fríggjadagur 19. desember 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 • 19. desember 2008
Vikuskifti 13
Gary Hall, svimjing, 34 ár
Amerikumaðurin, sum millum annað vann 10 olympisk
heiðursmerki, var eisini kendur sum stóri entertainarin innan
svimjiítróttini. Kappaklæddur við Star sand Stripes um
herðarnar treir hann ofta inn í svimjihallirnar, og tí var einki
løgið í, at hann altíð varð yndissvimjarin hjá áskoðarunum.
At hann so eisini svam skjótari enn tey flestu, gjørdi ikki
virðingina fyri manninum minni.
Justine Henin, tennis, 26 ár
Ivaleyst kundi Henin spælt tennis í fleiri ár afturat, men bara 26 ára gomul valdi belgiska
stórtalentið at leggja ketsjarin á hillina. Tá hevði hon síðani 1999 sett sín dám á altjóða
tennisheimin, og sjey Grand Slam-sigrar umframt fleiri enn 100 milliónir í premiupengum tala
sítt týðiliga mál um dygdir hennara.
Maurice Green, renning, 34 ár
Fyrrverandi eigarin av heimsmetinum á 100 metra teininum varð í ár
plágaður av hópatals skaðum, og at enda valdi hann at takka fyri seg. 100
metra-kappingin hjá monnum í OL er ein tann kendasta í heiminum, og tá
Green vann finaluna í Sidney í 2000 og var við til at renna gullið til USA á
4X100 metrum, hevði hann skrivað seg inn í søgubøkurnar.
Joe Calzaghe, nevaleikur, 36 ár
Hóast hann enn hevur dyrnar á gloppi fyri einum seinasta pengadysti, so bendir nógv á, at Joe Calzaghe
hevur lagt boksihandskarnar á hillina. Og hvør avgerðin enn verður, verður bretin standandi sum ein
tann størsti í boksisøguni. Gjøgnumbrotið kom í 1997, tá hann basti Chris Eubank, og síðani hevur
Calzaghe uttan slit verið heimsmeistari í fleiri ymsum vektflokkum. Møguliga bíðar ein seinasti dystur,
men sum Calzaghe sjálvur sigur, so er eingin avjóðing eftir hjá honum.