fríggjadagur 19. desember 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 245 - 19. desember 2008
Nýggjur málningur
av Jan Christansen,
fyrrverandi borgar
stjóra, varð avdúkaður
á hátíðarløtu í gjár í
býráðssalinum Havn
Tað er ein av fremstu mynd
listamonnum í Havn, Tor
bjørn Olsen, ið hevur málað
fyrrverandi borgarstjóran.
Jan Christiansen var borgar
stjóri í Tórshavnar komm
unu árini 20012004.
Hann tók fyrstu ferð sæti
í býráðnum við ársbyrjan
1985 og hevur sitið í býráð
num øll árini.
11. november 2008 varð
hann afturvaldur fyri Fólka
lokkin. Tá komandi seta er
av, hevur Jan Christiansen
sitið í býráðnum uttan slit í
28 ár. Hann er tann av
býráðslimunum, ið hevur
sitið næstlongst.
Myndlistamaðurin
Tor
bjørn Olsen hevur áður mál
að Poul Michelsen, ið var
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu 19811992.
Málningur av Jan
Christiansen avdúkaður
Norrøna Atlants
samstarvið hevur
játtað 4,25 milliónir
til 18 verkætlanir,
sum á ymsar máta
stimbra samstarvið
millum Føroyar,
Grønland, Ísland og
Strandanoregi
Stuðul
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nevndin í Norrønum Atlants
samstarvi (NORA) hevur, á
fundi í farnu viku, gjørt av
at lata tilsamans 4,25 milli
ónir í stuðuli til 18 verkætl
anir. Endamálið við stuðlin
um er at stimbra vinnulívs
menning og samstarv í teim
um 4 NORA londunum,
sum eru Grønland, Ísland,
Føroyar og Strandarnoregi.
Havið og tilfeingið úr hav
inum hevur stóran týdning
fyri samfeløgini og vinnu
lívið í Norðuratlantshavin
um. Hetta sæst eisini á játt
aðu umsóknunum. Seks
umsóknir, sum so ella so
snúgva seg um hav og hav
tilfeingið, hava fingið játt
an. Harafturat hevur NORA
játtað stuðul til verkætlanir
innan ferðavinnu, flutning,
kunningar og samskiftis
tøkni og annað økissam
starv
Rækjur og gággur
Seinastu tvey árini hevur
NORA stuðlað eini íslendsk
ari og føroyskari samstarvs
verkætlan, sum hevur kann
að lívfrøðina hjá gággum.
Hetta er eitt djóraslag, sum
enn ikki verður gagnnýtt
nakað serligt sum útflutning
arvøra í Føroyum, men í
Íslandi hava tey nakrar
royndir við hesum. Kanning
in skal millum annað vísa,
hvussu lívfrøðiliga burð
ardygg veiða kann leggjast
til rættis. Í Føroyum hava
Fiskirannsóknarstovan
og
O.C. Joensen á Oyri luttikið
í verkætlanini. NORA hevur
játtað 300.000 krónur til
seinasta árið í verkætlanini.
Astaxanthin
er
reytt
litevni, sum natúrliga finst í
rækjuskølum. Evnið verður
brúkt sum litevni at lata í
laksa og sílafóður. Vanliga
verður evnið framleitt syn
tetiskt, men við at vinna tað
úr rækjuskali ber til at fáa
betri prís fyri fóðuri og
eisini fyri laksin, sum kann
seljast
sum
vistfrøðilig
vøra. Hetta er annað árið í
verkætlanini og fekk verk
ætlanin 300.000 krónur í
stuðuli hesaferð. Havsbrún
og P/F Miðfinnur úr Leirvík
eru føroysku luttakarnir.
Betri samskifti
Fjarstøða og lítið fjølbygd
øki eru avbjóðingar, sum
øll samfeløgini í NORA
økinum hava í felag. Ein
verkætlan, sum hevur lut
tøku úr øllum fýra londun
um arbeiðir við at veita
betri tilboð til menningar
tarnað, sum búgva í útjaðar
anum. Hugskotið í verkætl
anini er, eins og við tele
medisini at nýta framkomna
tøkni til at tryggja eisini
hesum samfelagsbólki fak
liga góð viðgerðartilboð.
Harafturat skal ein heima
síða mennast, har starvs
fólkini kunnu samskifta um
felags avbjóðingar og fáa
vegleiðing um internetið.
Flutningur og
ferðavinna
Verkætlanin Arctic Aviation
Working Group skal menna
eitt netverk, ið skal arbeiða
við serligu avbjóðingunum,
sum flogferðslan í NORA
økinum hevur: avmarkað
ferðafólkatal,
harðbalið
veðurlag, stuttar flogbreytir
og annað. Verkætlanin hev
ur í fyrsta umfari fingið játt
að 75.000 krónur til fyrstu
kanningarnar.
