fríggjadagur 19. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2008
15
Nakað herfyri hevði Árni
Dahl (Á.D.), Hattarvík,
niðrandi grein um alt tað
Føroyar ikki vóru, men sum
Ísland hevði í yvirflóð, tí í
Íslandi høvdu tey valt tann
rætta leistin. Tað veri seg
innan tjóðarfrælsi, frælsis
hugflog, samleikavirði,
fólkavøkstur, expansivar
inntøkumøguleikar v.m.
Tann rætta framtíðin fyri
Føroyar var tað íslandska
modellið. Á.D. førdi fram,
at aldargamla samskifti
millum Føroyar og Dan
mark hevði ikki verið Føroy
um at gagni yvirhøvur.
Stutt eftir svaraðu Hans
Pauli Strøm, samfelags
frøðingur & landsstýris
maður og Rolf Guttesen,
lektari á Kbh. Universiteti,
honum aftur í bløðunum,
har teir hvør sær sakliga
grundgóvu fyri, at tað sum
Á.D. førdi fram var uttan
hald í veruleikanum og
uttan samanhang annars,
men meiri ein einføld hug
sjón ið byggir á national
istiska ella tjóðskaparliga
fáfongd við eittans enda
máli, nevniliga við ósann
indum at sáa missálit mill
um Føroyar og Danmark.
Kejserens nye klæder
syndromet
Eg skilji væl at Á.D. ikki
ynskir at svara teimum
aftur, gyrdur í brókum av
“Kejserens nye klæder
syndrominum”. Kanska
situr Á.D. eftir við somu
kenslum, sum Gudbrandur
í Gudbrandsdali hevði, tá
Ólavur hin Heilagi mælti:
“Her liggur nú tann stóri
gudur, tú hevur rósað tær
av!” (Gudbrandskvæði ør.
32), tí stutt eftir at greinin
hjá Á.D. hevði staðið í
bløðunum kollapsaði
hansara stóra fyrimynd.
Í mun til tað íslendska
modellið stendur tað
føroyska samstarvs
modellið so mikið væl, at
vit hava mett okkum før
fyri at veita okkara
grannum fyri vestan eina
hjálpandi hond fíggjarliga.
Tó munur er á tøkkini, vit
fáa frá íslendingum, og ta
tøkk vit sendu Danmark, tá
teir hjálptu okkum við
milliarda stuðli / láni
aftaná tey øru 80’ árini.
Á sjarmu tøkkfyrilán
ferð í Íslandi herfyri gav
okkara nýggi
uttanríkisráðharri
íslendingum góð ráð og
fortaldi, hvussu og hví vit
føroyingar kláraðu krisuna
so skjótt og væl. Í tí
sambandi helt hann tað
ikki vera neyðugt at nevna
hjálpina frá okkara
frændum í landssuður, tí
tað var tað føroyska
samanhaldið, ið gjørdi
allan munin, segði hann.
Men hvat eru tvær ella
tríggjar milliardir í
landssuður aftur ímóti
trýhundrað milliónum
vestureftir?
Føroyskur fólkavilji og
lívsfrælsi
Leinkjaðir av fordums
misskiltari nationalismu og
einum fremmandagerandi
málpolitikki, eru vit føroy
ingar mentalt eitt kúgað
fólk. Ikki tí at onnur kúga
okkum, men tí vit dyrka
gamlar mytur, illgitingar
og fáfongd umframt eitt
yvirkompenserað stóra
beiggja komplex.
At filosofiin longu í
fornarni tíð royndi at skifta
mythos út við logos
(íspunnið kontra logiskt
samanhangandi) tykist ikki
at nerva droymandi før
oyingin. Eins og í ævintýr
unum er føroyingurin leys
ur av veruleikanum og tí
realpolitisk uttan trúðvirði,
ið eisini sæst aftur í tí
politisku telvingini.
Fólkaatkvøðan í 1946
verður enn av nationalistum
roknað sum ein fólkavilji
fyri loysing, hóast einans
32,3% av føroyingum
søgdu ja til loysing. Íslend
ska fólkaatkvøðan í 1944
hevði hóast alt 56,25% sum
absalut treytað minstakrav,
men tá saman um kom
atkvøddu 98% av íslend
ingum fyri loysing.
Fyrsta reella føroyska
fólkaviljan við atliti til
realpolitiskan samleika og
lívsfrælsi síggja vit í tíðar
skeiðnum frá 1996 til
2007, tá yvir 80% av før
oyingum valdu sær reytt E.
S. pass heldur enn tað
grøna føroyska passið.
Faktum er, at fýra út av
fimm føroyingum velja E.
S. passið sum samleika
fyri best at kunna maxim
era sítt lívsfrælsi og sínar
innovatións møguleikar.
