Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 177 - 14. september 2001 Nr. 177 - 14. september 2001 7 Í nýggja valuppleggi sínum lovar Javn- aðarflokkurin, at skil skal fáast á fólka- skúlan. Tí tað eru børnini og ikki oljan, sum eru framtíðin VALSKRÁ John Johannessen »Framtíð Føroya er ikki olja, men børnini og tey ungu«. Soleiðis byrjar brotið í nýggju valskrá Javnaðar- floksins, sum snýr seg um at betra fólkaskúlan. Javnaðarflokkurin sigur seg vera sannførdan um, at vit, so fáment vit eru, mugu hava eitt betri skúlaverk enn lond, vit vanliga sam- meta okkum við. »Javnaðarflokkurin vil tryggja fólkaskúlanum bestu umstøður at virka undir, soleiðis at hann ikki bara fær framt tað, honum er álagt, men støðugt mennist. Til hetta krevst játtan, sum eisini gevur rúm fyri, at lærarar og onnur starvsfólk fáa dagført sína útbúgving«. Men nevniliga játtanin til alt hetta hevur verið tann stóri trupulleikin hjá øllum landsstýrismonnunum, sum seinastu árini hava sitið við ábyrgdini fyri fólkaskúl- anum. Tí er tann stóri spurningurin, um Javn- aðarflokkurin fer at megna at hækka játtanina til fólkaskúlan, um hann kemur í landsstýrið eftir komandi val. Flokkurin torir kortini at lova enn meira á skúlaøk- inum. Hann lovar, at næm- ingar við serligum tørvi skulu fáa eitt veruligt og dygdargott skúlatilboð, at útbúgvingarumstøðurnar hjá ungum í miðnámsskúl- unum, hjá lesandi í hægri skúlum og Fróðskapar- setrinum, eins og arbeiðs- umstøðurnar hjá starvs- fólkum skulu betrast. Og oman á tað heila, skulu lestrarráðgevingin og Stuðulsstovnurin sam- skipast. Børnini skulu fram um oljuna »Fólkið fyrst« og »Lívskorini ovast á dagsskrá«. Hesi eru slagorðini í nýggju valskránni, sum Javnaðarflokkurin fer at leggja fram á lands- fundi í Vestmanna um vikuskiftið. Fullveldismálið er sett í aftastu røð LANDSFUNDUR John Johannessen Politiska myndin skal broytast. Fólkið og lívs- korini hjá fólkinum skulu setast í fremstu røð á politiska leikpallinum, meðan fullveldismálið verður sett longur aftur í røðina. Hetta er í stuttum inni- haldið av nýggja valupp- legginum, sum Javnaðar- flokkurin um vikuskiftið fer at legga fram á lands- fundi. – Politikkurin, sum hevur verið førdur hetta seinasta valskeiðið, hevur næstan bert snúð seg um fullveldi, meðan vælferðin hjá tí einstaka púrasta er gloymd. Tí halda vit tað vera sera týdningrmikið, at vit nú fara út og seta vælferðina hjá fólkinum ovast á dags- skránna, sigur Jóannes Eid- esgaard, formaður Javn- aðarfloksins. Læra av øðrum Jóannes Eidesgaard heldur, at vánaliga valúrslitið hjá norska Javnaðarflokkinum er ein góður boðskapur til føroyska Javnaðarflokkin um, at tað er týdningar- mikið at seta fólkið í fremstu røð. – Vit hava upplivað, at norski arbeiðaraflokkurin hevur fingið ein sovorðnan lemjandi frammaná, sum hann ongantíð hevur fingið fyrr. Ein flokkur, sum fyrr hevur fingið upp ímóti 40 prosent av atkvøðunum, fekk nú 24 prosent av avtkvøðunum. – Og so kunnu vit spyrja okkum sjálv, hví hetta er hent. Jú, tí norski Javn- aðarflokkurin hevur latið seg stýrt av búskapar- politiskum hugsjónum og harvið hevur gloymt síni egni sjónarmið burtur. Norski Javnaðarflokkurin hevur svikið sítt egna mál, og tað verður hann nú revsaður fyri, vísir Jóannes Eidesgaard á. Júst hetta heldur Jóannes Eidesgaard eigur at geva føroyska Javnaðarflokk- inum góðan íblástur. – Vit kunnu læra tað, at koma vit til ræði eftir eitt komandi løgtingsval, mugu vit seta okkum fyri, at fólkið skal fram í fremstu røð, sigur Jóannes Eides- gaard. 