fríggjadagur 19. desember 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 245 - 19. desember 2008
lýsingar
GRA
RAVSTEINAR
VSTEINAR
Velbastaðvegur 45
Box 336
110 Tórshavn
Tlf. 320370
Fax. 321470
Far. 214270
Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700
annars sambært avtalu.
Sjónband - 31 77 74
Nýggj vøruskrá fæst!
Sp/f.
Sp/f.
Ein svartur VW Golf 2.0 til sølu
Ger eitt gott keyp!! Her er møguligt at ognað
tær ein svartan (metallak) Golf frá mai 2002.
Bilurin er í góðum standi. Er sýnaður 01. des.
2008, hevur koyrt km. 109.000 og koyrir 12.5
km/l. við sínum 115 hk.
Hann hevur nýggj Michelin summardekk og
manuel gear.
Eykaútgerð: 4 airbags, ABS bremsur, start-
sperru, el-rútar aftan og framman, el ‒ spegl,
tráðleyst
centrallás,
powerstýring,
fløgu-
spælara við magasin, radio og sóltak.
Prísurin fyri hendan bilin er einans kr. 85.989,
umframt skrásetingargjald.
Keypir tú bilin áðrenn 24. des verður avsláttur
givin.
Áhugaði ringið/sms’i á fartlf. 59 21 34.
Sí heimasíðuna www.sel.fo
Upplatingartíðir um jólini
Stongt er millum jóla og nýggjárs. Latið verður
upp aftur mánadagin 5. Januar 2009 til vanliga tíð.
STUÐULSSTOVNURIN
Hoyvíksvegur 72 · Postsmoga 3279 · FO - 110 Tórshavn
tlf. 356800 · telefax 356801 · t-postur: studul@studul.fo - www.studul.fo
Søkt verður eftir tilkomnari ekspetrisu, at
byrja uml. 15. jan. 2009.
Tímar: uml. 24 tímar um vikuna.
Aldur: 25 ár ella eldri.
Nærri upplýsingar um arbeiðið fáast við at
venda sær til Sunrið Olsen, tel. 218398.
Skrivlig umsókn skal sendast til:
Touché
Áarvegur 1 · 100 Tórshavn
sh-ri@post.olivant.fo
Søkt verður
eftir ekspetrisu
Jólini 2008
Vit ynskja limum og samstarvsfeløgum
eini góð og hugnalig jól við takk fyri tað
brátt farna ári við ynskjum um gott
samstarv í komandi ári.
Føroya Handverkarafelag
3 jeepar til sølu
3 Mitsubishi Pajero jeepar til sølu. 2 av
longra modellinum við setrum. 1 av styttra
modellinum sum vøruvognur.
Allir bilarnir hava plátir og eru í rímiliga
góðum standi.
Minsta boð er kr. 5.000 pr. stk.
Tlf. 28 38 32
Pedagogar
Dagstovnurin Birkilund ynskir sær 5 pedagogar at
starvast millum 20 og 40 tímar um vikuna. Peda-
gogarstørv eru tøk í vøggustovu og barnagarði.
Størvini verða sett 01.02.2009 (ella eftir avtalu)
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Før-
oya.
Birkilund er ein sjálvsognarstovnur við 35 børnum
í vøggustovuni og 74 børn í barnagarði. Vit hava 7
stovur og 3 til 4 starvsfólk á hvørjari stovu.
Vit eru í eini broytingartíð, har eindirnar í summar
vóru lagdar saman, vit eru í holt við at finna felags
stev og vit arbeiða við at gera menningarætlaninar
lidnar. Í 2009 fara vit miðvíst at arbeiða við TRAS og
øll starvsfólkini skulu á skeið fyri at læra at arbeiða
við TRAS.
Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv, har tú
sleppur at verða við til at mynda títt dagliga arbeiði
og gerandisdagin hjá børnunum. Vit liggja í einum
náttúruríkum umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og
við øllum sniðgøtunum á Konmansmýru.
Krøvini til um tín eru m.a:
• At tú ert fyrikomandi og erligur.
• At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og
ábyrgdarfult í samráð við børn og starvsfelagar.
• At tú heldur at arbeiði á einum dagstovni er
spennandi og avbjóðandi.
• At tú dugir at síggja avbjóðingar fram um
avmarkingar.
• At tú ert nærverandi og dugir at lurta.
• At tú raðfestir foreldrasamstarv høgt.
• At tú vil verða við til at menna stovnin og
arbeiða við tí vit seta okkum sum mál.
Meira fæst at vita hjá leiðaranum Katrin Bjarnadóttir
á tlf 215458 ella hjá álitisfólkunun Jóhanna Laksá
tlf 313131(vøggustovan) ella Allan Mortensen tlf
257832 (barnagarðurin)
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi seinast
15.01.2009.
Tilskilast skal um tú bert ynskir at arbeiða í vøggu-
stovu ella barnagarð.
Um ongin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett
í tíðaravmarkað starv.
Dagstovnurin Birkilund
Hoyvíksvegur 41 B
FO – 100 Tórshavn
Runavíkar Kommuna
og Kunningarstovan
Kommunuskrivstovan og Kunningarstovan
eru stongd millum jól og nýggjár.
Opið verður aftur mánadagin
5. januar 2009 kl. 10.00.
Umsóknir um loyvi at brenna nýggjársbál
mugu verða kommunuskrivstovuni
í hendi í seinasta lagi 23/12.
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26 · Postrúm 139 · FO-600 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
Hvør vil eiga ein av okkum?
Vit eru 11 vikur gamlir, tvær tíkar og ein hundur, og
vit vilja so fegin finna tey røttu fólkini at búgva
hjá.
Ring 214929 ella 319170 – Durið