fríggjadagur 19. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 245 - 19. desember 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Grasklipparin
Í gjár viðmerktu vit, at meirilutin í fíggjarnevmdini
hóast alt ikki hevði valt tann vanlukkulut at høgga
bremsurnar í. Tað er ikki lætt at sita við ábyrgdini
av fíggjarløgtingslógini í eini støðu, har alt tykist
svart í svart. Meirilutin, samgonguflokkarnir, hava
uttan iva verið freistaðir at høgga bremsurnar í eitt
nú við at minka hallið uppaftur meira, enn gjørt
er og harvið minka almenna virksemið. Eitt hall á
fíggjarlógini tykist jú vera størsta ræðumyndin hjá
okkara fólkavaldu. Men lurtað hevur verið eftir
skilagóðum ráðum, eitt nú frá landsbankastjóranum
og formanninum í búskaparráðnum, soleiðis at farið
er ikki fram í beinleiðis panikki. Hinvegin bendir
meirilutaálitið á at farið er fram meira ella minni
eftir fummum. Hetta merkir við øðrum orðum, at
tær skerjingar, ið eru gjørdar í upprunauppskotið,
meira ella minni eru gjørdar við tí kenda gras-
klipparanum. Eitt sindur her, eitt sindur har, sam-
stundis sum skeitt verður eitt vet eftir lokalum
áhugamálum. Hesar skerjingar muna einki sum
fíggjarpolitisk kreppuátøk og tykjast gjørd uttan, at
umhugsan fyri teimum óhepnu avleiðingum, sum
hóast alt standast av hesum sparingum.
Hinvegin má ásannast, at tað hóast alt er eitt ávíst
perspektiv í minnilutaálitinum hjá Tjóðveldi. Her
verður nomið við grundleggjandi trupulleikar
í føroyska samfelagnum og í búskapinum og
her verður gjørd ein áhugaverd roynd at finna
nýggjar inntøkur, sum ikki gera skaða á búskapin.
Her verður t.d. gjørd ein roynd fáa til lívs aftur
ein áhugaverdan part av fiskivinnupolitikkinum
hjá CHE samgonguni við tað, at mælt verður til
eitt tilfeingisgjald, ið skal geva landskassanum
40 mill. kr. Hetta gjaldið skal vera galdandi fram
til tann dagin, ætlaða tilfeingisbúðin fer til
verka, har alt tilfeingi Føroya støðugt skal vera í
almennum útboði. Her verður ein av prukkhestum
javnaðarflokksins loystur út og politiska signalið
er ikki at miskilja. Við uppskoti um ein grønan
skatt, ið skal geva landskassanum 20 milliónir kr.
komandi fíggjarár, verður eitt sera aktuelt evni
tikið inn í politiska kervið, og tað má fella nógvum
politikkarum illa at skula fella eitt mál, sum fleiri
teirra hava profilerað seg við bæði í valstríðnum
og í politiska gerandisdegnum. Afturat hesum
fer minnilutin, Tjóðveldi, eftir nøkrum politiskum
halgineytum, sum vanliga eru friðað í fremsta
flokki, eitt nú sjómannafrádrátturin, rentustuðulin
og háinntøkuskatturin.
Tað má eisini ásannast, at ávíst perspektiv er í
útreiðslusíðuni hjá sama minniluta. Uppskotið um at
lækka blokkin her og nú við sjeyti milliónum fellur
tó neyvan í góða jørð hjá landsmonnum júst nú.
Hinvegin er mestsum sjálvsagt, at løgtingið í júst
hesum tíðum eigur at styrkja útbúgving, gransking
og mentan og tí kann staðfestast, at minnilutin
helst hevur meira grein í sínum máli enn tann
óttafulli og fantasileysi meirilutin, sum bert hevur
grasklipparan, ið oftast fíggjarliga gera meira skaða
enn gagn.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Í Brússel og Reykjavík ar
beiða tey hart fyri íslend
skum ESlimaskapi. Hann
fer at geva íslendingum bú
skaparligt støðufesti og
menning. Samstundis, sum
Ísland leggur kreftir í at
sleppa burtur úr EFTA,
arbeiðir landsstýrið framveg
is við at innlima okkum í
henda doyggjandi felagsskap
Fjalda dagsskráin hjá lands
stýrismanninum í uttanlands
málum um at lirka Føroyar
inn í EFTA tykist hepnast til
fulnar.
