fríggjadagur 19. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 • 19. desember 2008
Vikuskifti
8
FERÐAFRÁSØGN
Atli Petersen
atli@knassar.com
Leygarkvøldið 22. novembur
komu vit til Keypmannahavnar.
Har yvirnáttaðu vit í tvær nætur,
har høvi var at møta ymiskar
vinir og kenningar, sum búleikast
í Keypmannahavn, m.a. so fóru
vit ein túr í Tivoli, har tey hava
pyntað upp til jóla - sera hugna-
ligt. Mánamorgunin flugu vit
víðari, millumlendu í París og
Miami, inntil vit, 18 tímar seinni,
komu til Jamaika, okkara fyrsta
veruliga ferðastað á ferðini. Vit
rendu okkum í smátrupulleikar
beinanvegin, tá Atli las á eini
læknaheimasíðu, og sá at hann
manglaði at fáa eina vaccination.
Í samstarv við Fonnflog og
Henry Petersen (beiggja Atla í
Keypmannahavn) megnaðu vit
at fáa fatur á tí røttu vaccinuni í
Miami, har læknin var bert fimm
minuttir frá flogvøllinum, áðrenn
leiðin gekk víðari til Jamaika.
Fyrsta morgunin í Jamaika
gingu vit úti ein lítlan túr á eini
kei, har ein maður kemur yvir
til okkum. Hann sigur seg eita
O´Neill og spyr, hvat vit gera her
og hvat ørindi vit hava á Jamaika.
Eftir eina langa samrøðu bjóðar
hann seg at vísa okkum nøkur
áhugaverd støð á Jamaika,
sjálvandi fyri eina vissan pening.
Vit taka av og lítlan tíma seinni
sita vit í einum bili, ávegis til
nøkur støð á Jamaika. Tá tað var
soleiðis, at vit yvirnáttaðu í Port
Royal, hildu vit at tað var nærlagt
at vitja gamla fortrið Fort Charles,
sum liggur í umráðinum. Her
man kann síggja leivdirnar av
jarðskjálvtanum, sum var í 1692.
Hesin jarðsskjálvtin gjørdi at tveir
triðingar av Port Royal, sum var tá
høvuðsstaður, sakk undir sjógv og
bleiv tí sera meint raktur og misti
tí høvuðsstaða heitið til Kingston.
Port Royal er blivin ein gim-
steinur hjá arkeologum, sum kalla
býin fyri »Býurin, ið sakk«.
Eftir hetta fingu vit ein sera
áhugaverdan túr inn í »heimin« hjá
umtókta tónleikaranum Bob Marley.
Flestum kunnugt, hevur Bob
Marley verið ein ímynd av Jamaika
og Rastafari (sí í tekstboksini).
Maðurin hevur skrivað og framført
tónleik, sum hevur bergtikið allan
heimin, og hendan stoltleika
dylja jamaikubúgvar ikki útyvir.
Tað stuttliga við hesum báðum
støðunum (Fort Charles og Bob
Marley Museum) var at eftir vitjan,
so skuldi man skriva seg í eina
gestabók. Í forvitni hugdu vit líka
nakrar síður aftur, og har funnu vit
útav, at ffýra føroyskar gentir hava
verið í hesum báðum støðunum
stutt frammanundan.
»Beverly Hills«
O´Neil, »ferðaleiðarin«, vildi
sera fegin vísa okkum á rík-
mannaumhvørvið í Jamaika, tað
sokallaða »Beverly Hills«. Hetta
vísti seg at vera eitt sera vakurt
øki, men tað høga livistøði vísti
seg tó ikki at vera nógv betur
enn hjá einum miðal-føroyingi.
Vit fingu eisini greitt frá, at um
vit fóru inní »gamla« Kingston,
har fátækradømi valdar, kundu
vit ikki heilt vandaleysir ferðast
ígjøgnum økið. Ein kundi vera
óheppin at blíva álopin og rænd-
ur, men bidding var tann stóri
trupulleikin í hesum umráði. Helst
tá ið ein hevði hvítan húðarlit.
Møguliga vísti hann okkum
mest hesi støðini, tí tey vóru tey
tryggastu at ferðast í. Seinni
Bóltglaðir
fuglfirðingar
millum
biddarar
í Jamaika
Fakta um
Jamaica
Høvuðsstaður: Kingston
Íbúgvatal: 2,8 mió fólk
Mál: Tað lokala málið verður
kallað patois, hetta er eitt mál
sum byggur á tað enska málið og
einstøk sponsk orð og tónalag.
Nøkur viðurskifti, sum hava
sett Jamakia á heimskortið:
Rastafari: Nógv vilja verða við
at hetta er ein átrúnaður, men
talan er meir um eina politiska
hugsjón. Ein hugsjón sum vísir á
frígerðing og skapan av einum
afrikanskum stati. Tað sjónliga
eyðkenni við einum Rastafarian
er at hann hevur dreadlocks.
At lata hárið hjá sær vaksa og
roykja cannabis er ein partur av
Rastafarian. Roykingin verður
gjørd meðan lisið verður úr
Bíbiluni fyri at fáa betri samband
við hægri maktir.
Bob Marley: Kongur innan
Reggae tónleikin og Rastafarian
Usain Bolt: Heimsins skjótasti
maður nakrantíð, bæði í 100 og
200 metrum. Hesi metini tók
hann í OL í summar.
Hanus Eliasen og Atli Petersen
Í hesi frásøgn eru vit farnir frá Føroyum,
yvirnátta tvær nætur í Keypmannahavn,
ferðast til JamaiKa, har vit millumlendu í
París og Miami. Í skrivandi løtu skulu vit
yvirnátta á Jamaica, har vit í morginárini
klokkan átta flúgva víðari til Kuba
Á gøtuni í Port Royal har fátækradømi er stórt