fríggjadagur 19. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 245 - 19. desember 2008
tíðindi
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við kotuni, ið
stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt
sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri
hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele
og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í
lutakasti um fleiri góðar vinningar:
Týr
Týr hevur havt eitt serstakliga
gott ár. Á fleiri stórum
konsertferðum hevur Týr
ferðast kring Evropa og Norður
Amerika, og spælt tilsamans 100
konsertir. Týr hevur staðfest sína
støðu, sum eitt tað best umtókta
tónleikanavnið innan fyri Viking
Metal. Teir hava rakt ein rættiliga
smalan málbólk, men hava
rakt hann somikið væl, at fólk
kring allan heimin hevur tikið
Týr og sostatt eisini føroyska
kvæðamentan til sín. Í 2008
hevur Týr somuleiðis leita sær
heim aftur, og vit hava uppliva
hendan bólkin á konsertum í
Føroyum. Tað er gleðiligt at
síggja, at teir taka sær tíð til
hetta.
Fløgan Land kom út í ár, og
fekk her heima sera jaliga
umrøðu frá ummælarum, hon er
við til at halda støðuna hjá Týr,
sum Føroya best seljandi bólk.
Orka
Hjá Orku gongur tað at bróta
upp úr nýggjum hond í hond
við lurtaravinarligheit. Orka
hevur funnið okkurt heilt serligt,
og hevur við sínum orkufullu
framførslum rúnarbundi lurtarar
úti sum heima. Júst afturumfarna
konsertferðin endaði á
Transmusicales festivalinum í
Rennes í Fraklandi, har Orka
var húsorkestur, og fekk frálíka
umrøðu í nógvum fronskum
og bretskum miðlum. Umframt
tilboð um, at spæla á Noise of Art
festivalinum í Royal Festival Hall
í London.
Bólkurin spælir á ymiskt úr
einum fjósi á Strondum, og
skapar okkurt sum nokk best
kann lýsast sum ordiliga fangandi
fólkatónleik við einum
nýskapandi industrial ljóði. Orka
telist heilt víst millum bestu
føroysku tónleikanøvnini í løtuni.
Lizzie
Lizzie gav í februar fyrstu fløgu
sína út, og hevur síðan tá gingið
sigursgongd á donsku
hittlistunum. Stakfløgan “Ramt i
Natten” er eitt gott boð uppá
ársins hitt í Danmark. Longu,
áðrenn sjálv fløgan kom út,
hevði fyrsta stakfløgan selt til
platin í Danmark. 25 ára gamla
føroyska songkvinnan selur enn
nóg nógvar fløgur, til at gera seg
galdandi á donsku sølulistunum,
ja tað hevur hon gjørt alt árið.
Ummælini av fløguni hava verið
so sum so, men tað kemst ikki
uttanum, at Lizzie hevur rakt
danska popp áskoðaran
serstakliga væl. Hetta kemst ikki
minst av, at Lizzie á fløguni
samstarvar við danska
framleiðaraparið Madness 4
Real, ið teljast millum bestu
poppsmiðir í Danmark.
Høgni Lisberg
Tað hevur verið rættiliga stilt
rundan um tónleikaran Høgna
Lisberg stóran part av hesum
árinum. Hetta er tó ikki tí hann
ikki hevur verið virkin. Høgni
hevur saman við framleiðaranum
James Thomas arbeitt við fløguni
“Haré Haré”, ið kom út ein av
seinastu døgunum í november.
Henda fløga er somikið góð,
at hon kastar Høgna beint inn
millum uppskotini til ársins
tónleikanavn. Fløgan vísir ein
nógv búnaðan Høgna. Tann
lovandi tónasmiðurin við góðum
oyra fyri fangandi løgum, hevur
funnið sítt egna útrykk, og hevur
lært at brúka røddina, ið nú telist
millum tær heilt góðu í Føroyum.
Undir nýggjum og meira enskt
klingandi kunstnaranavni, Hogni,
hevur Høgni enn sum áður eyguni
vend móti stóru marknaðunum
kring okkum. Við nýggju
fløguni eru stórir møguleikar
fyri, at dreymurin um altjóða
gjøgnumbrotið verður veruleiki.
The Dreams
The Dreams er ein bólkur, ið
altíð hevur megnað at ganga
óvæntaðar leiðir, tá bólkurin
í 2005 reis upp úr øskuni av
punkbólkinum Zink, var tað
við boðunum til Føroya fólk, at
Anastacia, hevði valt bólkin at
luttaka í hennara sending á MTV.
Komnir heim aftur við einum
triðja plássi í lummanum, fóru
teir í upptøkuhølið, og spældu
sínar tulkingar av føroyska sang
skattinum inn. Ein fløga, ið var
óvæntað, men sum gjørdi The
Dreams til best umtókta tónleika
navnið í Føroyum.
Fluttir til Danmarkar fóru teir í
eitt óvæntað samstarv við gamla
hip hopparan Chief 1. Síðan val
du teir at luttaka í Eurovision
grand prixnum, ein luttøkam sum
eisini kom óvart á fólk, og so sun
gu teir á donskum. Men eins og
øll hini valini riggaði hetta. Hetta
riggaði somikið væl, at bólkurin
hevur havt trý løg ovast á Boog
ielistanum hjá DR, m.a. Back
stabber, ið enn liggur har. Eingin
annar føroyingur hevur nakrantíð
havt so nógv løg á Boogie
listanum.
Tilnevning besti føroyski bólkur ella einstaklingur
pla bf 1
pla bf 2
pla bf 3
pla bf 4
pla bf 5
Tú kanst vera við
til at avgera vinnaran