fríggjadagur 19. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 245 - 19. desember 2008
og fáa allar tær praktisku
uppgávurnar frá hondini.
Og so má man goyma reak
tiónina til aftaná. Tað ber
ikki til at reagera úti á stað
num, tí so er man ikki til
nakra nyttu, staðfestir Hall
tóra.
Tær siga tó, at tær skjótt
fingu harða húð, av at
arbeiða hjá politinum niðri.
Tí har hendi allatíðina
okkurt, og har var tað eisini
lættari at fyrihalda seg til
tey ringu tingini, tær komu
út til, tí tær høvdu einki for
hold til offrini, ið tær hittu.
Eg minnist tó einaferð,
eg var á veg út at fortelja
eini ungari kvinnu, at mam
ma hennara var deyð, sigur
Halltóra. – Tá eg hugdi í
pappírini, sá eg, at mamman
var javngomul við mammu
mína, og at unga kvinnan
var javngomul við meg. Tá
kom tað knappliga tætt
uppá, og aftaná hevði eg
tað forferdiliga ringt, greið
ir hon frá.
Í høvuðsheitum er tað
myrka og keðiliga síðan av
samfelagnum, sum fyllir
mest í teirra arbeiðsdegi.
Og tað kann eisini gerast ov
nógv at bera einsamallur.
Rosa og Halltóra sláa í tí
sambandi fast, at tað er ein
ótrúliga góð hjáp at tosa við
arbeiðsfelagarnar.
Vit eru ógvuliga opin
her á støðini, og vit brúka
hvønnannan til at tosa um
tingini, ið vit koma út fyri.
Og tað er sera gott kunna
tosa við onkran, sum hevur
verið úti fyri onkrum lík
andi, vísa tær á.
Og her er eisini nógvur
svartur humor. Man kann
velja at seta seg niður og
gráta, tá okkurt keðiligt
hendir, ella man kann velja
at flenna at tí, og tað gera
vit eisini.
Mammur í
skotsikrum vestum
Rosa býr í Hoyvík við maka
num og seks ára gamla soni
num, meðan Halltóra býr í
Hósvík við sínum maka og
er við barn.
Tá tær verða spurdar,
hvussu politistastarvið hósk
ar saman við familjulívi
num, er tøgn eina løtu.
Tað er sjálvandi eitt
puslispæl at hava skiftandi
vaktir, tá man er mamma,
svarar Rosa, og heldur
fram, Og tá eg havi verið
úti til onkra vanlukku, ella
verið úti fyri onkrari keði
ligari støðu í arbeiðnum,
fær
sonurin
eitt
eyka
klemm, tá eg komi heim. –
Serliga í Danmark kundi
vandi vera á ferð, og tá var
eg ordiliga glað fyri at
koma heim til hansara aft
ur.
Halltóra hugsar eina løtu,
og minnist aftur á rokið
sum var í Keypmannahavn
í summar, tá sonevnda Ung
dómshúsið varð selt, og tey
ungu høvdu ógvusligar mót
mælisgongur.
– Tað vóru nógvir saman
brestir við tey ungu, og vit
vóru úti næstan hvønn dag
til ófriðin, sum var í gøtu
num. Tá tað var uppá tað
harðasta, fóru vit í og úr
skottryggum vestum dag og
dagliga. Eg var júst vorðin
við barn tá, og eg minnist at
eg hugsaði, at hetta kanska
ikki var nakað lív fyri eina
barnakonu, sigur hon.
Rosa heldur, at alt tað,
tær síggja, sanniliga eisini
ávirkar mátan tær hugsa um
børnini. Serliga um tær
koma út til heim, har børn
ini verða vanrøkt.
Tá man hevur verið úti í
einum heimi, har einki
fungerar og alt flytur, og
børnini hava tað ringt, so
rakar tað meg meint, tí eg
sjálv eri mamma, sigur
hon.
Ja, sigur Halltóra, man
hittir so nógv fólk, sum eru
komin í óføri og bróta
lógina, og eg kann ikki lata
vera við at hugsa, um míni
egnu børn nakrantíð munnu
fara at at gera tað, sigur hon
hugsunarsom.
Munur á Føroyum
og Danmark
Í Føroyum eru forholdini so
smá, so tað er heilt nakað
annað enn at arbeiða sum
politist niðri.
Tað eru fleiri vansar við
at arbeiða her heima. Her
eru
politistarnir
hálv
almennir persónar, sum øll
kenna. So vit hitta tey somu
fólkini aftur og aftur. Tað
ger man ikki niðri, vísir
Halltóra á.
Her hugsi eg eisini um
eg kenni adressuna, eg eri
send
út
til.
Og
um
nummarplátan, á bilum eg
má steðga, er kend. Tí tá for
holdini eru so smá, fer man
altíð at koma í samband við
onkran, sum man kennir,
staðfestir Rosa.
At landið er so lítið og
tað er skjótt at koma fram,
hevur eisini týdning.
Tá man verður sendur
út til eina ferðsluvanlukku,
er tað so stutt at koyra, tí
landið er so lítið, at man
kanska ikki nær at fyrireika
seg mentalt. Og møguleikin
fyri, at man kennir tey inn
blandaðu, er sjálvandi eisini
stórur, heldur Halltóra.
Men eisini á øðrum økj
um er tað øðrvísi at arbeiða
í Føroyum.
Halltóra og Rosa eru yvir
raskaðar av hvussu nógv
heimleys eru í Føroyum,
sum bara liggja avdottin úti
á vegnum, og ongastaðni
hava at fara. Og tær høvdu
ikki væntað, at arbeiðið við
ferðsluni fylti so nógv í
arbeiðnum, sum tað ger.
Og her er faktiskt meiri
at gera, enn væntað, eru tær
samdar um.
búna
Nýggjastu politistarnir í Havn eru 27 ára gamla Halltóra
Joensen úr Hvalba og 28 ára gamla Rosa Mortensen úr
Skálavík.
Tær byrjaðu í politiskúlanum í Keypmannahavn 1. august
2005 og vóru útlærdar 27. juni 2008.
Fyrsti føroyski kvinnuligi politisturin var Kristina
Christiansen. Hon varð útlærd í 1986 og hevur starvast i
Føroyum síðani.
Eftir Kristinu komu alsamt fleiri kvinnuligir politistar, og
nú eru tær 10 í starvi á støðini í Havn.
Skúlin er uppbygdur í fýra modul, har arbeitt verður
ímillum hvørt skúlaskeið.
FAKTA
Vit hava sæð eitt sindur av hvørjum í hesum starvinum, og tað er neyðugt at fáa harða húð beinanvegin
Mynd: Jens Kristian Vang
28 ára gamla Rosa Mortensen og 27 ára gamla
Halltóra Joensen er samdar um at tað kann verða
ein fyrimunur at vera konufólk í politistarvinum
Mynd: Jens Kristian Vang