fríggjadagur 19. desember 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
21
Hvat er gott reyðvín til jóladun-
nuna? Hevur tú fingið ábyr-
gdina at keypa reyðvínið til
jóladøgurðan, so eru góð ráð
at finna beint her!
Tað versta tú kanst gera er
at finna fram fínar árgangs-
Bordeaux ella pisuligar Bour-
gognur ella Barolo. Súrsøta
tilhoyrið (karamell-epli, reyttkál,
súrepli/sviskur) til dunnuna
knúsar slíkt hábærsligt reyðvín,
fyri at siga sum er. Og eg kann
ikki siga tað nóg oftani. Eg
fari eisini at siga tað næsta ár.
Finnið ikki tað bestu fløskuna
fram! Keypið reyðvín, ið hóskar
til!
Og hvat er so tað?
Reyðvínið skal ikki vera femi-
nimt, klæntrasligt og skróvturt
av garvasýru! Tvørturímóti vilja
vit hava maskulint og bragd-
ligt vín við frukt, ovmikið av
frukt, feita frukt! Og gjarna
eitt sindur søttligt. Og um
hetta kann gerast á nøkulunda
elegantan hátt uttan at vit
sita við súltutoyi í glasinum, ja
so eru vit komin langt. Vínið
skal eisini hava góðan rættan
rygg, - struktur at standa ímóti
harðrenda súrsøta tilhoyrið. Og
ikki at gloyma eigur gott jólavín
at hava høgt alkohol-prosent at
reinsa góman fyri dunnufeitti.
Gjarna 14-15 prosent.
Stimson Estate er í statinum
Washington, norðanfyri Kali-
fornia. Tað er roynda og dug-
naliga fólkið á gitna víngarði-
num, Chateau Ste Michelle
beint uttanfyri Seattle, ið eigur
og rekur elsta víngarðin í Wa-
shington, Stimson. Kraftmikið
og serkent vín gjørt burturúr
tjóðardrúvuni í Washington,
Merlot.
Carmen Vineyards er elsta
Stimson Estate Cellars, Wa-
shington State, Merlot 2005
Casa de la Ermita, DO Ju-
milla, Dulce Monastrell 2006
Kopke, Portvín, Tawny
10 árs
Uppruni: Søtt heitvín úr Por-
tugal
Ummæli: Ljósur tigulsteins-
brúnur litur. Ein brestur av
samansettum anga: leður, kaffi,
toffee og putursukur. Smak-
kurin fylgir væl við allan vegin:
karamel, frískar hassilnøtir,
figur og espresso. Laaaaaaaan-
gur eftirsmakkur. Soleiðis skal
ein bretskur harradrykkur
gerast. Hóskar afturvið konfekt
ella sum ein hugnadrykkur.
Minst til at skeinkja kalt 12-
14 stig. Til sigarfólkið: finnið
roykijakkan fram, beinini upp á
borðið og njótið besta ha-
vanesaran afturvið.
Kostnaður: Kr. 82,00 (0,375 L)
Skoðsmál:
Uppruni: Søtt reyðvín úr
Spania
Ummæli: Kirsubersvartur litur
við violettum kanti. Eggjandi
søtligur og mineralskur angi
við brá av sólbúnum myrkum
berum og kryddhunangi.
Frískligur og leskiligur smak-
kur av sólberlikøri, enskt lakres
og skifer-kendur mineralitetur.
Krás til nissu-kvinnuna og
mandlurísini! Skal skeinkjast
svalligt, 10-12 stig.
Kostnaður: Kr. 90,00 (0,5 L)
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Kirsuberreyður litur
við granatreyðum kanti. Angin
kraftmikil og við eyðkendum
Merlot-frábrigdum. Eisini eru
tónar av søttligum kirsuber- og
cassislikøri og valnøtum. Smak-
kurin er ikki sum Merlot-vín
flest. Heldur meira søttligur ut-
tan gerast sum súltutoy, meira
sum Amarone við spælandi
beiskum lakress-tónum. Bley-
tur, rundur smakkur og við sera
langum eftirsmakki. Megnar
at spæla saman við súrsøta
tilhoyrið til jóladunnuna.
Kostnaður: Kr. 93,50
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Meira jólavín
øl
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Carmen Reserve, Maipo Valley, Car-
menère-Cabernet Sauvignon 2005
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Tættur kirsuber-
svartur litur við violettum
kanti. Rættiliga kraftmikil og
samansettur berangi. Sólber,
bláber, bromber, kirsuber og so
eitt undirspæl av píputubbaki.
Bersmakkurin er harmoniskur
við dámi av kaffi, sigareskju
og leðri. Fruktin er fullbúnað
við góðari sýru og í elegan-
tari javnvág við fatlagringini.
Í eftirsmakkinum er ein feril
av furunálum. Kilenskt vín frá
ovastu rók, ið hóskar væl til
dunnu ella gás.
Kostnaður: Kr. 100,00
Skoðsmál:
vínhús í Kili, stovnað í 1850.
Húsið ber orð fyri at framleiða
vín við støðuga høga góðsku.
Í Carmen Reserve er 60 % av
drúvutilfarinum Carmenère, ið
kilenar rokna sum eitt slag av
tjóðardrúvu.