fríggjadagur 19. desember 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 245 -19. desember 2008 ]
Vilja
halda jól
í oddinum
Síðani týskvøldið
hevur Stjørnan
verið á odda í
Sunset-kapping-
ini, men hetta
kann VB broyta
leygardagin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu vikurnar er
tað vorðið alt meira
sjónligt, at oddastríðið
í kvinnuhondbólti í ár
stendur millum Stjørn
una og VB.
Seinasta vikuskiftið
vórðu Tjaldur og Neist
in mest sum sett av í
kappingini um finalu
sessirnar, og nú kann
VB so økja enn meira
um
fjarstøðuna
til
triðja plássið.
VB vitjar nevnliga
hjá Tjaldri leygardagin,
og hóast Tjaldur hevur
bitið væl frá sær í fleiri
dystum, so geva sein
astu úrslitini eina fatan
av, at VB eru favorittar
til dystin.
Seinni dysturin hetta
vikuskiftið er í Havn,
har Neistin tekur móti
StÍF. Havnarkvinnurnar
hava enn ein lítlan
møguleika
at
røkka
finalusessinum, og tað
er so hesum, sum tær
spæla fyri. Og móti
StÍF eru tær greiðir
favorittar.
Triði dysturin hetta
umfarið varð avgreiddu
longu týskvøldið. Tá
vann Stjørnan í Havn
móti Kyndli, og eru
klaksvíkarkvinnurnar
við hesum á odda í
deildini. Í øllum førum
fram til leygardagin.
Vilja hava Torres
til Manchester
Millum mongu stjørnurnar, sum Manchester City sigst vera til reiðar at
keypa, er eisini Fernando Torres hjá Liverpool. Á Anfield siga tey seg tó
ikki hava áhuga í at selja spælaran, og sambært umboðsmanni hansara,
Jose Antonio Martini, ætlar spælarin sær heldur ikki nakran veg sjálvur. –
Stórfeløgini sýna øll áhuga fyri Torres, men honum dámar væl í Liverpool,
og hann gleðir seg bara, til hann aftur er til reiðar at spæla, sigur Martini.
Torres hevur higar til skotið 38 mál í 62 dystum fyri Liverpool.
Sleppur ikki Ronaldo
Hóast avrikini ikki hava verið heilt so framúr, sum
tey vóru seinasta kappingarár, so tykist Real Madrid
framvegis at hava sama áhuga í Cristiano Ronaldo.
Seinastu tíðina hevur eisini ljóðað, at Manchester
United og Real Madrid hava gjørt eina avtalu, men
hesum vísir Sir Alex Fergusoni harðliga aftur. –
Halda tit, at eg vildi gjørt eina avtalu við hatta
felagið. Eg hevði ikki somikið sum vilja selt teimum
ein virus, segði Sir Alex við ensku miðlarnar, eftir at
Ronaldo hósdagin hevði skotið eitt av málunum í 53
sigrinum hjá Manchester United móti Gamba Osaka.
Mong ævintýr eru
skrivað í Odense.
Tvey ung føroysk
fótbóltstalent royna
at skriva sítt egna
fótbóltsævintýr.
Fyens Stiftstidende
hevur tosað við
Viljorm Davidsen og
Teit Gestsson
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
(Fyens Stiftstidende 9.
desember 2008)
Fyri ávikavist hálvum og
hálvumøðrum ári síðani
fluttu Viljormur Davidsen
og Teitur Gestsson saman
við familjum sínum úr
Føroyum, og til Danmarkar.
Tað eru rættiliga nógvar før
oyskar familjur, sum flyta
til Danmarkar, men orsøkin
til, at júst hesar báðar familj
urnar fluttu til Danmarkar,
er øðrvísi, enn hjá flestu
øðrum familjum, sum flyta
til Danmarkar. Familjurnar
eru nevnliga fluttar til
Odense, fyri at stuðla ungu
synum sínum við dreymin
um um at fáa eina fulltíðar
yrkisleið, sum fótbóltsspæl
arar.
Ikki somu møguleikar
í Føroyum
Viljormur er ikki í iva um
eyðsýnda munin millum
Danmark og Føroyar á hes
um øki Tað er ikki talan
um somu møguleikarnar í
Føroyum, um ein ynskir at
liva av at spæla fótbólt.
Sum føroyskur fótbóltsspæl
ari, er ein noyddur at fara
uttanlands, um ein veruliga
vil menna seg. Talentar
beiðið er bara betri í Dan
mark, greiðir tann 17 ára
gamli Viljormur Davidsen
frá. Floksfelagarnir og lið
felagarnir nevna Viljorm
“William”, tí hesir hava
(dønum líkt red.) stórar
trupulleikar við at siga:
“Viljormur”. Viljormur er
verjuspælari á U19 talent
liðnum hjá OB. Viljormur
gongur eisini í studenta
skúla.
Royndarvant í
fleiri feløgum
Teitur Gestsson er 16 ára
gamal, og er hann málverji
á U17 liðnum hjá OB.
