Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 • 19. desember 2008 Vikuskifti 15 Vikuskifti í 1733 í bók eftir F.L. Goetzius, tá í aðrari merking. Í modernaðari merking verður tað brúkt í 1799 av tí týska rithøvundinum F.H. Jacobi, sum við tí ávarar ímóti tí avgrund, sum heimspekin hjá Kant – har einki pláss var fyri Gudi, sum ivaleysum, empiriskum veruleika – kundi føra mannaætt­ ina niður í. Hetta var, stutt eftir at tað gitna panteismu­orðaskiftið var farið at brima í Týsklandi. Í skaldsøguni fylgja vit Basárov og Arkádij á teirra ferðum gjøgnum eitt summargrønt Russland. Teir dvølja fyrst hjá pápa Arkádij, Nikoláj Petróvitj Kirsánov, sum er einkjumaður, og sum júst hevur fingið eina unga, vakra vinkonu. Seinni gista teir eina tíð á góðsinum hjá frúnni Onnu Odintsóvu, og at enda fær Basárov upp í lag at vitja foreldur síni, sum eru ovurfegin við at síggja sonin aftur. Frúgvin Odintsóva, sum á ein hátt er ein høvuðspersónur í skaldsøguni, er dømi um slag av kvinnu, sum gongur aftur hjá Turgenjev. Tí hon er høg, tignarlig, mentað, vøkur og hevur yvir sær ein dám av iva og tvítýdningi, sum gevur henni stórt vald á monnum. H óast bílætið av Basárov tykist í ein vissan mun foreinklað og karikerað, er hann týðiliga, um vit hyggja at bókmentunum sum heild, skyldur við persónar sum Phileas Fogg, Monte Cristo ella Sherlock Holmes. Spurning­ urin er sjálvsagt, hvussu slíkir brasnir beturvitarar, ið halda fast um, at 2 og 2 altíð eru 4, megna avbjóðingina, tá ið lívið sigur teimum, at 2 og 2 eru 5. Avbjóðingin í Fedrum og synum er sjálvandi tann dragandi og gátu­ føra Odintsóva. Hvørt Basárov kemur líka væl frá fundinum við hana sum Holmes frá sínum møti við Irenu Adler, skal ikki verða avdúkað her. Líkasum Dostojevskij, men neyvan líka týðiliga, vísir Turgen­ jev við sínum persónsmyndum fram ímóti tí ræðuligu 20. øld. Basárov, við síni vanvirðing fyri tí sum frá líður liberala Arkádij, sum er “hvørki djarvur ella óndur”, og síni kós inn í eina tíð, tá “okkara dust fer at ørkymla eygu tíni, okkara skarn fer at dálka teg”, er mynd av framtíðarinnar bolsjevikkum. Høvundurin vísir, at hann gløggliga fatar tað, sum er á veg, eins og hann eisini rekur framundir, at talan ongan­ tíð verður um áralag millum tann akademiska radikala og tann kúgaða (viðhvørt pískaða) musjikkin, sum tykist bæði at vanvirða teir intellektuellu og seg sjálvan. Tann logiska avleiðingin er ­ tá tann kúgaði og hjálparin ikki skilja hvønn annan ­ at hjálparin, ein Lenin, noyðist at seta tað einaræði á stovn, sum valdar “fæloysinganna vegna”. Restina av hesi søgu kenna vit, um ikki annað so frá Solsjenitsyn, sum andaðist fyri stuttum. H vat ið viðvíkir teknikki ella skrivisnild, er Fedrar og synir sera áhugaverd. Høvundurin fortelur liniert, og bregdið (t.e. plottið) er skilliga ikki hansara styrki. Hinvegin hevur bókin yvir sær lættleika, elegansu, javnvág. Hon er fronsk, sum tekstir eftir Anatole France ella Guy de Maupassant. Úr henni andar tann sakleysa tíðin, tá ið unglingar skiftu orð við eiggiligar kvinnur, í leyvsmáttum, um kærleikan og um Heinrich Heine, og síðani fóru heim sum meinaleys børn – at droyma um sama kærleika. Høvundurin sigur frá følilsum og tonkum, men letur samstundis, við tað at hann viðhvørt skrivar behaviouristiskt, lesaranum upp í hendur at týða