Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 245 - 19. desember 2008 Løgfrøðingur Tórshavnar kommuna søkir eftir løgfrøðingi til spennandi starv á løgdeildini. Uppgávur Tú fert í høvuðsheitum at ráðgeva stjórn og nevndum, arbeiða við tvørfakligum lógaruppgávum, fremja manna- gongdir og fyrisitingarligan førleika og veita hjálp í truplum lógarmálum. Arbeiðsøkið fevnir um alt kommunalt virksemi. Tó varðar løgdeildin serliga av kommunulóg og kommunustýris- skipan, skattakærufyrisiting, fyrisitingarrætti og privat- rættarligum viðurskiftum. Harumframt tekur deildin sær av øllum viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn. Vit bjóða eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við sjálv- støðugum, avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Førleikakrøv Til starvið krevst løgfrøðiligt embætisprógv. Best er, um tú hevur viðkomandi royndir frá almennu fyrisitingini og/ella privata vinnulívinum, men hetta er eingin treyt. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum BLF og fíggjarmálaráðið. Starvið kann verða sett sum ráðgevastarv, um tú hevur førleikar og royndir til tess. Vit ynskja, at tú byrjar sum skjótast, men vit eru fús at bíða eftir tí rætta. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhan E. Simonsen, deildarleiðara, á telefon 30 20 10, ella við teldubrævi á johans@torshavn.fo. Umsóknir við avritum av prógvum, upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum skulu stílast til Tórshavnar kommunu, Postsmogu 32, 110 Tórshavn, og vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. desember 2008, kl. 12.00. Umsóknir kunnu eisini latast inn á Snarskivuni ella sendast við teldubrævi til torshavn@torshavn.fo. Um løgdeildina Løgdeildin veitir løgfrøðiliga ráðgeving til stjórn, nevndir og aðrar deildir hjá kommununi. Deildin umsitur keyp og sølu av føstum ognum umframt allar leigusáttmálar. Harumframt virkar deildin sum avgreiðsluskrivstova hjá kommunalu skattakærunevndini og hýruvognsnevndini. Á deildini starvast fimm fólk – tríggir løgfrøðingar og tvey skrivstovufólk. Tórshavnar kommuna Gleðilig jól & gott nýggjár I Ô G H = 6 K C 6 G  @ D B B J C 6