fríggjadagur 19. desember 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 • 19. desember 2008
Vikuskifti 17
Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo
Góð og orkusparandi tvíhús
Talan er um eina verkætlan á Stóra-
gerði, aftanfyri matvøruhandilin Inn
á Landavegnum. Her verða 2 nýggj
tvíhús bygd.
Umhvørvið á Stóragerði er friðarligt
og barnavinarligt. Her er alt, sum
tær tørvar. Her eru handlar, skúlar,
ansingarstovnar og spælipláss, sam-
stundis, sum tað er stutt til miðbýin.
Húsini eru øll eins, men speglvend í
mun til hvørt annað. Stóru vind-
eyguni virka til, at tað verður ljóst og
luftugt innan.
Húsini verða latin lyklaklár, tó verður
partur av kjallaranum ikki
innrættaður. Málað verður bæði
innan og uttan.
Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm,
køkur, stova og trý kømur. Inngongd
er í báðum hæddum og trappa er
millum hæddirnar. Stova og køkur
eru í einum. Eisini er stór og rúmlig
altan út frá køkinum. Køkur,
hvítvørur og baðirúmsmøblar fylgja
við. Gólvhitið er í øllum húsinum.
Bjálving er 225 mm í loftinum/taki-
num og 250 mm bjálving í vegginum
í stovuhæddini. Grundin og brand-
múrur eru stoypt. Pláta verður uttan
bæði í stovuhædd og kjallarahædd
og klædningur gongur heilt niður.
Takið er Alkorplan, sum er tað nýggj-
asta generatiónin innan papptak. 50
mm bjálving uttan á grundina/
kjallarinum.
Prísurin er uttan bilhús, men tó fylgir
byggiloyvið til bilhúsið við. Mvg-
kvodan verður afturgoldin í mun til
nær húsið verður selt.
Tú fært meira at vita um húsini hjá
Skyn á tlf. 35 74 00 og www.skyn.fo
og www.husasolan.fo
Fakta:
Adressa .......... Stóragerði, Tórshavn
Byggiár:........... 2009
Hæddir:........... 2
Stødd innan:... 184 m2
Grundøkið: ..... 302 m2
Prísuppskot: ... Kr. 2.200.000,-