og tolka persónarnar gjøgnum keipur og orðalag, so at lesarin ikki altíð veit, hvat hann skal halda. Herman Bang hevði Turgenjev sum lærumeistara, og tað er skilligt, at vit her síggja eina nælandi impressionismu. Men háleittast í bókini er høvundsins kynstur at lýsa vanlig menniskju, mammurnar og pápar­ nar hjá hansara andbráðu og ótolnu hetjum. Hesi fólkini vakna til lívs í hansara frásøgukynstri, trúskyldug, góðtrúgvin, pátrúgvin, fylt við vónum og einum kærleika so markleyst djúpum, at hann ikki tolir nándina við glerið ella knívin. Trupulleikin er bara, at tey sleppa ikki undan, og hetta ger tað næstseinasta kapitlið í bókini, har høvundurin vísir, at hann eisini dugir annað enn at meistra tann poetiska og innankáta frásøgu­ háttin, til skakandi lesnað. Ein lítil detalja úr hesum kapitli, um eitt smáting, vísir, at Turgenjev ikki smæðir seg burtur í høllini hjá Melpomene: Ein av hanunum, sum leikaði mest í, varð borin burtur av garðinum oman í landsbygdina. Hanin skilti einki, hví hann skuldi viðfarast soleiðis. F edrar og synir er klædd í eitt mál, sum er natúrligt, smidligt, fjølbroytt, í ein vissan mun óortodokst, og við einum ferili av óvanligum lýsingarorðum. Týðingin er, giti eg, ikki gjørd úr russiskum, men úr onkrum grannamáli. Undirritaði dugir ikki russiskt, og eg eri sjálvsagt ikki skøddur til at siga nakað um, hvussu trúgv hon er ímóti upprunamálinum. Eg havi tó eina viðmerking til tað føroyska sniðið, sum kanska gerst skilligast, um eitt brot verður endurgivið: Eitt veikt lot súsaði í bløðunum á askini og rak teir bleikgyltu ljósblettirnar aftur og fram eftir tí dimma vegnum og yvir gula ryggin á Fifi. Arkádij og Kátja sótu bæði í svalandi skugganum, bert hendingaferð skygdi ein ljósrípa í hári hennara. Kenniorðið (tann, tað), brúkt saman við lýsingarorðum og tengd at navnorðinum, er sjálvur andadrátturin í okkara vakra, føroyska máli. Týðarin følir hetta, og tí brúkar hann tað í tveimum førum, men hann hevur helst ikki hugsað medvitað um spurningin og gloymir tí í tveimum øðrum førum at brúka tað. Verður brúkið fullført, kemur sama brot at verða soleiðis: Eitt veikt lot súsaði í bløðunum á askini og rak teir bleikgyltu ljósblettirnar aftur og fram eftir tí dimma vegnum og yvir tann gula ryggin á Fifi. Arkádij og Kátja sótu bæði í tí svalandi skugganum, bert hendingaferð skygdi ein ljósrípa í hári hennara. Um ein lesur hetta brotið hart, er eingin ivi um, at er tað fyrsta dømið vakurt, er tað seinna smidligari, í tráð við talumálsins musikalska ljóðfall, har súrevnið sleppir ótarnað fram at málsins hjarta og fær tað at banka frítt. Eg havi aðrar viðmerkingar, men fari at steðga her. Vit byggja, sum ein maður hevur sagt, ikki okkara land av praktiskum grund­ um. Tað er gleðiligt, at vit hava millum okkara hugsjónarmenn, sum av sínum eintingum og óløntir fara í holt við klassikarar sum Augustin og tann romantiska og bleytlynta góðseigaran og yrkjaran, vinmannin hjá Flaubert og Pauline Viardot, fyrimyndina hjá Henry James og Joseph Conrad – melankolikaran Ivan Sergejevitj Turgenjev. Ivan Turgenjev: Fedrar og synir. Eilif Samuelsen týddi. Fororð André Niclasen. Forlagið Hemlið. Umbróting, prent og hefting: Føroyaprent. 240 kr. Tann gitna spanska sangarindan Pauline Garcia-Viardot var í mong ár Turgenjevs vinkona og unnusta