fríggjadagur 14. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 177 - 14. september 2001
Nr. 177 - 14. september 2001
11
Friðaðir stórhvalir og
eftir Kristi føðing eru
myndaevnini á
nýggju frímerkjun-
um, sum Postverk
Føroya gevur út
FRÍMERKI
Turið Kjølbro
Mánadagin
koma
seks
nýggj frímerki á markn-
aðin. Friðaðir stórhvalir er
myndaevnið á fýra frí-
merkjum, sum Edward
Fuglø hevur sniðskapað.
Talan er um avgustin, sum
livir í øllum teim stóru
heimshøvunum,
nebba-
fiskin, sum livir í einum øki
kring
pólarnar
og
í
Norðuratlantshavi, royðin,
sum reikar kring pólleið-
irnar, og seiðhvalin, sum
heldur til á pólleiðunum
bæði í Atlantshavinum og
Stillahavinum. Virðini á
frímerkjunum eru 4.50,
6.50, 9.00 og 20.00 krónur.
Eftir Kristi føðing er
myndaevnið á tveimum
frímerkjum, virði 4.50 og
6.00 krónur, sum eisini
koma út mánadagin. Anker
Eli Petersen, sum hevur
sniðskapað hesi bæði frí-
merkini, hevur gjørt nógv
frímerki
fyri
Postverk
Føroya, sum lýsa átrúnað-
arlig myndaevni og tekstir.
Hesi bæði eru tey seinastu í
røðini um upphavið, Kristi
føðing og avleiðingarnar av
hesum.
Nýggj heimasíða
Sum eitt stig í tænastu-
veitingunum mótvegis við-
skiftafólkinum hjá Post-
verki Føroya og fyri at
styrkja leiklutin hjá frí-
merkinum sum mentunar-
beri, hevur Postverk Føroya
gjørt
eina
siðsøguliga
heimasíðu,
tey
kalla
www.tjatsi.fo. Endamálið
við hesum dátagrunni er, at
hann skal verða ein livandi
og samvirkandi depil fyri
fólk við áhuga fyri siðsøgu,
og ein íblástur hjá frí-
merkjasavnarum við serlig-
um áhuga fyri júst hesum
evnisvalinum. Tjatsi, sum
er á fýra málum: føroysk-
um, donskum, enskum og
týskum, verður sum frá-
líður víðkað við tilfari frá
frímerkjaútgávum.
Um-
framt við viðkomandi til-
fari frá frímerkjaútgávum í
øðrum londum.
Nýggjar útgávur
Enn hevur bert ein
fólkaskúli gjørt eftir
áheitan frá Føroya
Lærarafelag um at
senda inn tímatørvin
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Tíðliga í summar heitti
Føroya Lærarafelag á allar
fólkaskúlar kring landið
um at gera upp veruliga
tørvin á tímum og senda
felagnum uppgerðina. Enn
hevur bert ein fólkaskúli
gjørt eftir áheitan, og
felagið minnir tí skúlarnar
enn eina ferð á um at koma
við uppgerðini. Endamálið
við hesi áheitan er at broyta
skipanina við tímabýtinum
soleiðis, at skúlarnir fáa
tímarnar, sum tørvur er á,
og ikki sum nú, har skúl-
arnir fáa eitt tímatal og út
frá tí royna at fáa kabalina
at ganga upp. Og kabalin
gongur ikki upp alla staðni.
Ein sannroynd er, at skúlar
ikki kunnu bjóða næming-
um sínum lærugreinir, sum
eru kravdar sambært lóg,
vegna ov fáar tímar.
Tímabýtið verður roknað
eftir einum frymli, einum
sparifrymli, sum varð settur
í verk í fólkaskúlanum í
ringastu
kreppuárunum
fyrst í nítiárunum. Hesin
frymilin setur framvegis
dagskránna í skúlanum, og
allir, serliga teir miðalstóru
skúlarnir, eru við skerdan
lut. Mentamálastýrið er
kunnað um tiltakið hjá
Føroya Lærarafelag, og
sum skilst á forkvinnu
felagsins, Elsu Birgittu P.
Petersen, er Mentamála-
stýrið áhugað í, at skipanin
verður broytt.
- Skúlaverkið eigur at
verða skipað á sama hátt
sum almannaverkið, har
uppgávurnar og skyldurnar
eru lógarbundnar og tískil
fáa ta játtan, sum krevst.
Sum er fær alt skúlaverkið
eina játtan, sum alt skal
kroystar niður í, uttan mun
til um rúm er fyri tí ella
ikki, og eru eingir pengar,
verða uppgávur strikaðar,
sigur Elsa Birgitta P. Peter-
sen.
Skyldur og uppgávur í
fólkaskúlanum hava áður
verða lógarkravdar.
