Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 245 - 19. desember 2008 Nógvur upsi er landaður í Saltangará hesa vikuna, og mána­ dagin og týsdagin koma eisini fýra skip inn at landa. Síðan verður steðgur til triðja jóladag, tá fleiri ísfiskatrolarar loysa aftur – í vónini um at gera eina góða sølu í byrjanini av árinum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í vikuni hava ikki færri enn seks ísfiskatrolarar landað í Saltangará, og í morgin landa tveir trolarar aftrat. Teir, sum hava verið inni, eru Stelkur og Bakur við 320.000 pundum, Rókur og Lerkur, sum eisini høvdu 320.000 pund og Jaspis og Ametyst við 228.000 pundum. Í morgin koma Heykur og Falkur inn at landa, og á Landingarmiðstøðini í Salt­ angará vænta tey, at teir fara at hava eini 460.000 pund inni. Stelkur og Bakur og Rókur og Lerkur fóru út­ aftur í vikuni, og teir fyrru koma ætlandi inn aftur at landa komandi mánadag – og teir seinnu týsdagin, sum er tollaksmessudagur. Heykur og Falkur, sum landa í morgin, fara ikki útaftur fyru jólahøgtíðina. Veiðan hjá øllum ísfiska­ trolarunum er upsi. Út triðja dag Vanligt er, at ísfiskatrolarar liggja um jólini, men tað er rættiliga vanligt, at fleiri av skipunum loysa aftur longu triðja jóladag, og soleiðis verður helst eisini í ár, um líkindini eru til vildar. Skipini hjá Faroe Seafood fara øll útaftur triðja jóla­ dag, og tað fara leirvíks­ trolararnir, Polarhav og Stjørnan, sum hava verið til klassingar, ætlandi eisini. Sum skilst, er ikki heilt vist, at leirvíkstrolararnir verða klárir, men miðjað verður eftir, at so verður. Millum aðrar ísfiskatrol­ arar, sum væntandi eisini loysa triðja jóladag, eru trolararnir í Vestmanna, har serliga Fram og Vestur­ búgvin hava roynst sera stinnir í ár og liggja í ovastu røð, bæði í veiðinøgd og veiðivirði. Góðir túrar Seinastu árini hava ís­ fiskatrolarar gjørt rættiliga góðar túrar millum jóla og nýggjárs. Tá veðrið hevur roynst, og fiskiskapurin hevur verið góður, eru nøkur skip farin niður til Hanstholm at selja fyrst í árinum, og tá hevur eydnast at fáa rætti­ liga góðan prís fyri lastina. Eitt ár herfyri høvdu leirvíkstrolararnir soleiðis eina sera góða sølu í Hanst­ holm, og okkurt annað ár seldu Bakur og Stelkur væl. Onnur skip hava eisini gjørt góðar túrar og hava havt góðar sølur uttanlands fyrst í árinum. Men tað tekur tíð at sigla av fiskileiðunum og niður til Danmarkar at selja, og hava skipini ikki fingið nóg mikið av kassum, tá loyst verður aftur í Danmark, hev­ ur verið neyðugt at leggja inn í Føroyum eftir kassum, áðrenn nýggjur túrur kundi byrja. Í slíkum førum kunnu skip missa ein heilan túr. Tað eru dømir um, at meðan skip sigldu á danska marknaðin við fiskinum – og seldu væl – gjørdu onnur skip, sum førdu fiskin til lands her heima, tveir túrar. So, hetta er altíð ein spurningur um val – og at taka kjansir. Men saktans kann tað eydnast í báðum førum, bæði hjá teimum, sum royna danska marknaðin og hjá teimum, sum velja at landa í Føroyum. Fleiri ísfiskatrolarar loysa triðja jóladag Ein søgulig mynd. Polarhav og Stjørnan hava verið í Hanstholm og landað. Teir høvdu eina óføra góða sølu, men samstundis gjørdu Bakur og Stelkur, sum landaðu í Føroyum, tveir ísfiskatúrar Mynd: Vilmund Jacobsen Undir sáttmálasamráðingunum í heyst, gjørdu Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag av at leingja verandi sáttmála, tí nógvar óvissur eru í viðurskiftunum hjá skipum og manningum. – Verður komandi ár verri, verður púra galið, sigur Jan Højgaard, felagsformaður LandsFundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í fleiri ár hevur Føroya Fiskimannafelag hildið sín árliga landsfund millum jóla og nýggjárs, tá vænandi er, at flestu fiskimenn eru heima. Teir, sum fiska á fjarleiðum umborð á verksmiðjutrolarum og rækjuskipum koma tó ikki heim til jóla, um tað ikki júst passar soleiðis, at túrur er lokin, og skipini skulu heim kortini. Hinvegin eru tað eisini nógvir menn, sum sigla við ísfiskatrolarum, ið eru burtur millum høgtíðirnar, tí tað er vorðið meira vanligt, at ísfiskatrolarar loysa triðja jóladag og landa beint eftir nýggjár. Menn órógvaðir Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at árið í ár verður vánaligt hjá nógvum fiskimonnum, tó at inntøkurnar hjá teimum fyri nógvar dagar á sjónum í flestu førum eru á eini leið. ­ Vit merkja týðiliga, at menn eru órógvaðir av støðuni, nú fleiri skip eru løgd, samstundis sum skip í vinnum, sum áður hava gingið væl, hava verið fyri stórum kvotuskerjingum í svartkjafti. Samfelagið er vorðið nógv dýrari at liva í, og vit merkja eisini, at okkara limir havt verri við at fáa endarnar at røkka. Hann sigur, at onnur órógvandi viðurskifti eru eisini, nú alt bendir á, at bankarnir hava langað lokið á kassan – eftir at hava verið við til at ført fólk út í óføri við garvillum lánum, sum hava trýst prísirnar á eitt nú sethúsum upp til himmals. Jan sigur, at onkrir glottar kortini eru at hóma, og í fyrsta lagi er tað oljan, sum er vorðin bíligari seinasta hálva árið. Púra galið ­ Nei, árið í ár hevur ikki verið nakað serligt – og eg vil heldur siga vánaligt, men verður komandi ár uppaftur verri, trúgvi eg, at tað verður púra galið hjá okkara fiskiflota og teimum monnum, sum hava sítt livibreyð umborð á hesum skipum, sigur Jan Højgaard, sum vit fara at práta meira við til blaðið mánadagin. Á landsfundinum fer felagsformaðurin at leggja fram tøl, sum lýsa gongdina í hesum ári, og hann fer eisini at taka saman um og gera sínar metingar fyri komand ár. Fiskimenn órógvaðir av støðuni - Menn eru órógvaðir av støðuni, og fleiri hava ilt við at fáa endarnar at røkka, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum Mynd: Vilmund Jacobsen Ísurin nógv minkaður Vísindafólk hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA skriva í einari nýggjari frágreiðing, at síðani 2003 er ísurin í Grønlandi, Alaska og Antarktis bráðnaður skjótari og skjótari. Í tí arktiska økinum eru millum 1,5 og 2,0 billiónir tons av ísi bráðnað burtur. Í Grønlandi er ísurin minkaður millum 150 og 160 gigatons (eitt gigatons er ein milliard tons) um árið síðani 2003, og tað er nóg mikið til, at heimshøvini eru hækkað ein hálvan millimetur um árið, sigur CNN.