fríggjadagur 19. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 245 - 19. desember 2008
Nýggjastu politist
arnir í Havn eita
Rosa Mortensen og
Halltóra Joensen.
Tær halda ikki, at tað
er ein vansi at vera
konufólk í einum so
typiskum mannfólka
starvi. Og hvørki
børn ella smá, ið eru
á veg, er nøkur forð
ing fyri, at tær til
hvørja vakt lata seg
í politibúnan við til
hoyrandi vápnum
politistar
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Halltóra Joensen og Rosa
Mortensen vita væl, at
summi mannfólk halda, at
konufólk einki hava at gera
í politinum. Men teir eru
fáir eftirhondini. Og tær
hava enn ikki møtt nøkrum
her heima, sum hevur hand
an hugbuðrin. Niðri hittu
tær tó onkran.
Mannfólkaverð?
Tær siga, at tær sjálvandi
eru greiðar yvir, at mann
fólkini eru betri fyri og
sterkari kroppsliga. Men
kvinnuligir politistar kunnu
brúka júst tað, at tær eru
kvinnur, sum ein fyrimun.
Um vit koma út til ein
bardaga, húsaófrið ella ann
an harðskap, so tosa vit okk
um frá tí. Og tað sissar ofta
illu menninar, tá tað kemur
eitt konufólk, sum tosar
róliga við teir.
Ikki
tí,
mannligu
politistarnir duga eisini væl
at tosa, men ofta hava sansa
leysir og ávirkaðir menn
hug at loypa á, tá tað kemur
eitt annað mannfólk og
blandar seg uppí.
Tær eru samdar um
hvussu týdningarmikið, tað
er, at vakthavandi kennir
arbeiðsfólki, og at hann dug
ir at útdelegera uppgávurnar
til tey best egnaðu. Tí sjálv
andi hava politistar, eins og
onnur fólk, serligar styrkir.
Og so kann tað gera tað
sama, um tú ert konu ella
mannfólk.
Halltóra heldur fram og
sigur, at um tú dugir at seta
teg í respekt og tosa við øll
fólk, so er tað líkamikið,
um tú gongur í gummistyvl
um ella stillettum.
Men tú mást klára eitt
sindur av grovum mann
fólka skemti, annars kanst
tú bara pakka saman beinan
vegin, siga tær flennandi.
Hví politi?
Vit eru báðar nokk so
rokaligar. Eru ikki akkurát
typurnar, sum fara at læra
til frisør. Vit hava til dømis
báðar verið til skips. Rosa
hevur siglt í langa tíð, og
Halltóra hevur verið onkran
túr á havinum, greiða tær
báðar frá.
Men hvørgin teirra hevði
nakran gamlan dreym um
at gerast politist. Báðar siga
seg minnast, at tær sóu eina
lýsing eftir fólki frá løgregl
uni, og tað var rættiliga
spontant, at tær søktu.
Eg ynskti mær eitt
arbeiði, har tað hendi nak
að. Og sum løgreglufólk
veist tú aldri hvat dagurin
hevur at bjóða. Og so kann
eg ikki tola at arbeiða frá 8
16, greiðir Halltóra frá.
Rosa nikkar samd og
leggur afturat,
– Eg hevði siglt í fleiri ár,
men tá eg fekk sonin kláraði
eg ikki at vera burtur so
leingi í senn, so eg mátti
finna mær okkurt arbeiði
uppi á landi. Og hetta ljóð
aði sera spennandi, tí tú
kemur í samband við nogv
fólk, og tað er eitt sindur av
”action” í gerandisdegnum,
sigur hon.
Ógvusligar
upplivingar
Halltóra og Rosa minnast
aftur á tíðina, tá tær byrj
aðu.
Man fær ikki nakra
bleyta byrjan, tí man verður
bara blakaður út í tað. Og
tað kann vera rættiliga hart
í fyrstuni, tí alt er nýtt, og
man dugir ikki rættiliga at
fyrihalda seg til ymsu
støðurnar, man kemur í, sig
ur Rosa.
Og ungu bygdadamurnar
hava sanniliga eisini verið
úti fyri eitt sindur av hvørj
um.
Tað ringasta er, tá man
kemur út til ung fólk, sum
eru deyð. Vit hava sæð fólk,
ið eru deyð av yvirdosis, í
ferðsluni og sum hava lopið
út av høgum bygningum,
greiðir Rosa frá.
Man má bara læra seg at
sláa kenslurnar frá. Tí tað
er ofta sera óhugnaligt, tá
man kemur út á staðið. Man
skal bara seta í automatgear
Mammur í politi