mánadagur 22. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 22. desember 2008
7
tíðindi
”
”
”
”
”
– Á jólum hevur tað
verið serliga týðiligt,
at eg ikki havi havt
eina mammu og
ein pápa, men eina
mammu ella ein pápa.
Eg havi tí mangan
havt brúk fyri at
kunna verið kedd
um tað, men tað er
líkasum ikki pláss fyri
tárum á jólum, sigur
Vivian Unadóttir.
Foreldur hennara
skildust, tá hon var
seks ára gomul, og
eftir tað stríddist hon
við ringa samvitsku
um at verða noydd
at velja ímillum
mammuna og pápan
á jólum
Skilnaður og jól
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Myndir: Álvur Haraldsen
– Tað hevur ikki bara verið
lætt. Mangan hevur tað ver
ið óslættur sjógvur. Men
tað hevur riggað, tí vit øll
hava gjørt ein innsats – og
tí eg havi verið so tvør og
vildi hava tað at bera til.
Soleiðis sigur 26 ára
gamla Vivian Unadóttir, tá
vit sessast at tosa um henn
ara jól. Hon tosar róliga og
tykist ógvuliga avklárað
um truplu støðuna, hon var
sett í, tá foreldrini fingu
hjúnaskilna. Vivian var tá
seks ára gomul, meðan lítli
beiggin bert var hálvtann
að.
Eftir skilnaðin fluttu børn
ini við mammuni inn á
Skála, meðan pápin varð
búgvandi í húsunum í Vest
manna.
Mamman átti rættin
Brádliga varð verðin broytt
fullkomiliga, og eitt skriv
frá ríkisumboðnum gjørdi
av, hvørji rættindi foreldrini
høvdu at vera saman við
børnunum. Nógv tað mesta
fall til mammuna. Til dømis
átti mamman rættin at hava
Vivian og lítlabeiggjan jóla
aftan, og tey skuldu so vitja
pápan jóladag kl 18.
Vivian helt tað vera ræðu
ligt, at onkur annar skuldi
gera av, nær hon skuldi
síggja pápa sín og ikki.
Eg minnist tey fyrstu
jólini eftir skilnaðin, sum
ræðuliga
fýrakantað,
tí
hetta pappírið skuldi gera
av, nær vit skuldu vera hvar.
Eg átti jú eina mammu og
ein babba, men knappliga
var babba burtur. Tað var
tómt og undarligt, minnist
Vivian.
Hon hevur ikki nøkur
ítøkilig minni um jólini,
áðrenn foreldrini fóru hvørt
til sítt, men hon hómar tey
sum nakað gott og trygt.
Sum Vivian bleiv eldri og
byrjaði at skilja støðuna,
blivu jólini alsamt meiri
merkt av ringari samvitsku
og eini kenslu av ikki at
strekkja til.
Tá var tað ikki serliga
vanligt, at hjún blivu skild,
og hon var tann einasta í
flokkinum, sum var skilnað
arbarn. At hon ongan annan
visti um, sum var í somu
støðu, gjørdi tað ikki betri.
Hini børnini søgdu al
tíð, hvussu heldig eg var, tí
eg havi fingið so nógvar
jólagávur. Eg havi jú havt
fýra familjur, ístaðin fyri
tvær, tí bæði mamma og
babba eru gift aftur. Men
sum yngri hugsaði eg altíð,
at eg nógv heldur hevði
viljað fingið færri gávur og
komið frá eini vanligari
familju við eini mammu og
einum pápa, greiðir Vivian
frá.
Órættvísi
Tá Vivian var umleið 1011
ár, byrjaði hon at júka
mammu sína um at sleppa
at halda jól hjá pápa sínum.
Hon hevði varhugan av, at
tað helst fór at verða illa
upptikið, og hon byrjaði tí
so smátt at tosa um tað
longu hálvt ár fyri jól.
Hóast eg var lítil, so
hevði eg í fleiri ár gjørt
mær tankar um, hvussu
órættvíst tað var, at babba
ikki eisini slapp at vera sam
an við okkum. Hann segði
ongantíð nakað, men eg tók
synd í honum, tí at hann
skuldi vera einsamallur,
ímeðan vit vóru saman. Tað
er helst eisini orsøkin til, at
eg eri blivin ein sovorðin
babbarumpa, sigur hon
smílandi.
Vivian var tvør og bleiv
við at júka, og at enda gav
mamman eftir.
Hon hevur helst bara
bíðað, inntil tað fór at
koma, men innast inni
hevur hon sjálvandi ynskt,
at eg aldri fór at spyrja. Hon
hevur ikki havt tað lætt
beint eftir skilnaðin, og hon
hevur viljað hildið meg og
beiggja mín tætt hjá sær.
Og tað skilji eg væl.