20 raðfestingar Spurningurin er so, hvussu Javnaðarflokkurin hugsar sær at seta fólkið fram í fremstu røð. Fyri at svara hesum, hevur tingmanning floksins saman við øðrum seinastu tíðina sitið og gjørt eina valskrá við 20 raðfesting- um. Tað er hendan valskrá, ið fríggjadagin og leygar- dagin skal viðgerast, møguliga broytast og enda- liga góðkennast á lands- fundinum í Vestmanna. Av tí, at valskráin enn ikki er góðkend, hevur ikki borið til hjá Sosialinum at fingið fatur á fullfíggjaðu skránni. Men tó hava vit fingið innlit í nakrar av teimum 20 raðfestingunum, og sambært Jóannes Eid- esgaard, hava vit fingið tær raðfestingarnar, ið flokk- urin fer at raðfesta fremst. Fleiri røktarheim Høvuðsraðfestingin millum hesar er ein ætlan um at útvega í minsta lagi 160 ellis- og røktarheimspláss komandi fýra árini. Javnaðarflokkurin held- ur, at bráfeingistørvurin á plássum er so mikið stórur, at tað er alneyðugt, at fáa hesa ætlan framda í verki. Kostnaðin av at útvega hesi plássini, metir flokk- urin, fer at liggja um 80 milliónir krónur gjøgnum fýra ár. Og Javnaðar- flokkurin sigur seg vilja veita kommununum trygd fyri, at landskassans partur av íløgum og rakstri verður játtaður. Spurningurin er so, um tað er realistiskt at hugsa sær, at Javnaðarflokkurin klárar at halda hetta lyftið. – Hetta er ikki ein óreal- istisk ætlan. Fyri at kunna útvega 160 nýggja ellis- og røktarheimspláss, er neyðugt at vit byggja fýra stór røktarheim. Hetta kann gerast við eini íløgu á 20 milliónir krónur um árið í fýra ár. Og tað skulu vit bara hava ráð til. Eitt land, sum gevur seg út til at vera eitt framkomið land, skal hava ráð til at veita fólk- inum – og eisini teimum gomlu góð kor, sigur Jóannes Eidesgaard. Í nýggja valuppleggi sínum lovar Javnaðarflokkurin at seta í verk eina brúkaralóg við brúkarastovni og brúkaraumboði at verja brúkaran VALSKRÁ John Johannessen Javnaðarflokkurin heldur, at áhugamálini hjá føroyska brúkaranum eru ógvuliga illa vard. Og tí heldur hann tað vera alneyðugt at fáa eina brúkaralóg setta í verk. Í valupplegginum, sum Sosialurin partvís hevur fingið innlit í, lovar Javn- aðarflokkurin, at ein brúk- aralóg verður sett í verk við brúkarastovni og brúkara- umboði. Hesi skulu hava sum høvuðsuppgávu at upplýsa, ráðgeva og verja brúkaran móti órætti, eins og tey skulu viðgera øll brúkara- mál. Landsfundur Javnaðarfloksins: Fólkið skal raðfestast fyrst – Sleppi eg at fáa stýrisvølin í hond og stýra landinum, verður fólkið sett í fremstu røð, langt framman fyri fullveldismálið. Hetta er høvðusboðskapurin í valupplegginum hjá Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval Mynd: Jens Kristian Vang Brúkarin skal hava rættindi C M Y K 7 6 og góð tilboð -tað loysir seg FARODANE 07-01 - Intel 850 chipsett/400MHz FSB RAM: 128MB 400MHz RDRAM - Skermur: Dell E771p - 17" - Grafikkkort: 32MB - Harðdiskur: 40GB IDE (7200RPM) - CD-ROM: - Floppydrev: 1.44MB - Ljóðkort: - Hátalarar: HK 395 - - Netkort: 10/100Mbit, klárt til fastnet - Modem: V.90 Data / Fax K56 PCI - Knappaborð og mús - Software: MS Works Suite 2001 DK - Operativsystem: MS Windows ME DK - Tænasta: 1 ára garanti Prosessari: 1700 MHz Intel Pentium 4, 256Kb Cache (b) - - DDR ATI Radeon 16xDVD SoundBlaster Live (Value) Harman Kardon v. Subwoofara DELL dimension 8100 1,7 GigaHz 1,7 GigaHz 14.985,- 14.985,- FÁ 128 MB RD-RAM eyka fyri kr. 475,- !