Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 19. desember 2008 21 tíðindi Tilnevning besta útgáva Týr – Land “Land” er skriva, tikin upp og ljóðblanda í skundi, fyri at fáa fløguna út áðrenn eina konsertferð. Øll prossessin tók 18 dagar. Úrslitið er kanska besta fløgan hjá Týr til dags dato, við tungum og hørðum víkingamálmi, ið hevur ástøði í okkara kvæðamentan. Tað er bert Týr, ið ljóðar sum Týr og henda fløgan ljóðar sum Týr. Bólkurin er væl samanspældur eftir nógvu og longu konsertferðirnar. Tónleikararnir eru vorðnir ótrúliga dugnligir, og hetta klæðir væl hesum tónleikastíli. Á “Land” er tónleikurin væl svingandi og fangandi, hóast tað er tungt og myrkt er tað samstundis melodiskt og næstan poppkent í støðum. Boys in a Band – Black Diamond Train Ársins nýggja navn í fyrra árið, Ársins tónleikanavn í fjør, GBOB vinnarar 2007. Boys In A Band er faktiskt ein rættiliga nýggjur bólkur, men av tí, at bólkurin beinanvegin gjørdist millum best umtóktu bólkar í landinum, hevur tíðin, at bíða eftir fyrstu fløguni, kenst long. Men fløgan var verd at bíða eftir. Black Diamond Train tekur lurtaran við sær á eina ferð gjøgnum tónlistarliga landslagi hjá Boys In A Band. Í samstarvinum við framleiðararnar Jolyon Thomas og Ken Thomas hevur Boys In A Band fingið tað heilt rætta ljóðið fram. Fangandi strammi kovboybuksarokkurin stendur øgiliga sterkur. Hóast fløgan er stílrein, og ljóðar sum Boys In A Band, so eru løgini fjølbroytt. Jens Marni – The Right Way Jens Marni hevur gjørt sær ómak við fyrstu fløguni. Tittulin “The Right Way” kann eins væl og nakað annað vera ein beinleiðis tilvísing til, at henda fløgan er gjørd á rættan hátt, her er kýnt fyri smálutunum, og framleiðslan er frálík. Eftir longur enn eitt ártíggjund, sum limur í bólkum sum Kjølum, All That Rain og Showmonnum, stendur Jens Marni á egnum beinum, og tað ger hann ótrúliga væl. Fleiri løg á fløguni hava longu verið landaplágur í fleiri mánaðir. Her er talan um fangandi popprokk, ið framborin av ráu rokkrøddini hjá Jens Marna stendir seg væl fult á hædd við t.d. seinastu fløguna hjá Bryan Adams. Teitur – The Singer Á The Singer hevur Teitur valt at sleppa tónlistarligur tryggu singer/songwriter tilverðuni, har hann við kassagittara í hond framførdi síni løg. Nú er røddin hansara ljóðføri, og ljóðmyndina, tónleikin, sum liggur undir røddini hevur hann skapt í samstarvi við Tróndi Bogasyni, ið er útbúgvin klassiskur komponistur á Kongaliga danska konservatoriunum. Hetta var ein djørv leið at fara hjá Teiti. Men úrslitið má metast, sum tann besta útgávan hjá Teiti higartil. The Singer er ein fløga sum ummælarar eru dotnir um hvønn annan at lovprísa. Eitt frálíkt úrslit av eini verkætlan har Teitur hevur avbjóða seg sjálvan og lurtaran. Hann hevur megna at fingið tað at rigga. Hogni – Haré Haré Planet árið fyri fløguútgávur gongur millum 1. desember og 30. november, og tí var tað um reppið, at útgávan “Haré Haré” hjá Hogna, ikki kundi telja við í tilnevningini í ár. Boðað var frá, at hon kom í handlarnar 1. desember, men longu síðstu vikuna í november lá hon til sølu. At hetta er ein heilt serlig útgáva, ið uttan iva hevði verið á listanum komandi ár, er eyðsæð, tí Høgni Lisberg hevur verið beinrakin við “Haré Haré”. Saman við framleiðaranum James Thomas hevur Høgni funnið sína egnu hyll. Høgni er ikki longur bara ein lovandi tónleikari og sangskrivari. Hetta er ein fløga á høgum altjóða støði, og uttan iva ein av ársins allar bestu útgávum. Høgni og James Thomas hava sjálvir spælt øll ljóðførini inn, og skapa eina spennandi og dynamiska ljóðmynd. pla bu 1 pla bu 2 pla bu 3 pla bu 4 pla bu 5