fríggjadagur 19. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 245 - 19. desember 2008
Takk
Eg vil takka øllum so hjartaliga, sum
mintust meg á 90 ára degnum við at ringja,
senda brøv og fjarrit, og tit sum komu
inn á gólvið.
Takk fyri allar blómur og aðrar gávur og
takk tit tríggjar, sum komu úr Vágum, at
syngja fyri mær.
Edith Johannesen
Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig
jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Edith og Jógvan
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg
á 80 ára føðingardegnum.
Eini gleðilig jól og eitt av Harranum
vælsignað nýggjár.
Heilsan
Malan Eliasen
5. desember 2008 fingu
teldustøðingar
prógv
á
Føroya Handilsskúla. Teldu
støðingaútbúgvingin
er
hægri úbúgving innan KT,
ið tekur tvey og eitt kvart ár.
Próvhandan á Føroya Handilsskúla
Tey sum fingu prógv vóru:
Albin Johannesen, Trygvi
Olsen, Ragnar Østerø,
Bárður Sandberg Joensen,
Jastrid Bech Árting, Signy
Hansen og Rói Viberg Dam
Mynd: Sunrid Helgadóttir í Gong
Takk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið
vóru við til at gera 70 ára føðingardagin
hugnaligan og ógloymandi.
Ein serlig tøkk til børn, svigarbørn og
ommubørn fyri ein væleydnaðan dag.
Takk fyri heilsanir, gávur og blómur.
Hjartaliga takk øll somul við ynski um eini
gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.
Bestu heilsanir
Masa Augustinussen
Nú í adventini, beint fyri
jól, verður henda kenda
kempa í føroyskum vinnu
lívi 85.
Sum stjóri og stórur eig
ari í Bacalao, sum stórreið
ari og eigari av nógvum
fiskiskipum upp gjøgnum
tíðirnar, minkafarmi o.ø.,
og sum ein av undangongu
monnunum í fyrrverandi
Føroya Fiskasølu, hevur
hann sett djúp spor eftir sær
og verið samfelagnum og
mongum fólkum til almikið
gagn. Eisini mær.
Kom at arbeiða á Bacalao
sum skúladrongur nøkur
summur undir formonnun
um Eli Christiansen og Ein
ari Norðbø. Hesir løgdu
skjótt til merkis, at hesin
bleiki slánurin dugdi betri at
skriva enn at taka ímóti salt
fiskakurvum. Settu meg tí
upp á eina sildatunnu við
einum snikkarablíanti og ein
um træbrettti. Har skuldi eg
so sita og skriva eina striku,
hvørja ferð kuliarnir komu
koyrandi við einari trillu
børu av saltfiski til Petru
Slyne og aðrar at vaska.
Hetta var als ikki eitt keði
ligt arbeiði hjá hesum ung
dómi, tí sum avloysara
hevði hann ein eldri mann,
sum var sera sofistikeraður,
tá um galt at meta um konu
fólkini – fiskafrikadellurnar,
sum vit nevndu tær.
Í 1968 kom eg so aftur at
arbeiða á Bacalao. Hesa
ferð
sum
grannskoðari.
Teoretiskt rímiliga væl fyri,
men ikki væl fyri viðvíkj
andi rakstri og búskapi hjá
fiskavirkjum. Har gjørdist
Aksel mín sanni lærumeist
ari. Undrist enn dagin í dag
yvir, so góða tíð hann gav
sær at vegleiða og hjálpa.
Blíðliga jaligur, reiðiligur
og ráðsnúgvin. Áhugin fyri
Bacalao og øllum tí, sum
hekk uppií hesum vala
virki, reyk av honum og
smittaði.
Hann var, og er so sanni
liga, respekteraður sum fáur.
Eyðkent var fyri Bacalao,
eins og øllum hinum ”Poul
Hansen fyritøkunum”, at
fólk støðaðust har. Har varð
ein virdur og væl viðfarin.
Og hetta eigur Aksel
Hansen fram um tey flestu:
Hann er ótrúliga góður við
og trúgvur móti øllum tí,
sum hann varðar av og um,
tað veri seg starvsfólk, fam
ilju, virkir, feløg og ross.
Sum ríðingarmaður er
hann úr leikum tikin: Excel
lencan, the grand old man.
Stovnari av Føroya Ríðing
arfelag og formaður tess í
mong ár. Undangongumaður
í ríðing og aling til dagin í
dag.
Í nógv ár vóru vit ein
klika, sum riðu saman,
summar og vetur, í øllum
veðri. Eingin var nakrantíð
í iva um, hvør leiðarin var.
Eyðkennini vóru: Hann var
skógvaði um túrin í góðari
tíð frammanundan. Hann
saðlaði tíðliga og reið tíð
liga og stundisliga. Hann
tók altíð okkum uppá ráð
um, hvagar vit skuldu
leggja leiðina (men fekk
onkusvegna altíð sín vilja).
Hann tók ongantíð óráð fyri
og hevði altíð fyrilit fyri,
hvussu ross og menn (ja
menn) vóru fyri, og um reið
tyggini vóru, sum tey áttu
at vera. Sjálvt í allar ringasta
veðri eggjaði hann til, at vit
ongantíð riðu styttri enn
niðan á Stigakoppar. Og,
ikki at forgloyma, hann
hevði umsorgan av, at vit
ikki liðu av svongd ella
tosta, og hinvegin: at ongin
drakk ov nógv.
Sum góð fyrimynd hevur
hann hækkað munandi um
reiðmentanarliga støðið.
Aksel er í dag stigin úr
saðilboga, men hann hevur
ikki gloymt felagið, og fel
agslimirnir hava ikki gloymt
Aksel. Í vinnulívinum miss
ir tú nógvar vinir líka so
skjótt, tú ikki ert í hæddini.
Teir sonnu vinirnir hjá Aks
eli er ríðingarfólki. Hvønn
sunnumorgun situr hann í
felagshúsinum millum vin
irnar – eldri sum yngri – har
nógv verður reypað. Aksel
reypar ikki, men lurtar blíd
liga. Og tey yngru kappast
um at sleppa at skonkja hon
um ein kopp av te og víkja
hornasætið við hávirðing,
so skjótt hann trínur um
hallardyr.
Tillukku Aksel við teim
um 85 og takk fyri góða
upplæring, bæði so og so,
og fyri nógv góð upplivilsir
saman og langt og gott vinar
lag. Hav nú eitt gott lívs
kvøld.
Við hávirðing
Heðin
Aksel Hansen 85
nøvn