Kanska eru vit í Føroyum
við at finna út av, at í
praksis er stagnerað nation
alisma ikki annað enn ein
realpolitiskt sápublørða, og
at vegurin fram er felags
skapur og størri eindir.
Fremmandagerandi mál
politikkur og málpoliti
Í Føroyum tosa føroyingar
føroyskt, og tað hava vit
gjørt í 1000 ár, men í
kjalavørrinum av naivari
nationalismu hava vit
serliga tey seinastu 50 árini
fingið eina politisering av
málinum og eitt málpoliti,
ið hevur latið málið í eitt
slag av spennitroyggju.
Henda málsliga spenni
troyggjan hevur lítið fyrilit
fyri tí psyko og sosiolingu
istiska umframt at málið
eisini verður munandi skert
í tess estetisku og emosi
onellu dimensión. Eisini
stendur sama málpoliti fyri
puristifiseringini og avlús
ingini av donskgermansk
um uppruna orðum fyri
síðani at substituera við
íslendskum og hissini finn
uppáorðum. At føroyskt
sum meginregla skal vera
komplementert til danskt
er púra burturvið og til
stóran skaða fyri okkara
málsliga samleika. Bókstav
arnir: C, Q, W, X, Z áttu at
verið ein nátúrligur partur
av alfabetinum, men hesir
hava verið bannlýstir av
málpolitinum í mong ár,
hóast vit dagliga brúka
hesar bókstavar.
Royndin hjá V. U.
Hammershaimb
Royndin hjá V. U. Hamm
ershaimb et al. í 1846 var
at skapa eitt føroyskt skrivt
mál til móðurmálið. Henda
royndin var tentativ (roynd
arætlað) og ikki normativ
(fyriskrivandi), tí ætlanin
var nevnliga ongantíð at
substituera føroyskt við
íslendskt, sum okkara mál
politi annars so gjarna vil.
Íslendski málbygnaðurin
var ætlaður sum ein hjálpi
skapulón í byrjunar fasuni.
Viss føroyska málið skal
hava ein kjans og ikki enda
sum inkompetent kráku
mál, mugu vit legalisera
móðurmálið t.v.s. virða
okkara faktuella mál og
1000 ára málsliga tilknýti
til eitt nú danskt / german
skt. Eisini mugu vit menna
okkara verandi altjóða
fakterminologi og ikki
niðurbróta hana, sum pur
istarnir annars eru farnir í
holt við nú. Globalisering
in er ein veruleiki og tað er
onki sum bendir á, at Ein
stein’sa relativitetsteoriin
verður best lærd úr einum
eftirgjørdum húðaskógvi.
Babylonsk málfløkja
Júst kunngjørdu royndar
úrslitini í 4. og 6. klassa
vísa týðiliga á eina baby
lonska málfløkju. Harra
gud, hvørki børn ella for
eldur – og kanska illa nokk
lærararnir skilja hetta
politiseraða málið. Hetta er
í stóran mun tað sama sum
PISAkanningin vísti. Á
henda hátt gera vit okkara
egnu børn til funktionellar
analfabetar. Foreldrini
standa hjálparleys, tí tey
skilja lítið og einki av
hesum nýggja finnuppá
málinum ella nýføroyskt
esperanto – eitt mál uttan
sál! Vit mugu burtur frá
tvingsli og happing í móð
urmálinum, tí tað fremur
ongan lærdóm. Eisini eiga
vit at hava teir bókstavir
við í alfabetinum, sum vit
dagliga hava brúk fyri.
Breitt samansett málráð
Her er veruliga nakað hjá
mentamálaráðharranum at
taka upp, og sum skjótast
at bera so í bandi at vit fáa
eitt breitt samansett málráð
eisini umboðandi móður
málið, og ikki sum higartil
har puristarnir hava havt
einarætt. Skulu vit málsliga
klára okkum mugu vit
legalisera móðurmálið t.v.s.
brúka okkara faktuella
føroyska mál og ikki um
skriva tað til krákumál.
Tíðin er farin frá tvingsli
og happing. Á móðurmáli
num brúkar vit tey orð,
sum vit føla hava hugflogs
ekvivalent við tað vit ætla
at siga. Kunnu vit ikki tað,
hava vit onki móðurmál.
Her eru milliónir at
spara upp á umskrivingar
og kryptoseringar, umframt
at tað hevði verið hópin
lættari hjá børnunum, sum
skulu til PISAkanning og
aðrar royndir, tí tá høvdu
tey kunnu skrivað og tosað
á móðurmálinum, og karak
terirnir høvdu sjálvandi
verið hareftir.
Annars tykist málfrøðing
urin, sum svarar spurning
um í útvarpinum, at virða
og at slóða fyri móðurmáli
num, so kanska ein broyt
ing er á veg – føroyska
móðurmálinum at frama.
