Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 • 19. desember 2008 Vikuskifti 4 Jútski høvuðsstaðurin Århus er sera væl umtóktur sum lestrarbýur. Ikki minst millum føroyingar, ið finnast her í hundraðtali á stóra universi­ tetinum í býnum ella á onkrum av teimum mongu skúlunum. Hetta sæst aftur á Føroyingafelagnum í býnum, har tað serliga eru tey ungu, sum halda lív í felagsskapinum. Føroyingafelagið heldur til í Áarstovu, sum liggur í Vestergade í sjálvum miðbýnum í Århus. Mitt í vikuni hendir ikki so nógv, men í vikuskiftunum finna limirnir saman til ítrótt, gaman ella álvara. – Vit hava bæði flogbólt og fótbólt fríggjadag og leygardag, og leygarkvøld hava vit barrina opna, meðan sunnudagurin er halgaður sunnudagsskúla og føroyskan barnamálskúla, sum skiftast annanhvønn sunnudag, sigur Erla Petersen úr Fuglafirði. Hon lesur samfelagsfrøði og er skrivari í nevndini fyri Føroyingafelagið. Hon heldur, at foreldrini eru rættiliga ófør at senda børn í málskúla at læra føroyskt, hoyra søgur úr Føroyum ella tosa um føroyska mentan. – Vit royna at røkka allar málbólkar, bæði við at fólk kunnu koma her og drekka eina øl, men at tey eisini kunnu vera aktiv í ítrótti, og samstundis hava okkurt fyri børn og familjur, sigur Erla Petersen. Børnini, sum koma í skúla, eru bæði úr heimum við fastbúgvandi foreldrum, men tó mest hjá lesandi foreldrum. Hesi vilja fegin hava, at børnini kunnu halda málið við líka, so tey ikki eru ov langt afturúr, tá tey saman við foreldrunum eftir loknan lestur koma heim aftur og skulu byrja í einum føroyskum fólkaskúla. Skúlin varð tikin upp aftur síðsta skúlaár, eftir at hava ligið óvirkin nøkur ár. Nú eru fleiri, sum lesa til lærara, so tað aftur hevur borið til at fingið lærarakreftir og námsfrøðingar at taka sær av hesum. – Sjálvt um tað eru foreldrini, sum taka stig til at fáa børnini í skúla, so eru børnini sjálv rættiliga hugagóð, og her fáa tey eisini møguleika at møta øðrum føroyskum børnum. Spurd um hvat tað eru fyri fólk, ið vitja í Áarstovu, sigur Erla Petersen, at tað mest eru ung fólk. – Tey eldra halda, at staðið er nógv merkt av teimum ungu, og hetta hava vit í nevndini hugsað nógv um, tí vit vilja gjarna hava tey eldru við eisini. Tí kundu vit hugsað okkum at fingið tey eldru sjálvi at skipa fyri tiltøkum, tí tey vita best, hvat tey vilja hava. Tað kann vera eitt sindur ringt hjá okkum ungu at vita, hvørji ynski tey eldru ættarliðini hava. Erla Petersen sigur, at tað fyrr hevur verið ein kafé týsdag, men at hon er niðurløgd, tí tørvurin er ikki tann sami, eftir at føroysk tíðindi kunnu lesast á netinum. – Fólk hava ikki longur fyri neyðini at koma oman og lesa Sosialin og Dimmalætting, sum nú kunnu lesast á internetinum. Hetta er helst eisini orsøkin til, at tey eldru er horvin. Tað vóru í størstan mun tey, ið komu at lesa bløðini, sigur Erla Petersen. Vil tað siga, at felagið mest er eitt ungdómsfelag enn eitt føroyingafelag? – Ja, tað kann man gott siga, og halda vit vera eitt sindur keðiligt, tí vit vildu gjarna havt, at tað skal vera fyri øll. Men vit hava eisini hoyrt, at tey eldru ikki halda tað vera so nógv fyri tey. Tó er tað so, at tey møta í størri tali, tá vit til dømis hava flagdagshald ella ræstkjøtaveitslu. Tá koma fólk í øllum aldri og nógva staðni frá í landinum, sigur Erla Petersen. Hetta við at fólk brúka internetið meiri og meiri hevur eisini havt við sær, at skrivstovan hjá MFS­ Meginfelag Føroyskru Studenta – er niðurløgd, tí fólk eru sjálvbjargin yvir internetið, og tí er tørvurin næstan burtur. – Felagið er tó virkið og skipar fyri ymsum. Til dømis fyrilestrum, politiskum kjakfundum ella øðrum lestrarrelevantum, sigur Erla Petersen. Um tú hyggur 5-10 ár fram í tíðina. Verður so framvegis brúk fyri einum felag fyri føroyingar í Århus? – Ja, tað eri eg heilt sannførd um, tí fólk eru sera glað fyri at vera her. Tað hevur nógv at siga fyri tey at kunna koma her og møtast við øðrum, íðka ítrótt, dyrka síni áhugamál ella bara vera saman við øðrum føroyingum. Tað sosiala er tað berandi, og hetta kann ikki klárast yvir internetið, men bert við at møtast, sigur Erla Petersen. Um heystið tá nógv eru komin niður at lesa, skipar Føroyinga­ felagið fyri eini veitslu fyri hesum nýggju lesandi, so tey koma at kenna hvønn annan, verða saman­ sjóvaði og fáa eitt grundarlag fyri at koma í Áarstovu. Føroyingafelagið hevur eina fína heimasíðu, har til ber at kunna seg um tey tiltøk, sum felagið skipar fyri, hvat annars fyrigongur í húsinum og so víðari. Her ber eisini til at melda seg til skúla ella ymisk frítíðarítrív. Á tann hátt kann nevndin fylgja við í, hvussu nógv eru til tey ymsu ítrivini og meta um, hvørt eitt tiltak skal haldast ella avlýsast. – Heimasíðan verður væl vitjað, og har er eisini eitt kjakforum, har fólk kunnu samskifta um, hvørji tiltøk eiga at vera og ikki vera ella koma við hugskotum. – Hetta gevur okkum í nevndini eina góða peiling av, hvat limirnir ynskja, vit skulu skipa fyri og so víðari. Spurd um hon ætlar heim til Føroya, tá hon er liðug at lesa, sigur Erla Petersen: – Tann spurningin fái eg oftani, og eg hugsi nógv um hann. Eg Áarstova knýtir útis Í einum hugnaligum høl­ um í Vestergade í sjálv­ um miðbýnum í Århus liggur Áarstova. Her finst Føroy­ingafelagið, sum er eitt týdningarmikið bindi­ lið fy­ri serliga teir mongu ungu lesandi føroy­­ ingarnar í býnum. Í Áarstovu ber til hjá úti­ setum at koma inn og fáa sær eitt prát, ein kaffimunn, eina øl, seta seg á skúlabonk ella luttaka í sunnudagsskúla Áarstova, har Føroyingafelagið heldur til, liggur í einum gomlum og hugnaligum grannalagi í hjartanum av Århus. Erla Petersen, ið er ættað úr Fuglafirði, og sum lesur samfelgsfrøði, er skrivari í felagnum Útisetalív Kári Mikkelsen blaðmaður karim@sosialurin.fo