Umframt arbeiðir Føroya
Lærarafelag við at broyta
skipanina
soleiðis,
at
tímarnir ikki verða býttir út
á næmingarnar, men heldur
á flokkarnar. Hesin frym-
ilin, sum eisini kom í
kreppuárunum, er ongantíð
dagførdur ella endurskoð-
aður, hóast skúlaleiðarar
hava víst á skeivleikar og
møguligar ábøtur, sum eiga
at verða gjørdar
Føroya Lærarafelag hev-
ur sett fólk av til uppgáv-
una at endavenda skipanina
við tímabýtinum, og miðar
eftir at verða liðugt við
uppgávuna sum skjótast.
Tímabýtið skal broytast
Leygardagin seinna-
partin letur Tummas
Jákup Thomsen upp
listaframsýning í
Listaskálanum í
Havn. Á framsýning-
ini vera oljumálning-
ar, træskurðir, tekn-
ingar og hugskotslist
FRAMSÝNING
Turið Kjølbro
Tekningin
hevur
ligið
listamanninum úr Gøtu,
Tummas Jákupi Thomasen,
fremst í huga í mong ár,
sum tøknin, hann best
hevur kunnað lýst hug og
tankar við. Á framsýning-
ini, sum letur upp í
Listaskálanum leygardagin,
eru fleiri tekningar, sum
eru settar saman til eina
stóra brotamynd. Seinastu
tvey árini er hann eisini
farin at mála aftur, tó enn
við tekning í summum av
málningunum. Flestu máln-
ingarnir eru málaðir á
Ekely í Oslo, har Edvard
Munch búði og virkaði sum
málari. Tummas
Jákup
kallar málningarnar fyri
oljulýsingar, lýsingar av
náttúru og tøkni, menniskju
og náttúru, eins og fiski og
hvali og havi.
Tummas Jákup Thomsen
er eftir øllum at døma fjøl-
broyttur listamaður. Hann
hevur fingist nakað við
træskurð, og hugskotslist
ella concept-list, sum tað
verður rópt aðra staðni, ger
hann eisini. Hetta er ein
máti at siga, greiða frá
einum tanka ella eini søgu.
“Stol på mig!” var heiti á
seks stólum, hann læt inn
til eina framsýning í Dan-
mark.
Tummas Jákup Thomsen
er føddur í Norðragøtu í
1962. Í list síni endur-
speglar hann postdada-
ismunnar og postsurreal-
ismunnar rák og rørslur.
Tummas Jákup stendur fyri
øðrum hugburði til tann
myndlistarliga framburðin
enn beinleiðis at gera
bílæti. Myndin í sær sjálv-
um hevur mangan minni
týdning enn hugskotið,
hugfangið. Í dreymakend-
um og absurdum saman-
dráttum, harí ósambærilig
fyribrigdi og skuggsjónir
verða førd saman og tað
óvæntaða hendir, merkist
stundum ein endurloysandi
speirekandi
skemtiligur
undirtóni og spoysk frá-
støða.
Oljulýsingar og hugskotslist
C
M
Y
K
11
10
VÆLKOMIN
Á
VØRUMESSU
1 Tera & IDÉ møblar
1ALandshandilin
2 Petur Gaardlykke
3 Jógvan Weihe P/f
4 TeleF
5 El og Tele
6 Tøting P/f
7 Vema Jacobsen
8 Eysturoyar Heilsøla P/f
9 Trio Import Sp/f
10 Føroya Bjór P/f
11 Handilshúsið Sp/f
12 Elding Catering Sp/f
13 J.B.Trade Sp/f
14 Norðvág Heilsøla
15 Thomas Dam á Hálsi P/f
16 Scanvægt Nordic A/S
17 Verkhúsið Stíggjur
A Tera
B J.F.Kjølbro
18 J.F.Kjølbro P/f
19 Damfar
20 Anith Sp/f
21 Poul Hansen P/f
22 Meginfelag Búnaðarmanna MBM
23 Poul Michelsen P/f
24 Hestprent Sp/f
25 Kemilux Industri P/f
26 Poul Michelsen P/f
27 EB Heilsølan
28 ADC Heilsølan Sp/f
29 Foss-El Sp/f
30 Eimskip P/f
31 Kristian Gravesen
32 Inventartænastan Sp/f
33 Com-Data P/f
34 Sirri Sp/f
35 Føroya Tele P/f
Vørumessan'2001 vendir sær serliga til matvøru-, gávu-, klædna- og el-handlar, kioskir,
matstovur, gistingarhús, hotell, virki, stovnar, sjúkrahús, reiðarí, tekni- og skrivstovur.
Kom og síggj hvat framleiðarar,
heilsølur, umboðsfólk og
tænastufyritøkur hava at bjóða!
Upplatingartíðir:
Fríggjadagin 14. sept. 10:00 - 19:00
Leygardagin 15. sept. 10:00 - 19:00
Sunnudagin 16. sept. 13:00 - 19:00
Vørumessan'2001 verður sett
fríggjamorgunin kl. 10:15 av
Bjarna Djurholm
landsstýrismanni.
Børn undir 14 ár onga atgongd.
Í Ítróttarhøllini á Hálsi 14-16 september
í dag og
í
leygardagin