Føroysk pressa er rurað í
svøvn og hevur – saman við
stórum parti av politiska
landslagnum – góðtikið, at
Føroyar skulu upp í EFTA
felagsskapin, hóast lítil fram
tíð er fyri Føroyar í hesum
doyggjandi felagsskapi.
Tey arbeiða hart í Brússel
og Reykjavík
Samstundis, sum føroyingar
venja seg við smakkin av
búskaparligari afturgongd,
hallið á fíggjarlógini
bólgnar, og almenna pressan
er farin í sjálvsving orsakað
av sparingum og uppsagn
um, arbeiða politikarar og
embætisfólk í Brússel og
Reykjavík hart fyri at byggja
brúnna, ið skal føra grannar
okkara fyri norðan væl inn í
Europasamveldið.
Uppgávan er helst trupul,
og skilagóð telving skal til,
men meirilutin av íslending
um eru ESsinnaðir, og
politiskir leiðarar í Íslandi
hava dirvi at fara í samráð
ingar við ES um treytirnar
fyri limaskapi.
Í Uttanríkisráðnum á
Tinganesi arbeiða tey eisini
– men øvugtan veg.
Landsstýrismaðurin í
uttanlandsmálum og em
bætisfólk hansara hava langt
síðani start seg blind í, at
Føroyar skulu limast inn í
EFTA. Hetta er sami
felagsskapur, ið íslendingar
vilja sleppa burturúr.
Harumframt hevur lands
stýrismaðurin havt hepna
hond, tá hann hevur billað
almenningi og fjølmiðlum
inn, at EFTAkósin kann
geva Føroyum í posa og
sekk, bæði innan og uttan
fyri ES.
Vit skulu øll rurast í
svøvn og síðani lirkast inn í
EFTA.
Ongi tekin eru um, at
landsstýrismaðurin fer at
telva Føroyar fram til eina
góða støðu í spurninginum
um at gera Føroyar til part
av ES. Har er hvørki áhugi,
vilji ella dirvi.
Stjórnin í Íslandi saðlar um
Hvat er tað so, ið fer fram í
grannalandinum fyri norðan?
Jú, har er kósin sett úr
EFTA og inn í ES.
Hví?
Jú, tað er har, at fyrimun
irnir eru.
Ísland hevur tørv á
búskaparligum stabiliteti og
vakstrarmøguleikum, ið ikki
eru í EFTAskipanini. Sama
kann sigast um okkum í
Føroyum, hóast vit ikki
skulu samanbera beinleiðis
við Ísland.
Júst í hesum døgum síggja
vit, at uttanríkisráðharrin,
Ingibjørg Sólrun Gisladóttir,
og forsætisráðharrin, Geir
Harde, eru inni í einari
tilgongd, har endamálið er at
vinna Íslandi eitt pláss í
Europasamveldinum.
Flokkurin hjá Geir Harde
arbeiðir við at endurskoða
ESpolitikk sín, og tá tann
spurningurin er avgreiddur,
kann íslendska stjórnin fara í
limaskapssamráðingar.
Eisini í Íslandi er tað ein
avbjóðing at vinna fiski
vinnuni og fiskiríkidømi
num sersømdir innan ES,
men í mun til tilvitaða ES
skepsisin í føroyska Uttan
ríkisráðnum hava leiðandi
íslendskir politikarar og
embætisfólk skil, vilja og
dirvi at fara í samráðingar
við ES.
Íslendska embætisverkið
hevur fyri langari tíð síðani
lagt ein leist fyri samráðing
um um ESlimaskap.
Umsóknin liggur klár.