Men mamma vildi hava
meg at góðtaka tankan um,
at soleiðis hevði tað lagað
seg hjá okkum nú, og at nú
vóru tað hon, eg og lítli
beiggi sum hoyrdu saman.
Hon sipaði til pappírið, og
at tað stóð har, at vit trý áttu
at vera saman á jólum. Men
samstundis hevur hon eisini
vitað, at hon ikki kundi
noktað mær at vera saman
við babba, um tað veruliga
var tað, eg ynskti, hugleiðir
Vivian.
Hon er sannførd um, at
einasta grundin til, at hon
skiftivís hevur hildið jól hjá
mammuni og pápanum er,
at hon sjálv hevur verið so
tvør og hevur hildið uppá,
at soleiðis skuldi tað vera.
Tí eftir lógini átti pápin jú
eingi rættindi.
Eg vildi ongantíð góð
taka, at babba bert skuldi
vera ein partur av mínum
lívi í so lítlan mun. Sjálvandi
hevði eg tað gott hjá
mammu, og eg hevði ein
góðan og tryggan gerandis
dag hjá henni, men tað var
ringt, at babba ikki var har.
Tí gjørdist eg so treisk og
setti hart ímóti hørðum.
Eftir tey fyrstu jólini hjá
babba hugsaði eg, at nú var
sloppið. Og síðani havi eg
hildið onnurhvørji jól hjá
babba og onnurhvørji hjá
mammu, og tað havi eg ver
ið sera glað fyri.
Royndi at gera
øll glað
Men hóast Vivian fekk
trumfað sín vilja ígjøgnum,
so hevur tað ikki bert verið
ein dansur á rósum.
Eg havi altíð havt ringa
samvitsku allan desember
mánað – eisini hóast vit
hava havt eina avtalu um, at
eg skifti ímillum annað
hvørt ár. Tí á hvørjum ári
spyrja tey, hvar eg ætli mær
at halda jól. Og eg havi havt
sera ringt við at velja nakran
teirra frá.
Serliga mamma hevur
onkuntíð latið eitt orð falla
um, at hon vil hava meg hjá
sær á jólum. Eisini tey jól
ini, tá hon veit, at eg havi
ætlað mær til babba. Tað
hevur gjørt, at eg havi verið
noydd at siga nei og vraka
hana. Og tað er ómetaliga
torført, tá man er barn, tí
støðan er nóg ring sum er,
vísir Vivian á.
So hóast eg havi tikið
eina avgerð um, hvar eg
ætli at vera á jólum, so havi
eg bíðað sum longst við at
fortelja teimum tað, tí eg
vil ikki særa hin partin. Eg
veit jú, at bæði mamma og
babba vilja hava meg hjá
sær á jólum, sigur Vivian.
Og nú hon sjálv er blivin
mamma, dugir hon væl at
seta seg inn í truplu støðuna,
sum foreldrini hava staðið
í.
Eg kann bara ímynda
mær hvussu ringt tað hevði
verið, um dóttur mín um
nøkur ár hevði sagt, at hon
ikki ætlaði sær at halda jól
saman við mær. Tá hevði eg
helst eisini havt bestan hug
at yvirtala hana til at vera
hjá mær, sigur Vivian hugs
unarsom.
Nakað
eftir
skilnaðin
komu nýggir makar inn í
myndina, pápin giftist aftur
í Havn, og brátt fekk Vivian
ein nýggjan lítlabeiggja
har, umframt yngri beiggj
an á Skála. Nú vóru tað ikki
bert foreldrini, hon valdi
frá, men eisini yngru beiggj
arnar. Og tað var steinur
omaná byrðu.
Eg visti, at har eg ikki
var, har fór ein av beiggjun
um at vera einsamallur. Og
tað gjørdi bara ilt verri,
minnist hon. – Tað er
kanska tí eg eri elst, men eg
havi altíð havt eina sterka
kenslu av, at eg skal royna
at gera øll glað. Og tað
kann vera ringt, tá tú ikki
ert meiri enn eitt barn sjálv,
staðfestir hon.
Men hon hugsaði ikki
bert um tey, hon valdi frá.
Av tí, at hon hevur fýra
familjur, so er rúgvan av
pakkum eisini har eftir. Og
tað hevur ikki dámt yngru
beiggjunum, at stórasystir
fekk nógv fleiri pakkar enn
teir.
Eg havi ongantíð sagt
nøkrum hetta fyrr, men
hvørji einastu jól havi eg
tikið nógvar gávur burturfrá
og krógvað tær, fyri at
yngru
beiggjarnir
ikki
skuldu gerast keddir av, at
eg fekk fleiri gávur enn teir.
Seinni um kvøldið havi eg
so latið tær upp í einsemi,
sigur Vivian stillisliga.
Vivian leggur tó dent á,
at tá jólaaftan var komin, so
fall hon til ró og hevði tað
gott. – eisini hóast hon
krógvaði pakkar.
