Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 • 4. desember 2006 inngangur Matur kann njótast! Eingin ivi um tað. Tað up- pliva vit øll hvønn dag um- vegis sansir og heila og ikki minst nú stundar til jóla, - eitt gastronomiskt hæddarpunkt hjá nógvum. Men eiga vit at njóta matin? Hevur tað nakran týdning? Ein danskur granskari, Mor- ten Kringelbach, ið herfyri gav út bók um evnið, hevur víst á hvussu stóra ávirkan van- tandi njóting hevur á tunglyndi, støðuga pínu og etingarólag. Ábendingar eru eftir øllum at døma um, at vit eiga at loyva okkum at njóta matin. Ber tað so til at njóta mat ut- tan at ein prísur skal gjaldast? Eg hugsi um ovurfita og sjúku. Tað veldst um hvat tú sum brúkari velur at taka niður frá handilshillunum. Hvørja góðsku tú velur. Vit liva í einari tíð, har tað ongantíð áður í søguni hava verið so nógvar vánaligar matvørur og góður matvørur, - samstundis! Marknaðurin er polariseraður. Tað er næstan einki lágmark fyri hvussu ússa- lig ein matvøra kann vera í dag. Kanska er hon ikki vandamikil at eta sum so, men kann vera skrúvað saman á ein hátt í mun til kolhydrat, protein og feitt, at vit ótilvitaði koma at eta alt ov stórar nøgdir av henni. Og gerast tjúkk. Men tað finnast eisini fantastiskar matvørur í dag, sum ikki nýtast at vera nógv dýrari at keypa um ein hyggur at innihaldinum og orku-samansetingini. Nógvar vánaligar og bíligar matvørur eru pumpaðar upp við fyllevni, so sum feitt, sukur, salt, vatn ella luft. Eitt dømi er myrk sjokoláta. Er hon góð, so eta vit nakrar fáar puntar og njóta hana til fulnar. Er góðskan á sjokolátuni meira ivasom, tvs. at hon í be- sta føri bara smakkar sukursøt og í versta føri als ikki inni- heldur kakao (!), so er skjótt at kveyla eina heila plátu í okkum. Og einans fáa ein sukurrús bur- turúr. Skjótt er tá at gjalda fleiri pengar fyri verri mat-uppliving! Og tómar kaloriur. Kvinnan Mireille Guiliano, ið er fødd og uppvaksin í Fraklan- di, men hevur búð sítt vaksna lív í USA, skrivaði fyri tveimum árum síðani eina bók – Franske Kvinder Bliver Ikke Fede – har hon samanber hesar báðar matmentanir, ið hon hevur kent á sín egna kropp. Tann franska, sum er kend fyri at virða hægstu góðskuna og so tann amerikanska, ið er tiltikin fyri vánaliga dygd. Hvussu ber tað til at franskar kvinnur ikki gerast prúðar, hóast at tær tvær ferðir um dagin eta 3-ræt- taða menu, drekka vín afturvið og hata at íðka fitness? Eg kann avdúka, at njótilsi he- vur ein leiklut. Men annars kunna tit lesa meira um hetta í Bókaummælinum har bókin hjá Guiliano verður umrødd. Njótilsi er evni, ið eisini fær nógva umrøðu innan heims- speki. Vit kenna mótsetnin- garnar: epikuristurin, ið tráar eftir njótilsi fyri at gerast lukkuligur og asketurin, ið hevur svorið fráhald frá øllum njótilsi her á fold. Her er skjótt at fyribrigdið ’synd’ kemur uppí leikin. Vit kenna orðingina ’at synda’, tá ið vit unna okkum okkurt gott. Fólk, ið hava lisið bókina ella sæð filmin um Ba- bettes Gæstebud, vita hvat eg tosi um. Er tað heppið í einari mentan at synd verður tengt at njótilsi? Spurningurin er hervið latin víðari! Eitt veit eg bara. Úrvalið av myrkari sjokolátu í Føroyum er syndarliga vánaligt! Ikki eitt ei- nasta slag er vert at keypa eftir mínum tykki. Hvar eru allar tær fantastisku sjokoláturnar, ið heimurin er ríkaður við? Grams verður aftur millum jól og nýggjár, har sjampanjub- løðrurnar verða kannaðar. Gleðilig jól! At enda fari eg at heita á lesarar um at tekna seg til eitt komandi tíðindabræv, ið um- vegis telduposti - fer at kunna um hvat rørir seg í Grams-høpi annars. Hetta gerst heilt einfalt við at skriva til mortan@hamrabyrgi.com og upplýsa navn og teldupost- adressu. grams.fo Mortan í Hamrabyrgi 20 Njótingarsami heilin