ESnevndin bjóðar til
samráðingar
Í Brússel verður eisini arbeitt
fyri íslendskum limaskapi.
So seint sum 10. desember
helt ESkommisserurin, Olli
Rehn, ið umsitur víðkanina av
ES, eina røðu í Oslo. Har
segði hann m.a. at:
· Ísland hevur sterk bond til
ES, og tí kunnu møguligar
upptøkusamráðingar ganga
nógv skjótari enn samráð
ingar við onnur lond.
· Ísland hevur longu
implementerað nógvar ES
reglur, tí landið er limur í
the European Economic
Area (EEA).
· Nøkur avbjóðandi øki
verða at samráðast við Ísland
um, m.a. fiskivinnuøkið.
· Bæði Ísland og Noreg eru
millum nærmastu sam
starvsfelagar hjá ES og hava
eitt náttúrligt pláss í ES.
Hetta merkir helst, at ein
íslendskur ESlimaskapur
kann koma upp á pláss rætti
liga skjótt eftir, at politikar
arnir í Reykjavík hava funn
ið semju um ein leist og eina
samráðingarstrategi.
Lat okkum fara til
samráðingar
Eg havi áður sagt, at tann
dagin, Ísland fer inn um ES
garðin, og føroyskar útflutn
ingsfyritøkur og Føroya land
standa uttanfyri, fáa vit ein
europapolitiska kreppu.
Tann kreppan kemur
oman á altjóða fíggjar
keppuna, ið longu nú er um
at gerast ein búskaparkreppa
her í landinum.
Boðskapin endurtaki eg
fegin her, tí dagurin nærkast,
har vit standa uttanfyri.
Føroyar hava harðliga
brúk fyri búskaparligum
støðufesti og nýggjum, betri
inntøkumøguleikum. Hesi
fáa vit atgongd til innan fyri
ES. Vit hava ikki brúk fyri at
darla aftan á okkara størstu
kappingarneytum og harvið
missa kappingarførið.
Vit hava snøgt sagt ikki
brúk fyri EFTA.
Hetta duga flestu at síggja.
Bara ikki toppurin í Uttan
ríkisráðnum í Havn.
Brúka danska EStrumfin
Bert við at taka stig til sam
ráðingar við ES fáa vit at
vita, hvørjar ítøkiligar treytir
eru fyri at sleppa innum.
Bert ítøkiligar samráðingar
við ES fara at vísa, hvussu
langt vit kunnu koma.
Okkara hollasti sam
starvspartur í Ríkisfelags
skapinum er longu í europ
eisku Superliguni, og bera
vit okkum skilagott at,
kunnu Føroyar koma upp á
sama stig innan fyri ES.
Tá ES er so mikið positivt
mótvegis suverena statinum
Íslandi í síni óbeinleiðis
innbjóðing til limaskaps
samráðingar, er hugsandi, at
Føroyar kunna vinna sær upp
aftur betri treytir, tí vit longu
eru í tøttum felagsskapi við
eitt ESland.
Ábendingar um hetta eru
longu komnar frá ES. Tað er
hugsandi, at Áland kann
brúkast sum fyridømi fyri
Føroyar, og ber tað til,
kunnu vit røkka langt og fáa
sersømdir fyri okkara
høvuðsvinnu innan fyri
Europasamveldið.
Hesar ábendingar passa tó
ikki í krammið hjá Uttan
ríkisráðnum. Har er ongin
seriøs roynd gjørd at fara í
dialog við ES um møguleik
arnar. Og at gera tað saman
við okkara hollasta sam
starvsfelaga, Danmark, er
als eingin áhugi fyri.
Í roynd og veru er tað
beinleiðis arrogant og
óintelligent ikki at fara í
samráðingar við ES nú, og
vit eiga sjálvandi at brúka
Danmark sum okkara besta
trumf.
Tíðin er knøpp, men
føroyska Uttanríkisráðið
søplar hana burtur.
Ísland nærkast ES og Føroyar sova
løgtings og
fólkatingsmaður
EdMUNd
JoENSEN