Teitur fór eisini til Dan
markar við sama endamáli,
sum Viljormur. Nevnliga at
menna talentið, og tað vóru
fleiri donsk feløg, sum sóu
stórar framtíðarmøguleikar
í tí unga, føroyska málverj
anum. – Eg varð og royndar
vandi í Brøndby, FC Midt
jylland og OB. Brøndby og
OB bjóðaðu mær eitt pláss
á liðnum, men eg valdi OB,
tí eg kendi meg meiri væl
komnan í felagnum her,
greiðir Teitur frá.
Teitur gongur í 10. flokki,
og býr hann í Odense sman
við pápa sínum, mammu
sínari og systur sínari. Tey
trívast øll væl í Odense,
men viðhvørt leingist Teitur
aftur til Klaksvíkar. – Eg
sakni sjálvsagt familjuna
og vinirnar heima, og tað er
ótrúliga gott, tá ein av og á
fer heim til Føroya at vitja.
Eg gleði meg ótrúliga nógv
til at halda jól saman við
familjuni heima í Klaksvík.
Viljormur hevur eisini
gott samband við vinirnar
heima. Teir stuðla eisini
Viljormi í royndum hansara
at gerast yrkisspælari. – Teir
halda, at tað er feitt, at eg
eri farin til Danmarkar at
spæla fótbólt. Eg havi sam
band við teir gjøgnum
Skype og Messenger á teld
uni. Tíðum spyrja teir til
stuttleikar, um teir kunnu
fáa VIPatgongumerki til
heimadystirnir
hjá
OB,
sigur Viljormur smílandi.
Vilja spæla í
Superliguni
Málið er greitt hjá báðum
teimum føroysku ungling
unum. Teir ynska at spæla í
Superliguni. – Tað er jú tí,
at vit eru her. Tað er tann
sjálvsagdi dreymurin, at eg
gerist nóg góður til at spæla
í Superliguni, og seinni nóg
góður til at spæla við einum
stórum felagi uttanfyri Dan
mark, undirstrikar Teitur.
Teitur
og
Viljormur
fylgdu væl við Superliguni
heima í Føroyum, har tað
ber til at síggja tær donsku
sjónvarpsrásirnar. Uppruna
liga varð tað ikki OB, men
FC Keypmannahavn, sum
varð yndisliði hjá Teitir,
men høvuðsorsøkin til hetta
varð, at býarfelagin, Todi
Jónsson spældi við FCK.
Viljormur og Teitur eru
vorðnir góðir vinmenn, og
teir eru ofta saman í tí sindri
av frítíð teir hava, tá teir
ikki venja, ella ganga í
skúla. – Tað er gott at kunna
samskifta
á
føroyskum
saman við einum øðrum.
Annars hevði verið vandi
fyri, at føroyska málið fór í
gloymskuna.
Viljormur og Teitur halda,
at um nakar avgerandi mun
ur er millum Danmark og
Føroyar, so er tað veðurlag
ið. – Tað er rættiliga stutt
ligt, at danskt sjónvarp
hevur innsløg, tá tað regnar
ella kavar illa her. Tí um ein
vil síggja nógvan kava ella
regn, so skal ein bara fara
ein túr til Føroyar, siga
báðir flennandi.
Báðir høvdu trupuleikar
við at spæla fótbólt í teim
um heitu, donsku summar
mánaðunum. Heima í Føroy
um er tað sjáldan, at hita
lagið fer upp um tey 15 stig
ini. Orsaka av veðurlagnum,
so eru næstan allir vøllirnir í
Føroyum gjørdir av graslíki.
Tað er nærum ógjørligt at
røkta ein grasvøll, orsaka av
føroyska
veðurlagnum,
greiða teir frá.
Hart arbeiðið
Føroysku unglingarnir eru
fegnir
um
tilveruna
í
Odense. Teir hava fingið
nakrar góðar liðfelagar í
felagnum, og nakrar góðar
skúlafelagar eisini. Men
teir hava trupuleikar við at
røkka øllum, sum er á
skránni, tí teir brúka so
nógva tíð uppá fótbóltin,
aftaná skúlatíð. – Vit venja
mánadagar, týsdagar, tvær
ferðir hósdagar, og so spæla
vit dyst leygardagar. Harum
framt renni eg, og geri styrk
isvenjingar, greiðir Viljorm
ur frá.
Eg venji enn meiri enn
hann, leggur Teitur aftrat. –
Eg havi eisini málmansvenj
ingar, og tað er nakrar ferðir
eyka um vikuna. Men tey
ungu føroyska fótbóltstalent
ini grenja ikki. Teir hava
valt at satsa uppá OB og
ítróttina, og talentið røktar
seg ikki sjálvt.
Fótbóltstilvera í føðibýi
H.C. Andersens
Føroysku unglingarnir trívast væl í Odense, har teir eru í ferð við at skriva sítt egna fótbóltsævintýr
36