fríggjadagur 19. desember 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2008
17
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Jacobina Sørensen
ættað úr Hvalba
búsitandi í Havn
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Ann Hansen, prest, fyri góð og
troystarrík orð.
Ein serlig tøkk til tykkum á Handarustovu á
Lágargarði, sum vóru so góð við mammu.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Lágargarð.
Tøkk til berarar, sangarar og øll tykkum, sum
hjálptu til við jarðarferðina og ervið.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu mammu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól
og gott nýggjár.
Fyri tey avvarðandi
Ebba, Marita, Anna, Joen Pauli og Finngerð
Ítróttarbrøgdini útinti hann
fyri hálvthundrað árum síð
ani, tá fjølmiðlaheimurin
langtfrá var so tíðindafróður
sum nú á døgum. Og tí
munnu hann og brøgd hans
ara neyvan verða so kend
millum manna, sum ein upp
geara ítróttapressa hevði
klárað at gjørt tey til í dag.
Tórður er føddur í Dan
mark beint fyri kríggið og
kom til Føroya 7 ára gamal
við tí fyrsta ferðamanna
skipinum, ”Aarhus”, eftir
bardagan í august, 1945.
Frásøgumaður er hann
góður og hugtakandi er, at
hoyra hann siga frá skiftin
um frá tí myrka hersetta
Danmark, til teir blíðu ljósu
barnadagarnar,
á
sumri
1945 hjá ommuni og abban
um í Hvalba. Hóast hetta
var fyrstu ferð hann var í
Føroyum, og haraftrat tos
aði danskt, so kendi hann á
sær frá allarfyrsta degi, at
nú var hann endiliga komin
heim. Her ferðaðist hann
sum fuglurin fríi í bergi og
á bø, uttan nakrar sum helst
bindingar á sær. Soleiðis
var og er hann av nattúru:
djarvur og ringur at stýra.
Tað gav at býta undir kríg
num. Bert 34 ára gamal
stakk hann av heimanífrá í
Slagelse, út at rannsaka verð
ina? Fólk blivu bangin um
hann og varð hann tí eftirlýst
ur í donsku radioavísini.
Hetta varð nokk einasta lívs
tekin (umframt kanska radio
jólaheilsur) skyldfólkini í
Hvalba fingu frá familjuni
Holm undir krígnum.
Móðir Tórða, Kirsten var
donsk. Úr Brønderslev og
dóttir kenda skaldið, politik
aran
og
háskúlamannin
Andreas Thøgersen Grøn
borg. Hon gjørdist lærari í
realskúlanum í Havn og tók
sær serliga nógv av fimleik
inum. Eisini syrgdi hon fyri
livandi tónleikinum aftur
við, við sínum klaverspæli.
Faðir hansara, Martin
Holm, var ættaður av Hóla
lagi í Hvalba. Hann var pol
itikari, lærari og m.a. for
maður í Ítróttarsambandi
Føroya í eini 15 ár. Hann
fórst við íslendska flogfarin
um vesturi í Mykinesi 26.
september, 1970.
Tað er lættari at nevna
tær ítróttagreinar í Føroyum
um hetta mundið, sum Tórð
ur Holm ikki luttøk í. Hann
var ikki bert við. Hann var í
fremstu
røð
allastaðni.
Kappróðri, svimjing, fim
leiki, hondbólti og ikki
minnst í fótbólti. Hann var í
nógv ár tann leikari, sum
átti flestar dystir á føroyska
landsliðnum.
Tað var ikki av ongum, at
teir ungu innan B36 fylktust
um Tórða.
Hann gekk á odda á vøllin
um og var stjørnuleikari hjá
B36 hesi ár. Men fekk ong
antíð ta sjúku sum stjørnur
oftani líða av, “primadonnu
nykkur”. Sjálvt um hann av
einihvørji orsøk onkuntíð
ikki slapp á liðið, fann hann
seg í avgerðini og gekk ikki
lúnutur runt og grunaði um
rætt og órætt.
Hann visti nógv, læs nógv
og var ótrúliga hittinorðaður.
Og nógvar av søgunum liva
innan felagið enn.
Skal bert taka fram einar
tvær her: Í 1962 er føroyska
landsliðið á fyrsta sinnið í
Íslandi og spælir landsdyst.
Tórður er inni á vøllinum og
eg eykamaður á bonkinum.
Støðan í hálvleikinum er
katastrofal. Føroyingar eru
afturúr 80. Eg sigi tá við
Tórð, at “tað er gott at sleppa
frá at verða á vøllinum, tí
Guð viti hvat íslendingar
hugsa um tykkum, so vána
ligir tit eru”. Hann skjýtur
eyguni eftir mær og er skjót
ur at svara aftur “Vissi ís
lendingar
halda
okkum
verða
vánaligar,
hvussu
He....... heldur tú, teir halda
reservarnar verða”?
Hin er úr Fuglafirði nógv
ár seinni. Eg var ikki sjálvur
við, men søgan er fortald
mær og skal kanska takast
við eitt sindur av fyrivarni.
