fríggjadagur 19. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 • 19. desember 2008
Vikuskifti
9
Tað er ymiskt, hvussu fólki í
Jamaika tók ímóti okkum. Nøkur
vóru sera ágangandi, meðan
onnur sóu ein møguleika í at fáa
okkurt munagott burtur úr, sum t.
d. við at selja ella bjóða okkum
okkurt, og hesi vóru tí blíð og
fryntlig.
Vit møttu O’Neill á keiini í Port
Royal dagin eftir, at vit komu
til Jamaika. Honum dámar væl
turistar og bjóðaði seg fram
at vísa okkum tey áhugaverdu
støðini í Jamaika. Hóast hann
er væl fyri í mun til onnur, so
eigur hann ikki nógv. Bilurin,
hann koyrdi við, hevði hann
lænt frá pápanum. O’Neill er
ikki væl fyri fakliga, tað løgdu
vit fleiri ferðir merki til, tí tá ið
hann bleiv spurdur um einkul
roknistykkir og stavilsi, hevði
hann stórar trupulleikar. Vit
fingu eina góða samtalu um,
hvussu hann heldur jól í Jamaika.
Hann segði, at hansara familja
samlaðist í jóladøgunum (tveir
dagar) í onkrum størri høli, har tey
eta svínakjøt, syngja sálmar og
býta gávur sínamillum. Eitt, sum
O’Neill legði stóran dent á, var at
tey halda jól, tí Jesus varð føddur,
og at Jesus var deyður fyri okkara
syndir. Hóast aðrir trúðarbólkar
og serliga Rastafari, sum hevur
sterkar røtur í Jamaika, so hevur
O’Neill tí vanligu kristnu læruna,
sum vit kenna her í Føroyum, og
tí minna hansara jól nógv um
okkara.
O’Neill er góður
við ferðafólk
Føddur 6. mars 1976
funnu vit útav, at tá ið vit ferðaðust
í Gamla Kingston og vanligu
støðunum, so blivu vit meir ella
minni álopnir, har tey vildu hava
ein part av okkara ríkidømi við at
bidda ella bjóða seg framm at gera
eina tænastu. Her høvdu vit nakrar
óbehagiligar støður.
Síðan gekk leiðin langt upp í
fjøllini, har vit fyrst vitjaðu staðið,
har tað kenda Blue Mountain
Coffee verður gjørt. Her keyptu vit
hvør sín pakka. Tað stuttliga við
hesi vitjan var at maðurin, sum
gjørdi kaffi, fylgdi akkurát við í
Champions League-fótbóltinum
á netinum, tá ið vit vitjaðu har.
Hesin maðurin var sera áhugaður
í fótbólti, og sum tann einasti í
landinum vit tosaðu við, kendi um
Føroyar. Her kundi Hanus reypa
eitt sindur, har hann vísti ymiskt
um EB/Streym og um dystin móti
Manchester City, sum hann varð
hugtikin av. So meðan vit traðka
í bilin áveg avstað aftur, hoyra
vit við einari jamaikiskari dialekt:
»Go EB/Streymur«.
Eftir hetta fóru vit til eitt stað,
ið kallast Strawberry Hill. Tað
er eitt stað, sum nógvar mega
stjørnir og kend fólk hava vitjað
ferð aftaná ferð, her koma tey
at slappa av. Á veggunum sóu
vit myndir av stjørnunum, tá ið
tey hava vitjað staðið. Hetta var
avbera lekkurt stað, sum liggur
fleiri 100 metrar yvir Kingston.
Her kanst tú við frískari tunnari
luft, sum als ikki er at finna niðri
í tí rokaliga býnum, taka tær av
løttum við góða útsýninum.
Fátækur skúli
Aftaná var tað vorðið so seint, at
vit gjørdust samdir um at best var
bara at leggja leiðina heim, so
man kundi leggja seg at sova.
So í dag fóru vit út at ganga
ein túr í Port Royal, har vit møttu
ymiskum fólki, m.a. tosaðu vit
við ein fiskimann og har tóku vit
myndir av, hvussu tey viðgjørdu
fisk. Vit gingu eisini framvið
einum barnaskúla, sum var eina
vitjan verd. Tann fyrsta vit møta
er skúlastjóran, sum segði, at
vit máttu hava serloyvi at koma
inn, men eftir at hava tosað við
hann eina løtu, so loyvdi hann
okkum inn. Vit tóku síðani nakrar
myndir, har børnini tyktust sera
“uppgearaði” yvir, at 2 hvítir komu
at vitja teirra skúla. Áðrenn vit
fóru frá skúlanum, so fingu vit
aftur eitt prát við skúlastjóran. Vit
lovaðu at senda ymiskar myndir
frá okkara lokala barnaskúla. Vit
spurdu, hvussu tað var viðvíkjandi
tí fíggjarliga. Til tað svaraði hann,
at skúlin var sera illa fyri. Vit
lovaðu tí at senda ein bólt ella
okkurt líknandi til henda skúla.
Um nakar er áhugaður at gera tað
sama, so er hetta addressan:
Port Royal Primary & Infant
School, Kingston 1, Jamaika
Víari til Kuba
Eftir hesa vitjan fóru vit líka ein
túr á strondina, har ein lokalur
drongur kom til okkum og bjóðaði
seg til at sigla okkum til eina
oyggj, sum tók 15 minuttir at
sigla til, fyri ein bíligan penga. Vit
tóku av, so allur seinnaparturin
gekk við svimjing og kaving.
Hetta má upplivast, sera lekkurt.
Nú sita vit á staðnum, har vit
yvirnátta. Og í morgin árini kl. 8
flúgva vit víðari til Kuba.
Eisini hava vit gjørt ein myspace
profil til endamálið og hann er á:
www.myspace.com/hanusogatli
Glað
jamaikansk
børn saman
við Hanusi
Eliasen