Misskilt nationalisma og fremmandagerandi málpolitikkur
- eitt serføroyskt degenerativt fyribrigdi
Regin eikhólm
Eg vil við hesum heita á
leiðslu landsins um at taka
ábyrgd av samanleggingini
av Útvarpi Føroya og Sjón
varpi Føroya, ið Jógvan á
Lakjuni tók stig til, og játta
kringvarpinum tann pen
ing, ið vantar í, so stovnur
in kann halda fram við tí
virksemi, hann í dag rekur,
og tey fólk, ið nú eru í
vanda fyri at missa starvið,
ikki verða send til hús.
Hetta kann gerast við at
hækka kringvarpsgjaldið
ella við bert at játta pening
in gjøgnum fíggjarlógina. Í
øllum førum haldi eg, at
myndugleikarnir skulu
stuðla kringvarpinum í hesi
samanlegging heldur enn
at mótarbeiða tí.
Hví leiðslan í hesum
sparingum hevur valt at
siga akkurát hesum átta
fólkunum upp og ikki sum
vanligt fólki, ið hava starv
ast í styttri tíð, kunnu vit
bert gita okkum til. Liggur
nakað persónligt aftanfyri?
Ella skulu vit gita, at hesi
fólk, ið eru ovast á lønar
listanum, kosta stovninum
ov nógv, og tí er loysnin at
siga átta fólkum upp held
ur enn kanska tólv? Um so
er, verða hesir persónar
revsaðir fyri at hava tænt
sama stovni í 3040 ár, og
tað kann ikki vera rætt.
Hesi fólk hava lagt sína
sál í hendan stovnin fyri at
gera hann til tað, hann er í
dag. Tað eru hesi fólkini
meira enn nakar annar, sum
við eldhuga, sveittabroti og
brennandi áhuga fyri at
geva okkum eitt væl virk
andi sjónvarp og útvarp
hava skapt stovnarnar. Tey
vóru visioner, nýskapandi
og gingu undan. Fleiri av
teimum hava verið við síð
an tíðina á Bryggjubakka
og stóðu fremst, tá ið út
varpið flutti niðan á Norð
ara Ringveg. Tey eru stutt
sagt søgan á stovninum.
Søga, ið vit eiga at styrkja
um og duga at nýta, heldur
enn blaka á dyr!
Tað er ikki rætt, at menn,
ið hava tænt eina lívstíð á
hesum stovni, bara soleiðis
í høpisleysum einkisigandi
sparingum, ið væl og virði
liga kundi verið umgingn
ar, missa starvið.
Hesir persónar hava m.
a. sendingar og aðrar upp
gávur, ið eru sera týðandi
fyri public serviceskyldur
nar hjá kringvarpinum. Teir
hava ólíka vitan, ið fá her á
landi annars eiga, og eru í
veruleikanum einasti tráð
urin aftur til søguna, vitan
ina og mentanarskattin hjá
stovninum. Ein óumhugsað
leiðsla oyðileggur sálina í
sínum egna stovni.
Um sparingar skulu
gerast, vildi eg hildið, at
leiðslan av etiskum orsøk
um skuldi valt at spart á
annan hátt. Havast skal í
huga, at har, sum hesi fólk
eru nú, hava tey sera stórar
førleikar. Men skulu tey út,
kunnu fleiri teirra fáa stór
ar trupulleikar at finna
annað arbeiði, ja, kanska er
tann uppgávan ógjørlig. Eg
kann ikki hugsa sær, at
leiðslan í kringvarpinum
vil hava hetta á síni
samvitsku.
Hugsast kann eisini, at
eventuellar uppgávur, ið
hesir persónar hava røkt, í
framtíðini mugu verða
lagdar út til freelancefólk
at røkja, so kringvarpið
enn kann røkja sínar public
serviceskyldur, og hetta er
skeivt. Hví koyra dugnalig
fólk til hús fyri síðan at fáa
onnur inn at gera sama
arbeiði? Hetta er sera vána
ligur starvsfólkapolitikkur,
ið neyvan hóskar einum
stovni, sum í hesum spari
tíðum setir bæði HRmenn
arar, lýsingarfólk, journa
listar, teknikarar og ein
heilan her av lærlingum.
Tann virðiliga loysnin er
at lata kringvarpinum tann
væntandi peningin, so
stovnurin framhaldandi
kann røkja tær uppgávur,
ið stovnurin skal røkja, og
at leiðslan tekur fráboðaðu
uppsagnirnar aftur.
Tað er ein beistagerð at
koyra ábyrgdarfull og
respekterað fólk um 60 ára
aldur til hús. Vónandi tala
fleiri at hesi framferðini hjá
leiðsluni í kringvarpinum.
Bjargið kringvarpinum og takið uppsagnir aftur!
tónleikari
ólavuR Olsen
viðmerkingar