fríggjadagur 19. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 • 19. desember 2008
Vikuskifti
14
Sum hon tykist fjar - og dagandi
á sakloysis fjallagrein - tíðin, tá
ein gekk úti á VBV og stundum
bleiv leiddur, stundum navigeraði
í sjálvdrátti, inn í skaldskaparins
salar, aulur, loft og krókar. Og
tað berst einum fyri, sum valdaði
tá altíð heyst, við turrveðri og
mjørka og anga av harpiks úr
lundum og urtagørðum, við pørum
sveimandi úti á Molanum og
einum tokulúðri, hvørs slavna
gráturødd - sum fekk ein at hugsa
um tann harraleysa hundin hjá
Söderberg – dunaði hás, og
fylt við tilverunnar markleysu
melankoli, gjøgnum leyvgrindina
uppi í plantasjuni:
Fura, fagurgreinað,
djúpt í viðarlund ...
Í Havnini vóru tá bara einstakir
bilar, og hesi lýggju og mjúku
heystarkvøldini var allur teinurin,
líka frá Sjónleikarhúsinum oman
á Kongabrúnnna, eitt saman-
hangandi, lívfrøðiligt netverk,
eitt torg av spákandi, prátandi
og heilsandi menniskjum. Í
ungmannafelagnum Kvøldsetuni
helt Sigurð Joensen fyrilestur
um Gandhi, og í húsinum hjá tí
nýggja Tónleikarfelagnum røddi
Erlendur, floksfelagi hansara,
um Trónd í Gøtu. Og har kemur
Poul Eide gangandi, vakur og
fattur, undir Sjónleikarhúsinum
steðgar hann á og fer at práta við
okkum ungu. Hann tekst í løtuni
við at umseta søgur beinleiðis
úr fronskum og heldur fyri, ikki
sørt stoltur, um ta seinastu, eftir
Mérimée, at hon var ein “tungur
burður”. Hann ber fram eina reglu
eftir Shakespeare, smílist og
hvørvur í táminum ...
T
að var í hesum árum, ein
fór at lesa tann russiska
rithøvundin Ivan Turgenjev
(1818-83). Forsøgan var tann,
at uppi á ovastalofti í okkara
húsum í Jónas Broncksgøtu, har
abbi og omma høvdu búð, lá ein
gomul fólkaútgáva, við verkum
úr heimsins og Norðurlanda
bókmentum, týddum til danskt og
prentaðum, leskiliga, á breiðum,
tvíteigaðum síðum. Burtur úr hesi
útgávu las eg fýra av Turgenjevs
skaldsøgum – Eitt reiður við
aðalsfólki, 1859, Fedrar og synir,
1862, Roykur, 1867 og Nýggj jørð,
1877. Eg minnist enn, úr Royki,
ta speisku lýsingina av russiskum
andsmennum í Baden-Baden,
sum roksutir og við glógvandi
eygum og ógvisligum keipum
mana fram, í abstraktum og
veruleikafjarum dreymamyndum,
framtíðina hjá landi sínum.
Og nú, eftir at hálv øld er liðin,
er tann mest týðandi skaldsøg-
an hjá Turgenjev, og eitt av
nítjandu aldar høvuðsverkum,
komin út á føroyskum, í týðing
eftir Eilif Samuelsen. Fedrar og
synir verður vanliga lýst sum
ein skaldsøga, ið viðger tvídrátt
millum ættarlið, í hesum føri teir
romantisku idealistarnar frá fyrru
helvt av 19. øld og teir radikalu
empirikararnar, sum stigu fram
um tað mundið, lívognarskapurin,
tað russiska stavnsbandið, varð
avtikin, og sum settu spurnartekin
við alla samtykt og siðvenju,
teirra millum bæði gudstrúgv og
hjúnalag.
H
øvuðspersónurin í skaldsøg-
uni, Jevgénij Vasiljitj Basárov,
ið er um tretivu ár, lesur lækna-
og náttúrufrøði. Tá ið bókin
tekur við, er hann komin heim at
ferðast, eftir at hava verið burtur í
lestrarørindum í trý ár. Við honum
er vinmaður hansara, tann nakað
yngri Arkádij. Basárov er maður,
sum ikki góðtekur nakran myndug-
leika, tað veri seg av verðsligum
ella andaligum slag, og sum
leggur sítt mesta ídni í at kanna
viðurskiftir, sum kunnu málast og
vigast, og sum sostatt, sambært
hansara grundsjón, kunnu sigast
at vera til. Skaldskapur, list,
kærleiki, trúgv, tað verður alt
vrakað til fyrimunar fyri eitt nú
tað at fanga og skera upp froskar.
Arkádij er næmingur hjá Basárov
og elskar og hávirðir sín mentor.
Høvundurin letur Basárov
og vinmann hansara rópa seg
nihilistar, og eftir at skaldsøgan
var útkomin, gjørdist hetta
navnið og hugtakið brátt kent og
algongt um allan tann mentaða
heimin. Tá ið alfrøðilig verk eisini
í dag vilja vera við, at Turgenjev
smíðaði hetta orðið, er hetta ikki
rætt. Orðið kemur fyrstu ferð fyri
Fedrar og synir
Høvuðsverkið eftir russaran Ivan Turgenjev, sum nú er komið út í føroyskari týðing, ber
boð um sublima frásøgulist og andar av nælandi impressionismu
Ummæli
Hanus Kamban
Ivan Turgenjev. Skaldsøgan Fedrar og synir gjørdi hann kendan í Europa