Tá eg var komin har, eg
skuldi vera jólaaftan, og vit
sótu um borðið og hugnaðu
okkum, tá fall jólafriður
yvir meg. So sjálvt um
desember ofta hevur verið
strævin at koma ígjøgnum,
so hevur jólaaftan altíð ver
ið ordiliga góður, staðfestir
hon.
Ynskt at tosað opið
Vivian heldur, at tað hevur
verið bæði strævið og ringt
at liva við, at foreldrini fóru
frá hvørjum øðrum. Tað
hevur mangan verið togan
aftur og fram, og tí hevur
Vivian ofta kent seg sum
lús ímillum tvær negl. Tó
ongantíð meiri enn á jól
um.
Á jólum kemur alt tað
ringa fram, sum man annars
klárar at fortreingja ígjøg
num árið. Á jólum hevur
tað verið serliga týðiligt, at
eg ikki havi havt eina
mammu og ein pápa, men
eina mammu ella ein pápa.
Eg havi tí mangan havt
brúk fyri at kunna verið
kedd um tað, men tað er
líkasum ikki pláss fyri tár
um á jólum.
Foreldrini hava eisini
strammað seg upp tá, og
roynt sítt besta við at gera
jólapynt,
keypa
jólatræ,
baka og hugna annars, so
eg ongantíð havi funnið
røttu løtuna at komið við
mínum døpru tonkum. Tí
havi eg bara havt tað inni í
mær sjálvari. Og serliga
fyrstu árini var tað ein tung
byrða.
Vivian leggur tí áherðslu
á, hvussu týdningarmikið
tað er at tosa opið við børn
ini.
Tað var nógv, sum eg
ikki tordi at siga við tey. Og
eg vildi eisini verja mammu
og babba og ikki vísa
teimum, at mær allatíðina
longdist eftir hinum, ið ikki
var har. Eg hevði ynskt, at
tey av og á spurdu meg,
hvussu eg hevði tað. Og at
tey skiltu tað, um eg var
kedd – eisini á jólum, tá øll
annars eiga at vera glað.
Hon eftirlýsir ikki djúpar,
analyserandi
samrøður,
men bert eina viðurkenning
av, at tað hon føldi, var
ókey. At hon kundi vera
kedd um, altíð at skula vera
eitt av foreldrunum fyri
uttan.
Børn eru aldri ov smá at
tosa við. Tí smá børn hava
eisini kenslur og tankar um,
at annað av foreldrunum
Jól við ringari samvitsku
Leyg fyri pápanum
Vivian minnist einaferð, áðrenn avtalan við at halda
onnurhvørji jól hjá pápanum kom í lag. Pápin skuldi
koma inn á Skála við jólagávum, og hon stóð og
bíðaði, inntil hann kom.
Tá eg sá hann koma, leyp eg út, og eg minnist, at
eg leyg fyri honum. Eg segði, at mamma hevði gjørt
rís a’ la mandel, og at hon ordiliga gjarna vildi hava,
at hann eisini kom inn at fáa sær.
Eg minnist eyguni í mammu, tá babba kom inn
gjøgnum hurðina, tí hon visti sjálvandi av ongum.
Men hon segði einki, og eg lat sum um hetta var tað
náttúrligasta í verðini. So sótu vit har og prátaðu og
ótu rís a la mandel, og aftaná fór babba avstað aftur.
Vivian sigur, at hon kundi flogið, so glað hon var
eftir hendingina. Bara tað, at hann hevði verið inni
hjá teimum á Skála, og hevði sæð hennara verð har
inni, var fantastiskt.
Og av tí, at foreldrini høvdu verið fólkalig og
hampulig ímóti hvørjum øðrum, blivu jólini framúr
góð.
– Tað var nógv, sum
eg ikki tordi at siga
við tey. Og eg vildi
eisini verja mammu
og babba og ikki
vísa teimum, at mær
allatíðina longdist
eftir hinum, ið ikki
var har
– Á jólum hevur tað
verið serliga týðiligt,
at eg ikki havi havt
eina mammu og ein
babba, men eina
mammu ella ein
babba
– Hvørji einastu jól
havi eg tikið nógvar
gávur burturfrá og
krógvað tær, fyri at
yngru beiggjarnir
ikki skuldu gerast
keddir av, at eg fekk
fleiri gávur enn teir
– Tað er kanska tí,
at eg eri elst, men eg
havi altíð havt eina
sterka kenslu av, at
eg skal royna at gera
øll glað. Og tað kann
vera ringt, tá tú ikki
ert meiri enn eitt
barn sjálv
– Hóast eg var lítil,
so hevði eg í fleiri
ár gjørt mær tankar
um, hvussu órættvíst
tað var, at babba
ikki eisini slapp
at vera saman við
okkum. Og eg tók
so synd í honum, tí
at hann skuldi vera
einsamallur, ímeðan
vit vóru saman
Framhald á næstu síðu