fríggjadagur 19. desember 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2008
41
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Starvsfólk til tvørfakligt stuðulstoymi
í Eysturoy og Norðoyggjum
Stuðulstænastan søkir eftir starvsfólki at
arbeiða 30 tímar um vikuna í tvørfakligum
stuðulstoymi í Eysturoy og Norðoyggjum
til setan 1. feb..2009.
Málbólkurin hjá stuðulstoyminum eru
heimabúgvandi fólk yvir 18 ár, ið hava
skerdan likamligan og sálarligan
virkisførleika.
Í Stuðulstænastuni starvast m.a. ergotera-
peutur, námsfrøðingur og sjúkrarøktar-
frøðingar
Arbeiðsuppgávur
• At stimbra og menna praktiskar og
sosialar førleikar hjá brúkaranum
• At geva ráð og vegleiðing í vanligum
dagligum virki
• At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið
brúkarin ynskir og hevur tørv á
• At vegleiða og samskipa samstarv við
aðrar stovnar og mynduleikar
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
• Hevur eina viðkomandi útbúgving og
royndir innan økið
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur eina jaliga menniskjafatan
• Er opin, erlig/ur, virkisfýsin og
menningarkunnað/ur
• Hevur hug og hegni til at arbeiða í einum
tvørfakligum umhvørvi
• Kann handfara og trívast við einum
arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um
frammanundan
• Er sterkur bæði til likams og sálar
Stuðulstænastan kann bjóða
• Eitt spennandi arbeiðspláss við
møguleikum fyri persónligari og fakligari
menning
• Ein virknan tvørfakligan starvsfólkahóp
• Samávirkan á gerandisuppgávur
• Undirvísing og supervision
Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til bil.
Lønar- og setanartreytir
Umsøkjari við viðkomandi útbúgving fær
løn eftir sáttmála millum avvarðandi
fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Aðrir
umsøkjarar fáa løn eftir hjálparfólka-
sáttmálanum hjá Føroya Pedagogfelag.
Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at
venda sær til við Heidi I. Tvørfoss, sam-
skipara á tlf. 764301.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvi og
viðmælum til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað.: Regin Johansen, deildarleiðari
Umsóknarfreist: 2. jan. 2009
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
...fá meira fyri einki!
Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum
og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!
Tel. 238877 · info@hotelrunavik.fo · www.hotelrunavik.fo
GISTING V/MORGUNMATI · SKEIÐ · FUNDARVIRKSEMI