Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 177 - 14. september 2001 Skal tað bera til hjá nýggju Norrønu og nýggju suðuroyar- ferjuni at leggja at í Havnini, er neyðugt at byggja út fyri 60-70 milliónir. Men lands- kassin má betala sín part SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Tórshavnar Kommuna er rættiliga við at koma í neyð. Um tvey ár fer nýggj Norrøna at sigla og um trý ár er eisini ein nýggj suður- oyarferja bygd. Hesi bæði skipini eru munandi størri enn Nor- røna og Smyril, sum nú eru og tískil krevja tey eisini nógv meiri pláss. Tórshavnar Kommuna sig-ur, at skal tað bera til hjá hesum báðum skipun- um at leggja at í Havnini, verður tað neyðugt at byggja Tórshavnar Havn út fyri góðar 60 milliónir krónur. Men tað heldur kommun- an ikki, at hon skal betala einsamøll. Kommunan hevur tí bið- ið landsstýrið um at fáa stuðul til útbyggingina. Somuleiðis sigur Tórs- havnar kommuna, at útbyggingarnar kunnu ikki verða taldar upp í kvotuna, sum kommunan hevur fingið til útbyggingar. Fyri alt landið Í einum brævi, sum Tórs- havnar Kommuna hevur sent Vinnumálastýrinum, verður víst á, at økið við Farstøðina á Eystaru Bryggju í Havn er við at verða eitt samferðsluvega- mót hjá øllum landinum. Men nú nýggj Norrøna kemur í 2003 og nýggj suð- uroyarferja í 2004, er ætl- anin, at bæði skipini skulu kunna leggja at, har Nor- røna og Smyril nú liggja. Men skal tað lata seg gera, verður neyðugt við munandi útbyggingum. Av tí, at hetta er so dýrar útbyggingar, og av tí at ferðslan á økinum má av- greiðast, mugu útbygging- arnar gerast í stigum. Har- afturat ber tað bara til at ar- beiða tann partin av árin- um, Norrøna ikki er í summarsigling. Tí er tað neyðugt at byrja longu 1. januar, Í brævinum til Vinnu- málastýrið, vísir Býráðið eisini á, at tænastan, sum ferðafólkið við Smyrli fær, er ikki nøktandi. – Tíðum er neyðugt hjá Smyrli at leggja at ytst á Molandum, soleiðis at ferðafólk og bilar mugu ganga og koyra ímillum trukkar og bingjur. – Fyri at bøta um hesi viðurskiftini, verður neyð- ugt at bæði Norrøna og Smyril fáa lagt at á Bursa- tanga. Men skal tað bera til, verður neyðugt at skipini fáa hvør sína ferjulegu, tí mangan eru tey bæði á Havnini ísenn Sostatt verður tað neyð- ugt at byggja havnalagið út fyri góðar 60 milliónir. Hevði Norrøna sum nú er, hildið fram at siglt so at tað bara gjørdust neyðugt at byggja út til nýggju suður- oyarferjuna, hevði talan verðið um eina útbygging fyri góðar 34 milliónir. – Útbyggingirnar til Smyril eru beinleiðis í eina samferðsluhavn og tíverður heitt á Føroya Landsstýrið um at veita okkum sama fíggjarliga stuðul, sum er veittur øðrum samferðslu- havnum, sigur býráðið við Vinnumálastýrið. – Hetta eru útbyggingar, sum eru neyðugar fyri at tryggja suðuroyingum og føroyingum hóskandi sam- skifti og sum Tórshavnar kommuna tí ikki einsamøll kann bera allan kostnaðin av. Somuleiðis vísir býráðið á, at útbyggingar, sum koma øllum landinum til góðar, kunnu á ongan hátt verða taldar upp í útbygg- ingarkvotuna hjá Tórshavn- ar Kommunu og Býráðið heitir tí á Landsstýrið um at hækka kvotuna hjá komm- ununi við teirri uphæddini, sum Tórshavnar Havn skal betala av útbyggingunum. Eru komin í neyð av nýggjum skipum Landsbyggifelagið hevur gjørt eina tekning av, hvussu økið við farstøðina á Bursatanga ætlandi fer at síggja út eftir útbyggingina. Pláss skal vera bæði fyri nýggju Norrønu og nýggju suðuroyarferjuna, tí tey fáa hvør sína ferjulegu tí ofta eru tey á Havnini ísenn Betalir landið ikki sín part av útbygging- unum, fær tað álvars- ligar avleiðingar fyri nýggju Norrønu og nýggja suðuroyar- skipið, sigur Jákup Sun Joensen, formað- ur í Havnarnevndini hjá Tórshavnar Býráði SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Tórshavnar Býráð er komin í eina rættiliga álvarsliga støðu, nú nýggj Norrøna og nýggj suðuroyarferja eru á veg. – Skulu hesi bæði skipini hava rímiligar umstøður at koma á Havnina, er tað neyðugt at byggja út fyri yvir 60 milliónir, sigur Jákup Suni Joensen, sum er formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Sum tað sæst á talvuni