Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 245 -19. desember 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Finalisturin skal finnast Vinnarin av dystinum millum ÍF og SÍ vinnur sær samstundis pláss í steypafinaluni Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tapið hjá SÍ í Havn gav øktan spenning í bestu mansdeildini í flogbólti, og leygardagin verður tal­ an um veruligan odda­ dyst, tá SÍ vitjar á Kambs­ dali. Umframt at liðini eru ájøvn í stigum, kappast tey eisini um pláss í steypafinaluni. Liðið, sum er á odda eftir fyrru kappingarhálvu, vinnur sær nevnliga pláss í steypafinaluni, og tað er ein dystur, sum flestu lið­ ini stremba eftir at gerast partur av. United í HM-finaluni Sunnudagin skal heim­ sins besta fótbóltsfelag finnast. Finalan í HM fyri feløg stendur tá millum Liga de Quito úr Ecuador og Manchester United úr Onglandi. Talan varð um sanna málveitslu, tá europisku meistararnir úr Onglandi spældu seg í finaluna. Hálvfinalan móti Gamba Osaka endaði soleiðis 5­ 3, men bara eitt korter fyri leiklok var eingin vandi á ferð hjá United, sum var á odda 2­0 við málum frá Nemanja Vidic og Cristiano Ronaldo. Seinasta korterið kom tó verulig ferð á. Fyrst minkaði Yamazaki um munin, men tvær ferðir Rooney og eina ferð Fletcher øktu munin til 5­1. Japanar megnaðu tó tvær ferðir at minka um munin, men samanlagt rakk hetta tó ikki. -mørk Mikukvøldið varð gjørt av, hvørji fimm ítróttanøvn skulu kappast um heiðurin sum ársins ítróttanavn 2008 Ítróttur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Triðja árið á rað skipar Kringvarpið fyri Stjørnu­ kast­kvøldið, har ársins bestu innan tónleik og ítrótt verða kosin. Undanfarin ár er hetta gjørt á Rex í Havn, men í ár verður tað á nýliga ístand­ setta reinsarínum í Tórsgøtu, at tiltakið fer fram. Hetta hendir týskvøldið 30. de­ sember, og verður sent bein­ leiðis í bæði út­ og sjón­ varpið frá kvøldinum. Tey fimm, sum kappast um heiðurin sum ársins ítróttanavn, vórðu funnin í ítróttakjakinum, sum er partur av ctrl+e í Útvarpin­ um mikudagar. Her góvu Hanus Høj­ gaard, Jóannes Jakobsen og Jákup Mørk síni boð uppá, hvørji tey fimm tilnevndu skuldu verða. Úrslitið gjørdist, at lurtar­ arnir nú kunnu atkvøða millum Pál Joensen, Katrin Olsen, Joan Bláfoss, Bjørk Herup Olsen og EB/Streym. Atkvøðugreiðslan fer fram á heimasíðuni hjá Kring­ varpinum, og 30. desember verður so avdúkað, hvør fær heiðurin sum ársins navn í føroyskum ítrótti 2008. Eftir tapið móti Neistanum seinast hevur H71 illa ráð at fara av vøllinum í Vestmanna uttan stig Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir fleiri góð umfør, har hoyvíkingar veruliga høvdu vunnið seg nær toppinum, mátti H71 av vøllinum við ongum, tá Neistin vitjaði seinast. Júst Neistin hevur verið harðasti kappingarneytin hjá H71 í dystinum um annaðplássið, og skulu teir bláu ikki veruliga leypa avstað, skal H71 hava okk­ urt burtur úr dystinum hetta vikuskiftið. Móti VÍF í Vestmanna verður uppgávan tó neyvan truplari enn tað sama. Á heimavølli hevur VÍF vunn­ ið alt higar til í ár, og iva­ leyst eru teir svangir eftir einum sigri, nú teir í vikuni enn eina ferð máttu lúta fyri StÍF í steypakappingini. Og svongdin verður neyvan minni, tá hugsað verður um, at júst H71 er einasta liðið, sum hevur bast VÍF í landskappingini í ár. Neistin, sum altso er nummar tvey, tekur á heima­ vølli móti StÍF. Strandingar hava verið heilt væl við í oddastríðnum, men seinastu vikurnar hava ikki hilnast serliga væl, og fáa strand­ ingarnir ikki glið á skjótt, er vandi fyri, at teir enda í ongamannalandi. Og so verður eisini botn­ uppgerð millum Kyndil og KÍF. Bæði liðini hava tvey stig undan dystinum, og eingin ivi er um, at spæl­ ararnir leggja nógva orku í, soleiðis at teir ikki skulu halda jól á botnsessinum. H71 undir trýsti Ársins ítróttanavn skal finnast H71 er einasta liðið, sum hevur vunnið á VÍF í landskappingini. Skulu hoyvíkingarnir hanga í oddinum, mugu teir hava okkurt við sær av vøllinum sunnudagin 35