fyri Føroyar eisini, men fyri føroyskar myndug- leikar merkir hetta stigið einki í sær sjálvum. Tó eiga vit at taka undir við tí, sigur Anfinn Kallsberg. Undirgraving - Álopini á New York og Washington vóru ikki bara álop á USA, man á allan tann fría heimin, og tey, sum standa aftan fyri álop- ini, vilja undirgrava fólka- ræði. Tí eiga vit, sum ein partur av vesturheiminum, at verða við til beina fyri hesum yvirgangsvirksemi í tann mun, vit eru før fyri at verða við. Nú verður sagt, at tey seku skulu finnast, og so skal beinast fyri hesi hóttan framyvir. Tekur tú undir við tí? - Er tað á nakran hátt gjørligt at beina fyri hesum ræðuliga yvirgangsvirk- semi, so skal tað gerast. Og kann føroyska samfelagið á onkursvegna hjálpa til við hesum, so skulu vit eisini gera tað, sigur Anfinn Kallsberg. Hóast Danmark tekur undir við at seta grein 5 í NATO-sáttmálan- um í gildi, broytir tað einki í ríkisrættarligu støðuni hjá Føroyum. Heimastýrislógin og stýrisskipanin eru framvegis í gildi, sigur løgrfrøðingur NATO-SÁTTMÁLIN Eyðun Klakstein NATO-londini gjørdu mikudagin av, at tey skulu seta sonevnda musketer- eiðin í gildi. Hetta er grein 5 í NATO- sáttmálanum sum stað- festir, at álop á eitt av NATO-londunum skal roknast sum álop á øll NATO-londini, og at lima- londini í NATO vilja stríð- ast sum ein maður móti yvirgangsmonnum. Danska stjórnin tekur undir við hesi avgerð, og tað merkir, at Føroyar eru eisini umfataðar av avgerð- ini. - Tá tað snýr seg um verjupolitikk og uttanríkis- politikk, so umfata avgerðir hjá Danmark eisini Før- oyar. Danska stjórnin umsitir verjumál og uttan- ríkismál fyri alt ríkið, og tí hava Føroyar eisini tikið undir avgerðini hjá NATO, sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur. - Hetta hevur tó einki at siga fyri ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum. Alt er sum vanligt, føroyingar hava framvegis heima- stýrið, og okkara stýris- skipan er framvegis í gildi. Danir avgjørdir Uttanríkispolitiska nevndin hjá Fólkatinginum var so gott sum samd um at stuðla avgerðini um at seta grein 5 í NATO-sáttmálanum í gildi. - Vit siga við hesum við USA, at vit standa saman við tykkum. Hevur USA brúk fyri hjálp, so eru vit til reiðar at hjálpa, segði danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, mikudagin. Eisini partamaður hans- ara, uttanríkiráðharrin Mogens Lykketoft, var avgjørdur í, at hetta var rætta avgerðin at taka. - Tað eru allar sivilisa- tiónir, sum eru hóttar av hesum álopi, og tí skulu vit ikki bert standa saman í ES og NATO, men vit skulu eisini fáa onnur lond við í eitt felags stríð móti yvir- gangi, segði hann. Lógir kunnu setast úr gildi Avgerðin hjá NATO-lond- unum merkir ikki, at lond- ini eru sett í krígsstøðu. Tí hevur avgerðin um at seta grein 5 í verk í fyrstu syftu ikki tað stóra, men hon kann fara at føra til meira seinni. - Enn eru Føroyar ikki ávirkaðar av hesum stríði, men tað verðurr øðrvísi, um veruligt kríggj brestur á. Tað finst eingin lóg um, hvussu farast skal fram í krígsstøðu, men í ekstrem- um støðum kann neyðrætt- urin hava við sær, at allar galdandi lógir og skipanir kunnu verða settar úr gildi, sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur. - Ofta samtykkja parla- mentini serligar lógir, tá kríggj er. Tey kunnu til dømis seta skamtan í verk, og verður talan um kríggj, so er støðan ein heilt onnur. Men í fyrstu syftu er alt sum vanligt í føroyska samfelagnum, hóast Dan- mark tekur undir við at seta grein 5 í NATO-sáttmál- anum í gildi, sigur hann. Valdið er framvegis í Føroyum Hóast NATO-londini - og harvið eisini Danmark - hava sett tann sonevnda musketereiðin í gildi, so broytir tað einki í ríkisrættarligu støðuni hjá Føroyum, sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur Føroyar skulu verða við - Er tað á nakran hátt gjørligt at beina fyri hesum ræðuliga yvirgangsvirksemi, so skal tað gerast. Og kann føroyska samfelagið á onkursvegna hjálpa til við hesum, so skulu vit eisini gera tað, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður C M Y K 5 4