niðanfyri, er talan um rætti- liga umfatandi útbyggingar. Í einum brævi til Vinnu- málastýrið, hevur Býráðið sett útbyggingarnar upp í tveimum: Tað sum er neyð- ugt at gera til Norrønu og Smyril og tað, sum verður neyðugt at gera, um Nor- røna, sum nú er, heldur fram og bara suðuroyarferj- an verður skift út. Dýrasti parturin av út- byggingini verður at gera eina nýggja ferjulegu til Smyril, uttaná ferjunleguni, sum nýggja Norrøna skal brúka, hon kostar heilar 19 milliónir. – Men hetta er neyðugt, tí onkustaðni skal Smyril liggja, tá ið tað passar seg so, at bæði skipini koma á Havnina ísenn. Jákup Suni Joensen sig- ur, at verður hetta ikki gjørt, verða umstøðurnar sera truplar hjá Smyrli, tí hann hevur ikki síðuportur og fær tí illa, ella slett ikki lagt at á Molanum. Har- umframt kann ikki væntast, at hann sleppur í krókin at liggja, tí har er ikki pláss. Landið upp í Formaðurin í Havnar- nevndini vísur á, at á Trongisvágsfjørði er land- ið sinnað at betala alla samferðsluhavnina, nú nýggj suðuroyarferja skal byggjast Tí heldur hann eisini, at landið eigur at betala tann partin av útbyggingini, sum krevst til at nýggja Suður- oyarferjan fær lagt at í Havn – Skulu vit tryggja Smyrli fast pláss undir øll- um umstøðum, verður neyðugt, at landið rindar sín part av útbyggingini. Hann sigur, at yvirhøvur verður talan um útbygging- ar, sum koma øllum landin- um til góðar. Tí heldur Býráðið heldur ikki, at útbyggingin eigur at verða roknað upp í útbygg- ingarkvotuna hjá Tórshavn- ar Kommunu. – Tórshavnar Kommuna sleppur at byggja út fyri 70 milliónir um árið, ella har á leið. Innanhýsis hevur Bý- ráðið gjørt av, at Tórshavn- ar Havn skal byggja út fyri 19 milliónir. – Sostatt er tað greitt, at skulu hesar útbyggingar takast av kvotuni, verða tær als ikki lidnar til tíðina. Hann sigur eisini, at nógvar aðrar útbyggingar liggja á láni, so tað er ógvuliga lítið hugsandi, at Tórshavnar Havn fær ein størri part av kvotuni enn tær 19 milliónirnar. Tað er somuleiðis óhugs- andi, at Býráðið fer at leggja aðrar íløgur til viks, fyri at leggja størri orku í at byggja havnarlagið út. – Tað er tann púra greiða støðan hjá býráðslimum, at tað verður ikki talan um, at lata Tórshavnar ein størri part, ella at leggja annað til viks fyri at byggja havnina út. Verður útbyggingarkvot- an tí ikki hækkað, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði skipini, sigur Jákup Suni Joensen Annars fýlist hann at, at Kommunan enn ikki hevur fingið at vita frá Lands- stýrið, hvussu nógv, hon fær at byggja fyri tey kom- andi árini. Mugu byggja út fyri fleiri enn 60 milliónir Her er eitt yvirlit yvir, hvussu nógv tað fer at kosta at byggja Tórshavnar Havn út, so at nýggja suðuroyarskipið og nýggja Norrøna, fáa lagt at. Ì teiginum til høgru sæst, hvat skal til Smyril burturav – Vil landið ikki betala sín part og verður útbyggingar- kvotan ikki hækkað, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar, sigur Jákup Suni Joensen, for- maður í havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð Frá fríggjadegi 14. september til hósdagin 20. september Frítíð og náttúra Robinson Ekspeditionen 2001 Fótbóltslandskappingin Svensk dramarøð fyri størri børn byrjar aftur í kvøld 14. september. Ádam er 11 ára gamal og skal byrja í einum nýggj- um flokki í einum nýggjum skúla. Hann kennir ongan, men Alexander tekur sær av honum og gerast teir báð- ir bestu vinmenn. Eva gongur í sama flokki sum teir báðir. Hon heldur, at Ádam er nokkso fittur, sjálvt um hann er eitt sindur sjai. Vinkona hennara Annika hevur føðingardag í næstum, so tær báðar skipa fyri einari veitslu, har foreldrini ikki eru við og bjóða øllum flokkinum. Tað kemur rættilig ferð á mussaríið, tá Alexander skýtur upp, at tey fara at spæla »Tann russ- iska grindin«. Leikrit: Johan Unenenge og Måns Gahrton Leikarar: Eva: Ellen Fjaestad, Ádam: Carl Robert Holmer-Kårell, Alexander: Pablo Martinez o.o. Eva og Ádam Fríggjakvøldið kl. 19.00 Grisk – når det gælder Leygardagin kl. 18.30 Sunnukvøldið kl. 21.00 Mánakvøldið kl. 19.00 Sunnudagin kl. 13.10 Tve-kampen Sunnukvøldið kl. 19.00 C M Y K 13 12