fríggjadagur 19. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 245 - 19. desember 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Eg minnist væl, tá ið eg
møtti
verfaðir
mínum
fyrstu ferð. Tað var á føð
ingardegi mínum 24. mars
2004. Hann ynskti mær
tillukku við einum stórum
smíli, spurdi hvat eg fekst
við og segði mær, at hann
fekst við bókhald, hevði
bát og dámdi væl at fara út
í fjørðin við hvørt. Hann
var altíð so glaður og góð
ur við meg, manglaði eg
nakað ella hevði brúk fyri
hjálp, var hann altíð fúsur
at hjálpa.
Stutt eftir hetta fekk
hann eina heilabløðing,
sum broytti lív hansara,
men var altíð fúsur at
hjálpa, sjálvt um hann ikki
orkaði so væl eftir heila
bløðingina.
15. apríl bleiv Atli abbi
fyrstu ferð. Hann var so
glaður og stoltur av at vera
abbi, fór ofta at keypa
mjólk og greyt til hana.
Hann spurdi altíð um hon
manglaði nakað, so skuldi
Hey abbi nokk keypa til
lítli Astu.
Hálvt ár eftir at Asta var
fødd, spurdi hann meg um
eg hevði hug at læra at
føra bókhald. Eg hevði
onga útbúgving, so eg helt
tað vera eitt gott hugskot.
Hann lærdi meg eina tíð,
men eg mátti gevast, tá ið
eg skuldi aftur til arbeiðis
í Runavík.
Sum tíðin leið, sá eg, at
tú bleiv veikari og veikari,
var eisini klænkaður nógv,
men tað kom mær ikki til
hugs, at tú fór at doyggja,
tú sum altíð var so raskur.
Tá ið Asta fylti tvey ár,
fekk eg eitt sms frá Hey
abba, har stóð: Hey Asta,
abbi ynskir tær hjartaliga til
lukku á føðingardegnum.
Vónandi fær tú ein góðan
dag. Heilsan og nógvar
mussar frá ”Hey abba”. Og
eg skrivaði aftur: Takk fyri
abbi. So fekk eg annað
sms`ið, har stóð: Hey Asta.
Tað var onki at takka fyri.
Abbi er so glaður, komin
heim úr kirkju og hevði
frætt frá tær. Hav tað gott,
Jesus pápi verið hjá tær og
manglar tú nakað, so skal
mamma smsa tað til abba.
Heilsa øllum frá fastir, Vaks
og Heyabba. Hasi smsini
havi eg enn á fartelefonini.
Av
ymsum
orsøkum
hildu vit ikki Astusa føð
ingardag, tann dagin hon
fylti. Men Heyabbi segði,
at føðingardag mátti Asta
hava, og at vit kundi koma
til Havnar at halda føðing
ardag og at abbi skuldi
baka kaku við tveimum
ljósum á, og so var.
Tveir dagar eftir, at vit
vóru í Havn og hildu føð
ingardag hjá hey abba, fóru
vit aftur til Leirvíkar. Tað
var seinasta ferð eg sá Atla.
Eg minnist tað, sum tað var
í gjár. Vit øll stóðu á trapp
uni uttanfyri. Eg klemmaði
Atla, og takkaði honum
fyri at hann bjóðaði okkum
at halda føðingardag fyri
Astu heima í Havn, og fyri
køkuna hann bakaði. Tað
var onki at takka fyri segði
hann, og vit síggjast skjótt
aftur, tá skal abbi bakað
eina køku aftur við einum
drekkamunni.
1. mai vóru vit boðin í
føðingardag hjá lítla Eyð
un kl. 15 og vit gjørdu okk
um klár at fara. Eg var við
barn og var ikki so væl
fyri, avgjørdi tí ikki at fara
við Henrik og Astu í føð
ingardag, og fór at leggja
meg. Tveir tímar seinni
ringdi telefonin. Eg orkaði
ikki at reisa meg, so tað
ringdi út. Løtu seinni kom
sms og tað bleiv við at
sms`a, so reisti eg meg og
sá, at Hendrik skrivaði, at
eg haldi at babba er deyður.
Eg kvakk við. Hvat er tað
tú skrivar, hugsaði eg.
Kanska er hetta onkur sum
skrivar skeivt.
Eg ringdi til Henrik. Eg
hoyrdi so ikka hvat hann
segði, tí hann græt so illa.
So hoyrdi eg hann segði,
at babba er deyður, og eg
veit ikki hvat eg skal
gera....
