mánadagur 22. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 246 - 22. desember 2008
”
brádliga er burtur. Og tað er
sera týdningarmikið at for
eldrinini viðurkenna tað –
eisini hóast tað er ringt,
staðfestir hon.
Vivian veit, at foreldrini
altíð hava viljað gjørt sítt
besta. Men hon veit eisini,
at tey hava verið í eini ring
ari støðu.
Tað vóru so fá fólk, ið
blivu skild tá, so tey hava
kanska eisini kent seg einsa
møll og ikki heilt vitað,
hvussu tey skuldu fyrihalda
seg. So leingi sum eg einki
segði, so hava tey helst
hildið, at alt var ókey. Og tí
hava tey kanska ikki viljað
spurt inn til kenslur og tank
ar hjá mær.
Eg minnist, at eg ofta
var øgiliga ómøgulig og
treisk á jólum. Eg vildi bara
hava tey at varðnast meg og
síggja, at eg var kedd. Eg
vildi hava tey at tosa við
meg og halda um meg. Men
tað bleiv sum oftast mis
skilt, og eg bleiv bara til ta
treisku gentuna, sum oyði
legði góða stemningin. Og
so varð eg enn meiri kedd
aftaná.
Fantastiskar
bonusfamiljur
Tá prátið fellur á nýggju
familjurnar, sum brádliga
komu inn í lívið við nýggju
makunum hjá foreldrunum,
lýsir Vivian upp.
Har havi eg verið fantast
iska heldig. Tí tey hava øll
verið so góð við meg, og eg
havi følt meg elskaða og
ynskta frá fyrsta degi, sigur
Vivian og vísir á, at nógv
skilnaðarbørn ikki hava tað
gott við nýggju familjun
um.
Hon heldur fram og sigur,
at hon heldur ongantíð hev
ur merkt mismun á sær og
yngru systkjunum. Og tað
er hon sera takksom fyri.
Tað er ringt at koma inn
í eina sundurrivna familju,
men tey hava øll gjørt alt
rætt. Bæði teir nýggju mak
arnir, men eisini teirra
familjur. Tey hava altíð havt
opnar favnar, og eg havi
altíð kent meg sum ein
náttúrligan part av lívinum
hjá teimum øllum, greiðir
Vivian frá.
Egna familju
Vivian hevur í áravís hildið
saman við sjeikinum Reg
ini, og á jólum í fjør fingu
tey dóttrina Ró.
Vivian sigur, at nú hon
sjálv er blivin mamma,
hugsar hon øðrvísi um jól
ini. Nú kann hon við góðari
samvitsku leggja jólini til
rættis, sum hon sjálv ynskir
tað, tí nú má hon fyrst og
fremst hugsa um sína egnu
lítlu familju.
Trýstið sum hon altíð hev
ur kent um jóltíðir, er stórt
sæð horvið nú, og sum hon
sigur: nú nýtist mær ikki at
rættvísgera valini, eg taki
um jólini.
Nú gleði eg meg til jóla.
Eg gleði meg til sjálv at
skapa tað góða og trygga,
sum eg altíð havi saknað.
Og eg vil gera alt, fyri at
dóttir mín ongantíð skal
uppliva somu skuldarkensl
una á jólum, sum eg.
– Tá eg sá hann
koma, leyp eg út, og
eg minnist, at eg leyg
fyri honum. Eg segði,
at mamma hevði
gjørt rís a’ la mandel,
og at hon ordiliga
gjarna vildi hava, at
hann eisini kom inn
at fáa sær
– ..tað er líkasum ikki pláss
fyri tárum á jólum
– Tað er sera týdningarmikið at tosa við børnini – serliga á jólum. Tí smábørn hava eisini kenslur og tankar um skilnaðin, sigur Vivian Unadóttir, sum sjálv hevur fráskild foreldur
Børnini í fokus
Tá eitt par fer frá hvørjum øðrum, merkja børnini eisini sviðan.
Og serliga á jólum verða børnini ofta sett í truplar støður. Her
eru nøkur góð ráð um hvussu jólini gerast góð –eisini fyri børn
við fráskildum foreldrum
Góð ráð um jólini
Lagt til rættis: Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
1
Haldið jólaaftan saman, um tit kunnu gera tað við gleði.
2
Um tit halda jól hvør sær, lat so barnið fáa fleiri dagar á rað har, sum tað
heldur jólaaftan. Barnið hevur eisini tørv á at slappa av og njóta
jólagávurnar. Og minnist til, at jólaferian eisini er ferian hjá barninum.
3
Hugsið tykkum væl um, áðrenn tit gera av at halda jólaaftan tvær ferðir. Tað
stressar barnið og tekur serliga dámin av jólaaftan, um tað fyrst skal halda
jólaaftan saman við pápanum og dagin eftir hjá mammuni ella øvugt. Eitt gott
hugskot er at gera nýggjar traditiónir saman við barninum, um tit ikki skulu
vera saman jólaaftan.
4
Avtalið í góðari tíð hvar og hvussu barnið skal halda jólaaftan, og fortel
barninum tað langt undan jólum.
5
Gevið eisini restini av familjuni boð um, hvar barnið verður á jólum. Lat
ommur og abbar, sum ikki vera saman við barninum jólaaftan, vita, at tey
eru vælkomin at skapa aðrar traditiónir saman við børnunum. Jólini eru meiri
enn bert jólaaftan, og árið hevur harumframt 364 aðrar dagar.
6
Best er at lata barnið halda jól har, ið tað longu hevur sterkar traditiónir.
Eisini hóast tað merkir, at tú ikki verður við. Og minst til: tað er ikki synd í
tær. Í øllum førum ikki so leingi barnið sær ella hoyrir.
7
Lati vera at kappast innanhýsis móti gamla makanum um at geva flottastu
gávuna ella at halda tey bestu jólini.
8
Tað eru foreldrini, ið eiga ábyrgdina av jólunum. Barnið skal undir ongum
umstøðum noyðast at velja ímillum mammu og pápa.
9
Samanførd børn og biologisk børn skulu hava somu treytir og sama
kærleika –eisini jólaaftan.
Kelda: Børns Vilkår, Statsforvaltningen Sjælland
og psykolog Lene Dam Petersen.
”
… Jól við ringari samvitsku