Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 245 - 19. desember 2008 Hóast vaksandi arbeiðsloysi er mangul upp á arbeiðsmegi framvegis ein stórur trupulleiki fyri Føroya Fiskavirking. Stjórin, Meinhard Jacobsen, hevur einki boð um, hví so er ARBEIÐSMEGI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gongur ikki vika, uttan at tíðindi frættast um hóp uppsøgnir her og har. Fíggj­ arkreppan, sum herjar um allan heim, ávirkar eisini her heima í Føroyum, og fleiri virkir og fyritøkur velja kanska at binda um heilan fingur. Men fyri Føroya Fiska­ virking er einki nýtt undir sólini. ­ Mangul upp á arbeiðs­ megi hevur verið ein aftur­ vendandi trupulleiki sein­ astu seks árini, sigur Mein­ hard Jacobsen. Hetta seinasta árið hjá Føroya Fiskavirking hevur annars verið serstakliga turbulent. Fyrst varð øll nevndin skift út, og síðani var alt fíggjarligt virksemi umskipað. Virkini hjá fyri­ tøkuni á Tvøroyri, Fugla­ firði og ikki minst Miðvági, vórðu niðurløgd. Tað var longu tíðliga á árinum greitt, at úrslitið ikki fór at verða gott í ár, og lækkandi fiskaprísir og minkandi veiða hava ikki bøtt um fyritreytirnar. ­ Vit vistu, at hetta árið fór at verða ein kampur, og tað hevur eisini verið óalmindiliga tungt, sigur Meinhard Jacobsen. Tað bøtir sjálvandi heldur ikki um støðuna, at trupul­ leikar eru av at arbeiða fiskin undan, orsakað av manglandi arbeiðsmegi. Óskiljandi Men soleiðis hava korini verið alla tíðina. Og Mein­ hard Jacobsen hevur onga forkláring upp á, hví so er. ­ Eg skilji ikki, hvussu vit kunnu standa í slíkari støðu ár undan ári. Og eg havi ikki ánilsi av, hvør orsøkin er, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking. Hann sigur kortini, at tær betringar, sum gjørdar eru á innferðar­ og uppihalds­ loyvi hjá útlendingum, hava hjálpt upp á støðuna, og tey hava eisini fingið nøkur fólk inn tann vegin. ­ Men so sum útlitini eru beint í løtuni, hava vit ikki vilja lopið á leistum eftir fólki uttanífrá, sigur Mein­ hard Jacobsen. Hóp uppsagnir og 150 fólk fleiri í ALS nú enn í oktober, hevur eftir øllum at døma ikki gjørt tað lættari hjá Føroya Fiska­ virking at fáa arbeiðsfólk, tí so seint sum næstseinasta mánadag stóð fyritøkan og manglaði 35 fólk. ­ Tað hevur kortini verið fullur aktivitetur á virkjun­ um seinastu tíðina, og arbeitt verður heilt fram til jóla og nakað verður helst eisini framleitt millum jóla og nýggjárs, sigur Meinhard Jacobsen. Alt steðgað upp Sum øllum kunnugt ger fíggjarkreppan um seg um allan heim, og tað ávirkar eisini hjá okkum. ­ Størsti trupulleikin hjá okkum beint í løtuni, er kappingin við grannarnar. Teirra valuta er dumpaður so nógv mótvegis donsku krónuni, og tað versnar um okkara kappingartreytir móti teimum, sigur Mein­ hard Jacobsen. Talan hevur onkuntíð verið um at leiga okkurt av teimum tómu virkjunum hjá Føroya Fiskavirking út, men heldur ikki har røkist fyri nøkrum. ­ Alt er steðgað upp. Og sjálvt um onkur skuldi verið áhugaður í at leiga eitt virki frá okkum, so hava bank­ arnir traðkað alvorliga á bremsurnar og eru nógv trekari at fíggja, sigur Meinhard Jacobsen. Føroya Fiskavirking hev­ ur virkir opin í Havn, Vestmanna, Runavík, Toft­ um og Vági, tó at tað er eitt sindur misjavnt, hvussu stórur aktiviteturin er á ymsu virkjunum. Mangla framvegis arbeiðsfólk Hugni og lív í miðbýn­ um allan jólamánað­ in. Tað er endamálið við “Jól í miðbýnum”, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri JÓLAHUGNI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tiltøkini eru miðsavnað um Tinghúsgarðin, har nýggjur jólabýur er settur upp. Býurin hevur fýra sølustøð, har okkurt til matna og skreytlutir verða at keypa, tvær smáttur við sitiplássum, har eitt nú barnagarðsbørn kunnu eta matpakka, eina kirkju, har bandaður lestur verður at hoyra, umframt tvær smáttur við jólafram­ sýningum. Umframt nýggja jólabýin verður skipað fyri tónleiki og ymiskum undirhaldi kring miðbýin, eins og Kunningar­ stovan og handlarnir í mið­ býnum hava ymiskt jóla­ undirhald á skránni, sum verður dagførd á hesi síðu regluliga fram til jóla. Jólamenn ganga runt og heilsa uppá fólk í Miðbýnum í Havn hvønn dag frá 19. desember klokkan 12:00 og fram til jóla. Nú Jólabýurin í Mið­ býnum er í røttum jólahýri, eru fleiri tiltøk á skránni hesa vikuna. Umframt tey tíðarløgdu tiltøkini, framføra fleiri bólkar í sjálvum Jólabýnum ymiskir dagar. Leygardag 20. desember klokkan 13.30 framføra Flykrurnar úr Margarinfa­ brikkini ein jóladans & The Boys úr Margarinfabrikkini dansa break og hip hop. Sunnudagin 21. desember klokkan14.00­17.00 verður stór teknikapping í Býar­ bókasavninum, har ein skal tekna eina jólamynd. Øll børn og ung kunnu luttaka, høvðusvinnarin fær sína jólamynd prentaða sum jólakort til næstu jól, sum verður selt í handlum. Aðrir vinningar verða kunngjørdir seinni á www. torshavn.fo Sunnudagin 21. desember kl.19.30 verður eitt vetrar­ ævintýr framført av SK kvinnum, amboðs monnum og SK gentum frá Havnar Fimleikafelag. Jól í Miðbýnum The Boys úr Margarinfabrikkini fara at dansa break og hip hop klokkan 13.30 leygardagin Meinhard Jacobsen hevur einki ánilsi av, hví Føroya Fiskavirking hevur ein standandi trupulleika við manglandi arbeiðsmegi Leita framvegis í Vestmanna Eingin hevur enn nakra ábending um, hvar 78 ára gamla Hanna Christophersen er blivin av. Leitað varð til klokkan 22 í gjárkvøldið, og vakthavandi á politistøðini upplýsir, at leitingin ikki varð upp aftur tikin í Havn í dag. ­ Vit hava ikki fleiri økir, har tað er sannlíkt at finna Honnu, men í Vestmanna vildu teir royna nøkur støð aftrat, so har varð leitingin tikin upp aftur klokkan tíggju í morgun, sigur vakthavandi. Tá tað fer at skýma í dag verður støða tikin til, hvussu víðari verður farið fram. ­ Skipaða leitingin í Havn er av, men vit halda sjálvandi eygu og oyru opin, sigur vakthavandi. Hetta er fjórði dagurin, at leitað verður eftir Hannu Christophersen úr Vestmanna, sum hvarv á miðdegi mánadagin.