Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 • 19. desember 2008 Vikuskifti 12 Monica Seles, tennis, 34 ár Seles var av sonnum mett sum undurbarn, tá hon trein á altjóða tennispallin í 1990. Longu sum 19 ára gomul hevði hon vunnið átta Grand Slam-heiti, og tey flestu mettu, at talan her var um eina tennis-drotning, sum í nógv, nógv ár skuldi senta eyðkendu ýl síni runt tennisvøllir um allan heim. Lagnuárið var tó í 1993, tá ein svakur áskoðari leyp inn á vøllin og stakk Seles í ryggin. 27 mánaðir seinni var hon aftur í kapping, men hóast talan eisini gjørdist um nakrar sigrar eftir hetta, so var stórtíðin hjá henni frá 1990 til 1993. Allar hetjur hava sína tíð, og eisini í 2008 vóru fleiri, sum søgdu farvæl við altjóða ítróttarheimin. Her á síðuni kann lesast um nakrar teirra Annika Sörenstam, golf, 38 ár Svenska golfdrotningin er tann mest vinnandi kvinnan í golfsøguni. Annika Sörenstam vann ikki færri enn 10 majors og 72 LPGA-kappingar á yrkisleiðini. Síðani hon trein á altjóða pallin í 1992 varð hon ikki færri enn átta ferðir kosin ársins kvinnuligi golfspælari. Stjørnur sum søgdu farvæl Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ítróttarprofilar Romario, fótbóltur, 42 ár Hóast hann av teimum flestu varð mettur sum ein lúðdovin luksus-áleypari, so er Romario samstundis ein av vandamestu áleyparunum í fótbóltssøguni. Í 1994 var hann við til at vinna HM-heitið til Brasilia, og sama ár varð hann eisini kosin besti spælarin í heiminum. Seinnu árini var høvuðsmál hansara at skjóta seg upp um 1.000 mál í yrkisfótbólti, og hetta eydnaðist eisin, áðrenn hann endaði yrkisleiðina, har hon byrjaði. Nevnliga í barndómsfelagnum, Vasco da Gama.