B36 spælir ímóti Í.F. Nemus
Djurhuus er dómari. Sjáldan
kom tað fyri, at Tórður í
dysti fellur til jarðar. Men
hesaferð er hann so óheppin
at bresta saman við ein fugl
firðing og missir vitið.
Dómarin leypur sjálvandi
beinanvegin til fyri at taka
eina vurdering av støðuni.
Hann ristir í Tórða fyri at
fáa hann at klárna aftur og
rópar “Tórður, sig mær hvar
tú er”. Jú, nú lyftir gamli
annað eygnalokið upp og
sær beint í fjesið á Nemusi
og teskar “Í Mimir”.
Vit vóru oftani í Íslandi
hesi árini og kanska var tað
hetta sum birti undir hansara
stóra áhuga fyri sagalitter
aturi. Fyrimyndir hansara eru
hetjurnar í Íslendingasøgum
og Heimskringlu. Eisini í
føroyskum bókmentum og
kanska serliga føroyskum
yrkingarsøvnum, sum uppi
vóru um hetta mundið, var
Tórður rættuliga kønur í. Pól
F, Chr. Mastras, Janus og
Tummas N. Djurhuus munnu
nokk verða teir yrkjarar,
hann helt mest um.
Hesa tíðina arbeiddi eg á
Samvinnufelagnum í Vágs
botni, sum tá tókst við
útróður í Grønlandi og har
Líggjas í Bø var stjóri . Har
komu, umframt fiskimenn,
nógvir littererir persónar á
gátt. Serliga plagdi Tórður
at tosað um flaggdagin
1963. Hann var og vitjaði
inni á Samvinnufelagnum,
tá hurðin brestur upp. Inn
kemur Tummas Napoleon.
Hann skuldi halda flagg
dagsrøðuna um eina løtu.
Um vit ikki áttu ein lítlan
dropa ímóti hundasjúku.
Jú, har hevði onkur eina
“Linieakvavit”, sum hevði
ferðast verðina runt við Wil
helmsen Lines. Og stimbr
andi var dropin. Røðan um
stríðsútgerðina
og
her
mennirnar, sum á náttartíð
meðan fólk svevur, sníkja
seg gjøgnum Havnargøtur á
veg niðan í Mjørkadal, er
ein hin kendasta og best
framborna røðan á Vaglin
um yvirhøvur.
Tórður lærdi til snikkara
úti við Strond hjá Zachariasi
Bech og arbeiddi seinni í
fleiri ár á Snikkaraverkstað
num í Hornabø. Hann hjálpti
eisini í nøkur ár Snorra Dam
Jacobsen, at umvæla friðað
gomul hús í Havnini.
Føðingardagin
heldur
Tórður uttan Garða í Hoy
vík hjá elstu dóttrini Ingilín
og Jákup Símuni. Umframt
Ingilín eigur Tórður eisini
Hall, tiltikna rennaran hjá
Bragdinum, og Borgarhjørt,
sum, eins og omman og abb
in, er lærari og býr í Dan
mark, men er oftani á vitjan
í Føroyum.
Heilsan
Gamli liðfelagið tín í
B36, Heðin
PS. Eftir at eg hevði sent
inn greinina til blaðið,
frætti eg, at tveir av stóru
stuðlunum
hjá
B36
í
fimmti
og
sekstiárun
um, Sverri Trónd Hansen
og Hans Jacob Egholm eru
falnir dag um dag. Vit sótu
allir tríggir í nevnd saman
fyrst í sekstiárunum. Friður
verið við minninum um
Sverra og Hans Jacob
Tórður Holm 70:
Ein gomul ítróttarkempa verður í dag sjeyti
Svenning
25 ár hjá SEV
1. oktober 2008 hevði
Svenning Eysturdal
arbeitt í 25 ár hjá
elfelagnum SEV sum
maskinmeistari á
elverkinum á Sundi.
Tórður Holm fremst og longst til høgru á myndini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá bróðir okkara
Knút P. Danielsen
Fámjin
doyði og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum fjálgaðu og vóru
um Knút ta tíðina, hann var á Miðstovu
á Lágargarði.
Eisini vilja vit takka tykkum, sum fylgdu Knút til
hansara seinasta hvíldarstað, og mintust hann við
gávu til Lágargarð.
Fyri tey avvarðandi
Systkini
Dagurin
19. desember. Nemesius, deyður umleið ár 250. Um
halga mannin Nemesius sigur halgisøgan, at hann
einaferð varð lagdur undir stuldur.
20. desember. Ábraham. Dagur til minnis um
patriarkin Ábraham. Bíbilska navnið merkir faðir at
mongum.
21. desember. Tummasarmessa. Lærusveinurin sum
fekk navnið hin vantrúni. Halgisøgan sigur, at hann
boðaði evangeliið í Indiu, og har er í hvussu so er eitt
tummasarkirkjulið, sum hann sigst at hava stovnað
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
nøvn