Grønland, Ísland og Før
oyar hava oftani samstarvað,
tá ið tey royna at fáa fleiri
cruiseskip at sigla í Norð
urhøvum. Nú er ætlanin at
fara í enn tættari samstarv.
Á komandi Miami Seatrade
sølustevnuni, er ætlanin at
tey trý londini skulu markn
aðarføra seg saman við fel
ags bási og á hendan hátt
skapa eina felags Norður
atlantiska oyggj á hesi
heimsins størstu sølustevnu
innan
cruiseferðavinnu.
Fyri Føroyar luttekur Tórs
havnar Kommuna í verk
ætlanini og virka tey sum
samskipari fyri fleiri før
oysk feløg, sum eru virkin í
cruiseferðavinnuni.
Ein
samstarvsverkætlan
millum Føroyar og Ísland ætl
ar at gagnnýta mongu møgu
leikarnar
fyri
marknað
arføring, sum millum annað
internettænastan YouTube og
framkomin samskiftistøkni,
sum eitt nú Iphone hjá
Apple geva. Ætlanin er at
framleiða fleiri stuttfilmar,
sum millum annað skulu
nýtast á YouTube og til at
senda millum telefonir. Film
arnir eru ætlaðir sum felags
marknaðarføring av økinum.
NORA hevur stuðlað verk
ætlanini við 150.000 krónum.
Úr Føroyum luttekur Kovboy
film í verkætlanini
Trygd á sjónum
Trygdin á sjónum hevur ver
ið nógv á breddanum sein
astu tíðina. Bæði Útnorður
ráðið og Norðurlandaráðið
eru komin við tilmælum
um at betra tilbúgvingina.
NORA hevur nú játtað
400.000 krónur til eina
verkætlan, sum skal menna
eina veðurtænastu til at
hjálpa tilbúgvingini í økin
um. Føroyar, Ísland og Nor
egi eru við í verkætlanini.
Úr Føroyum luttekur Nátt
úruvísindadeildin á Fróð
skaparsetrnum
Samstarv um
íverksaetan
Fyri einum ári síðani játtaði
NORA stuðul til ein undan
verkætlan,
sum
skuldi
kanna um tað var møguligt
at skipa samstarv millum
íverksetarahús
í
NORA
økinum. Íverksetarahúsið í
Klaksvík var vertur fyri eini
verkstovu í mai í ár. Niður
støðan hjá luttakunum var,
at her var nógv at samstarva
um. Nú hevur NORA játtað
170.000 krónur til halda
nýggja verkstovu og til at
menna eina heimasíðu, sum
skal hjálpa íverksetar um í
økinum at samstarva tvørtur
um
Norðuratlantshavið.
Ætlanin er nú at fáa enn
fleiri luttakarar úr økinum
við í verkætlanina.
Tilsamans 36 umsóknir
vóru viðgjørdar í hesum
umfarinum. Næsta umsókn
arfreist hjá NORA er 2.
Mars 2009.
Milliónir til Atlantssamstarv
Listamaðurin Torbjørn Olsen
hevur málað nýggja málningin
av Jan Christiansen,
fyrrverandi borgarstjóra
Millum tær 18 verkætlaninar, sum Norrøna Atlantssamstarvi
hevur játtað stuðul, eru 300.000 krónur latnar til verkætlan til
at vinna reyða litevnið úr rækjuskali
Átta listafólk í listaglugganum
Fríggjadagin 19. december kl. 15.00 letur
upp nýggj framsýning í Listaglugganum.
Við á framsýningini eru listafólkini
Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen,
Eyðun av Reyni, Frits Johannesen, Olivur
við Neyst, Kári Svensson, Edward Fuglø
og Øssur Mohr. Framsýningin er fjøltáttað
í síni heild og eru flestu verkini frá 2008.
Tað er møguligt at síggja framsýningina
frá í dag og fram til 14. Januar 2009.
Ein andakt um dagin
»Gud er ljós« er heitið á nýggjari andaktsbók við eini andakt til
hvønn dagin í árinum. Andaktirnar, sum Johs. Andr. Næs hevur
skrivað, fylgja í høvuðsheitum kirkjuárinum. Smálestrarnir í bókini
byggja á Bíbliuna ein partur úr prædikutekstunum í báðum
tekstarøðunum í kirkjuárinum, ein partur úr Luthers Katekismus
eftir Balslev og ein partur við bíbliuorðum. Hóast hvør lesturin er
settur til ávísan dag í árinum, er bókin skipað soleiðis, at lestrarnir
við bíbilversi úr prædikutekstum nøkunlunda fylgja kirkjuárinum
við hinum lestrunum settum ímillum. Tað er Bókadeild KFUMs,
sum gevur andaktsbókina út. Bókin er at fáa í bókahandlum kring
landið
Málningur eftir Zacharis Heinesen