So byrjaði eg eisini at
gráta og spurdi hvat var
hent. Henrik segði, at
babba fór inn á wc og kom
ikki aftur, og hann sá ikki
lítlu Astu, áðrenn hann fór,
og nú er hann deyður.
Eg komi til Havnar, sigi
eg við Hendrik, legði horn
ið á og rann inn á wc og
spýði, og hugsaði við mær
sjálvum, at tað kundi ikki
passa. Atli kann ikki bara
doyggja soleiðis. Beiggi
mín Bruno koyrdi meg til
Havnar. Eg var ikki før
fyri at koyra sjálv.
Tá ið vit komu heim til
Astu, tordi eg ikki at fara
inn, tí eg var so kløkk og
bangin. Komin, inn, kom
Asta vermóðir og klemm
aði meg og segði, at hann
var so góður við teg ímeð
an vit báðar grótu. Hann
var so góður við teg og
vildi altíð hjálpa. Eg veit
segði eg, og eg var eisini
góð við hann. Tað kennist
so tómt, sjálvt um hann
vara hevur verið vekk í
nakrar tímar.
Tríggjar mánaðir eftir,
at tú var farin, Atli, fingu
vit eina diddu, og hon er
líka fitt og deilig sum
Asta. Eg vildi ynskt, at tú
sá hvussu fittar tær eru
saman. Tað gert tú nokk
eisini, sjálvt um tú ikki ert
ímillum okkum longur.
Asta er so góð við hana
og er stolt og errin av at
vera stórasystur og tað veit
eg, at tú, abbi, eisini hevði
verið, um tú var her.
Hvíl í friði kæri pápi,
verfaðir og abbi.
Heilsan Hendrik,
Jansy, Asta og Karlina
Minningarorð um verfaðir mín
Atla Nolsøe Hansen
Takk
Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust
meg á 90 ára føðingardegnum.
Eisini vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól
og signað nýggjár.
Heilsan
Gunleyg Poulsen, Skipanes
Takk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
gleddu okkum á diamantbrúdleypsdegi
okkara tann 5. desember 2008, takka vit
hjartaliga við ynskjum um eini gleðilig jól
og eitt signað nýggjár.
Heilsan
Nancy og og Emil Mikkelsen, Klaksvík
Føðingar
16. november fingu Gerda B. Magnussen, Húsavík, og
Vinjard Tungá, Sandur, ein son. Hann bleiv føddur í Svend
borg, vigaði 3550 gr. og var 52 cm langur.
24. november fingu Jónleyg Danielsen, Hósvík, og Poul á
Lava, Tórshavn, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði
2960 gr.
28. november fingu Bodil Ægidius og Jørgen Johansen,
Vesterlund, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4344
gr. Hann eitur Kristian.
7. desember fingu Fríðgerð og Rani í Líð, Tórshavn, ein
son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2675 gr.
10. desember fingu Jakoba Eysturberg og Gisli Svein
bjørnsson, Signabø, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 4800 gr.
10. desember fingu Arnhild Rubeksen og Regin Gaard
Joensen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3450 gr.
10. desember fingu Joan Berg Johansen, Tórshavn, og
Kristian Martin Thomassen Dam, Kaldbak, ein son: Hann
var 55 cm langur og vigaði 4250 gr.
11. desember fingu Malan & Dia Petersen, Streymnesi, ein
son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4650 gr.
12. desember fingu Hjørdis og Halgar Johannesen, Leirvík,
ein son. Hann var 41 cm langur og vigaði 1595 gr.
15. desember fingu Súsanna Slættanes og Svend Hansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700
gr.
16. desember fingu AnnMari Falkvard og Niels Marni
Nielsen, Sandavági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og
vigaði 3650 gr.
16. desember fingu Anna og Óli Joensen, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4100 gr.
18. desember fingu AnnaMaria F. Juul og Leivur T.
Clementsen, Skopun, ein son. Hann var 52 cm langur og
vigaði 3650 gr.
26. november
2008 fingu
Poula Norðbúð
og Bill Mc.
Leod Jacobsen,
Tórshavn, eina
dóttur. Hon
vigaði 3420 gr.
og var 52 cm
long. Hon hevur
fingið navnið
Rósa Mc. Leod
Norðbúð.
5. desember
fingu Brá og
Hóri ein fittan
lítlabeiggja.
Hann vigaði
4380 gr. og var
54 cm langur.
Foreldur teirra
eru Marjun
Jørgensen og
Regin Midjord.
Tey búgva í
Blómubrekku í
Havn